hósdagur 18. februar 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 18. februar 2010
25
Amerikanski stjørnufrøðingurin Edwin Hubble við mynd av Andromedu.
Bústaður okkara í rúmdini er sum Andromedabreytin
Myndin vísir, hvussu vit kunnu finna
M31 á himmalhválvinum. Vit klúgva
høgra v´ið í w´num í Cassiopeiu og fara
niður eftir hesi strikuni til vit koma til
ta fyrstu bjørtu stjørnuna. Fara so á
skák uppeftir til høgru til eina aðra
stjørnu, og so eitt petti afturat eftir somu
kós.
Hetta er ein samansett mynd (mosaic) av Andromedabreytini, sum verður nevnd M31 í skránni hjá Messier. Hon
varð tikin í 2002. Slíkar myndir verða ikki tiknar sum vanligar fotomyndir. Eksponerað verður í fleiri umførum, til
samans í fleiri tíggjutals tímar. Síðan verða allar myndirnar settar saman til eina mynd. Ljósprikkarnir í myndini
eru stjørnur í okkara Vetrarbreyt, t.e. stjørnur í næsta grannalagnum. At síggja Andromedabreytina mugu vit so
at siga hyggja út ímillum hesar stjørnurnar í okkara breyt. Størstu ljósprikkarnir í myndini eru tó dvørgabreytir,
sum við tyngdini eru knýttar at Andromedabreytini. Tær eru kanska einar 14 í tali. Vetrarbreytin hevur á sama hátt
knýttar fleiri smár breytir at sær, harímillum magellansku skýggini LMC og SMC. Amerikanarin Robert Gendler
tók hesa myndina, sum hann hevur loyvt mær at endurgeva. Fleiri slíkar ótrúligar myndir eru til skjals á heimasíðu
hansara www.robgendlerastropics.com.
Edwin Hubble flokkaði stjørnubreytirnar í eitt diagramm eftir skapi. E stendur
fyri ellipsuskap. Alt eftir hvussu rundar ella avlangar hesar breytir eru, verða
tær nevndar E1, E2, o.s.fr. Tær, sum hava spiralarmar, eita S og eru býttar
í undirbólkar Sa, Sb og Sc. S0 breytirnar hava linsuskap. B stendur fyri ´bar´,
t.e. bjálki. SB breytir hava spiralarmar við einum bjálka ígjøgnum miðdepilin.
SB breytirnar eru eisini býttar í undirbólkar a, b og c.
Pól Jespersen
Altjóða
stjørnufrøðiár 33
M31, Andromedabreytin, er okkara
næsta veruliga grannabreyt í rúmdini.
At hyggja at henni er sum at skoða
okkara egnu breyt, tí hóast Vetrar-
breytin og Andromeda eru ymiskar
á stødd, eru tær rættiliga líkar. Í-
millum tær eru um 2,5 mió ljósár.
Tað vísir, at rúmdin í miðal í veru-
leikanum er skelkandi tóm
Úrslitið hjá Edwin Hubble, at M31
er ein stjørnuoyggj fyri seg langt úti
í rúmdini, verður formelt lagt fram
á fundi í American Assosiation for
the Advancement of Science í Washing-
ton í 1924. Frástøðuna hevur hann
roknað at vera um 900.000 ljósár.
Úrslitið er í minna lagi, tí vit vita nú,
at frástøðan er um leið 2,5 mió ljósár.
Tað merkir, at ljósið, sum fer 300.000
km hvørt sekund, hevur verið ávegis
í 2,5 mió ár. Veruliga at fata slíka
fjarstøðu ber neyvan til. Og tó sæst
Andromedabreytin við berum eygum,
tá ið líkindini eru góð, t.e., tá ið klárt
er í veðrinum og eingin máni. Sæst
er kanska nakað nógv avgjørt, men
tú hómar so ein káman tokublett. Og
tú skalt vita, hvar tú skalt hyggja, sí
myndina. Í lítlum prismukikara, sum
flestu húsarhald munnu eiga, sæst hon
væl betur.
M31 er øgilig
Tað sigur seg sjálvt, at ber til at síggja
eina stjørnubreyt við berum eygum
2,5 mió ljósar burturi, so man hon
lýsa ógvuliga bjart, t.e., stjørnurnar
í henni mugu vera ógvuliga nógvar
í tali, fleiri hundrað mia stjørnur. Tvør-
málið í breytini er eini 200.000 ljósár,
so hon er um leið dupult so stór sum
okkara Vetrarbreyt.
Andromedabreytin verður vanliga
roknað at vera spiralbreyt eins og
Vetrarbreytin, men gjølligar kanningar
vísa, at spiralarmarnir í Andromeda-
breytini meiri at kalla hava skap sum
ringar. Hildið verður, at hon upprunaliga
hevur verið ein spiralbreyt, men at
armarnir eru órógvaðir av, at hon við
tyngdini hevur drigið aðrar breytir
upp í seg. Hetta verður nevnt breyta-
kannibalisma. Neyvar kanningar við
rúmdarkikaranum HST (Hubble Space
Telescope) hjá NASA hava avdúkað,
at kjarnin í Andromedabreytini er dupult-
ur. Eisini tað bendir á hetta sama.
Sum at síggja Vetrarbreytina
Tað ber eyðvitað ikki til at taka myndir
av Vetrarbreytini uttanífrá, tí vit eru
stødd inni í henni, um leið miðskeiðis
ímillum kjarnan og rondina, men vit
kunnu ætla, at bar tað til, hevði hon
sæð út nakað sum M31, sí myndina.
Vetrarbreytin er tó minni enn M31,
og hon hevur ikki dupultan kjarna.
Hesar báðar breytirnar eru tær størstu
breytirnar í einum bólki av breytum,
Lokalbólkinum. Tær draga hvør í aðra
og nærkast fleiri hundrað túsund km
um tíman. So kanska fara tær einaferð
at bresta saman, men tað verður ikki
enn á sinni.
Djúptøknar avleiðingar
At eygleiða og at mála, nógv og neyvt,
var tað, sum lá Hubble fremst í huga.
Og hann læt ikki mjøðin dovna. Tá
ið almenningurin frætti um roknaðu
frástøðuna hjá Andromedu, hevði hann
longu sett sær nýggj mál. Úrslitið av
tí var fá ár seinni orsøk til ein enn størri
skelk í vísindaheiminum. Tað, at gera
ástøðiligu niðurstøðurnar og at orða
avleiðingarnar, læt hann aðrar granskarar
taka sær av. Og avleiðingarnar vóru
djúptøknar. Eitt var, at rúmdin var
nógv størri, enn granskarar fyrr høvdu
hildið. Og hinar spiralbreytirnar, nógv
kámari enn Andromeda, vóru tær ikki
uppaftur nógv longri burturi? Mundu
stjørnubreytirnar ikki vera ógvuliga
nógvar í tali?
Nú á døgum vita vit í minsta lagi
um einar 100 mia stjørnubreytir! Og
í hvørjari teirra eru kanska hundraðtals
mia stjørnur. Stjørnurnar mugu tí vera
ófatiliga nógvar í tali. Hugsa vit har-
afturat um, at tað helst er vanligt, at
stjørnur hava gongustjørnur í ringrás
um seg, verður talið á gongustjørnum
uppaftur størri. Støðan hjá jørðini
gjørdist at vísa seg alsamt týdningar-
minni.
Hvussu vorðið er við gongustjørnurm
vita vit annars ikki fyri vist. Liðin eru
ikki 20 ár, síðan fyrsta gongustjørna
í ringrás um aðra stjørnu enn sólina
varð ávíst við vissu. Trupulleikin er,
at stóru frástøðurnar gera tað ógvuliga
trupult at ávísa gongustjørnur. Nógv
verður gjørt í hesum árum at fáa greiði
á hesum spurningi. Fyribils eru fleiri
hundrað gongustjørnur ávístar umframt
tær, sum ganga um sólina.
Skapið á breytunum
Edwin Hubble gjørdi eitt diagramm
at lýsa skapið á stjørnubreytunum,
sí myndina. Nakrar eru rundar,
ella avlangar, elliptiskar. Tær verðar
skrivaðar við bókstavinum E og
einum tali. Talið sigur, hvussu
avlangar tær eru. Hava tær spiral-
armar, verða tær skrivaðar S, og
gongur ein bjálki ígjøgnum armarnar
í miðjuni, eita tær SB. B stendur
fyri tí enska ´bar´. S og SB breytirnar
verða eisini býttar í undirskap.
Umframt tær nevndu breytirnar,
verða eisini nevndar nakrar, sum
eru óregluligar (IRR). Í diagrammið
niðanfyri eru eisini settar fotomyndir
av stjørnubreytum. Hóast diagramm-
ið er sett upp sum ein gaffil, bendir
einki á, at breytirnar skifta skap
úr einum skapi í annað.
Skelkandi tómleiki
Hubble roknaði, at var alt tilfar
í rúmdini býtt javnt, hevði tættleikin
í miðal verið 1 g í einari rúmd sum
einir 1000 jarðarknøttir ella so.
Miðaltættleikin er tí av sonnum
lítil, nøkur fá hydrogenatom fyri hvønn
m , meiri at kalla sum eitt vacuum.
3
Tann pumpan er ið hvussu so er ikki
gjørd enn, sum kann pumpa ein gass-
tanga so tóman. Og kortini eru vit til,
tú og eg.