fríggjadagur 19. februar 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 35 - 19. februar 2010
Skulu hugsa seg væl um
Íslendingar eiga at hugsa seg væl um, áðrenn teir gera av at
fara upp í Evropasamveldið. Sum tjóð eiga teir at kenna seg
fullkomiliga sannførdar um, at tað er tað rætta, áðrenn
avgerðin verður tikin, og teir eiga at lata ES skilja, at teir vilja
sleppa upp í samveldið. Hetta segði Diana Wallis,
næstformaður í ES-tinginum, í einum fyrilestri á lærda
háskúlanum í Reykjavík í gjár. Hon segði, at tað ber ikki til at
fara upp í ES fyri at loysa sínar búskapartrupulleikar og vísti í
hesum viðfangi á, hvussu ES hevur viðgjørt kreppuna í
Grikkalandi.
Stjórar skulu fáa sekkin
Í Danmark er Danski Fólkaflokkurin í øðini, eftir at danska
kringvarpið hevur avdúkað, at sjúkrahús í teimum ymsu
landspørtunum sýta fyri at viðgera sjúklingar, sum búgva í
øðrum landspørtum. Tað er beinleiðis í stríð við lógina, og
teir sjúkrahússtjórar, sum bróta lógina, eiga at fáa sekkin
alt fyri eitt, sigur Lisbeth Blixt, sum er framsøgukvinna hjá
Danska Fólkaflokkinum í heilsumálum. Í sending hjá
kringvarpinum er komið fram, at meiri enn 50
sjúkrahúsdeildir sýta fyri at taka ímóti sjúklingum úr
øðrum landspørtum.
- Vónandi vilja ting-
fólk úr øllum flokk-
um koma við sum
uppskotstillarar
ella taka undir við
uppskotinum um
fólkaatkvøðu um at
varðveita Føroyar sum
eitt valdømi, sigur
Edmund Joensen,
løgtings- og fólka-
tingsmaður, ið arbeiðir
við at tilevna uppskot
um vegleiðandi fólka-
atkvøðu at leggja fyri
Løgtingið
Tíðindaskriv
- Føroyar eiga at vera ver-
andi eitt valdømi fyri øll,
og nú má veljarin sleppa at
taka støðu.
Tað sigur Edmund Joen-
sen, løgtings- og fólkatings-
maður, ið er farin undir at
tilevna uppskot um vegleið-
andi fólkaatkvøðu um at
varðveita Føroyar sum eitt
valdømi.
- Vónandi vilja tingfólk úr
øllum flokkum koma við
sum uppskotstillarar ella taka
undir við uppskotinum um
fólkaatkvøðu, sigur hann.
Óseriøst at broyta val-
skipan eftir tveimum árum
Beinleiðis orsøkin til, at
uppskot um fólkaatkvøðu nú
verður gjørt, er, at ein partur
av formansskapinum í Løg-
tinginum hevur trýst fram
eitt uppskot um at fara aftur
til eina ótíðarhóskandi val-
skipan við fleiri valdømum.
- Bert tvey ár er liðin, síð-
ani Løgtingið setti skipanina
við einum felags valdømi í
verk. Alt ov tíðliga er at
fara til eina aðra skipan
longu nú. Verandi skipan
má fáa loyvi at roynast í
verki nøkur løgtingsval, so
vit veruliga kunnu síggja tey
positivu árinini av henni,
sigur Edmund Joensen.
Støða fyrst takast
til fólkaatkvøðu
Uppskotið um leiðbeinandi
fólkaatkvøðu, ið er á veg,
hevur ta fortreyt, at tað verð-
ur viðgjørt samtundis sum
uppskotið um at fara aftur
til fleiri valdømi. Samtykkir
Løgtingið uppskotið um
fleiri valdømir, skal støða
takast til fólkaatkvøðuna
eisini. Tað serliga er, at
fólkaatkvøðan skal haldast
og úrslitið staðfestast, áðr-
enn lógin um fleiri valdømi
kann koma í gildi.
Nú má veljarin
sleppa at tala
- Fáir spurningar egna seg
so væl til fólkaatkvøðu sum
hesin – og serliga nú summi
vilja skrúva tíðina aftur og
seta í gildi eina gamla og
órættvísa skipan, ið hoyrir
fortíðini til.
- Eg kann illa ímynda
mær, at nakar løgtingslimur
fer at nokta fyri, at veljarin
sleppur at taka støðu til sína
egnu demokratisku valskip-
an, sigur Edmund Joensen.
Uppskot um fólkaatkvøðu er á veg
Fyri fyrstu ferð koma
mongu yrkingarnar
hjá lærararnum og
skúlastjóranum,
Steingrím Niclasen,
nú út í bók
Yrkingar
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mong munnu kennast við
onkrar av yrkingunum hjá
Steingrími Niclasen, sum
hevur yrkt síðani hann var
heilt ungur. Onkrar av yrking-
unum hava verið á prenti í
bløðunum og onkur sálmur
hjá yrkjaranum er eisini at
finna í sálmabókini.
Nógvar
av
hansara
yrkingum eru tó bert kendar
av einum parti av føroying-
um, tí tær hava verið yrktar
til ávís høvi ella ongantíð
eru komnar á prent.
Eitt lív við yrkingum
Nú pápin fer um tey sjeyti
fimm, hava børnini hjá
Steingrími Niclasen tikið
sær um reiggj og fingið giv-
ið út eitt úrvalssavn av hans-
ara yrkingum og týðingum.
128 yrkingar er tað vorðið
til í savninum Yrkingaslóð,
og kunnu tær býtast í nakrar
høvuðsbólkar.
Fremst í huganum standa
hansara sálmar og sangir,
vísir Hanus A. Samuelsen á
í innganginum til savnið.
Síðani er tað barnayrkingar-
nar um óvitaárini í Hvalba,
um farna tíð og burturmistan
heim.
Eisini eru yrkingar um
ymsu viðurskiftini í manna-
lívinum, bæði í gleði og
sorg, um náttúruna, um ger-
andislív og hátíðarstundir,
um
samfelagsviðurskifti,
har sjálvstýrissinnaðu polit-
isku yrkingarnar fyltu nógv
og ofta vóru at síggja í Dag-
blaðnum í hansara yngru
árum. Fleiri av yrkingunum
eru gjødar til ávís høvi, har
fólk antin hava heitt á yrkj-
aran ella hann sjálvboðin
hevur latið eina yrking til
onkran merkisdagin.
Siðbundin yrkjari
Hanus A Samuelsen vísir á,
at Steingrímur Niclasen er í
bólki við teimum siðbundnu
yrkjararnum og hevur ikki
fylgt teimum rákum, sum
komu fram, tá hansara ættar-
lið var ungt. Hann nýtir nógv
rím, bæði endarím og stavrím
og fasta rýtmu. Ofta eru yrk-
ingarnar gjørdar til kend løg.
Nógvar av yrkingunum eru
fáorðaðar, mest sum hittin-
orð. Sama er við reglulongd-
ini. Lagbundnar yrkingar set-
ur hann ofta upp við einum
ella heilt fáum orðum, so tær
fáa ein eyðkendan knappan
stíl.
Tað er forlagið Sprotin,
sum gevur út Yrkingaslóð
eftir Steingrím Niclasen.
Í nýggju mállæru-
bókini Harry og Elly
sleppa næmingarnir
á ferð í alskyns orða-
lond, har tey læra at
ansa eftir vandunum,
tá tey skulu læra at
stava rætt
Mál
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Bókin um Harry og Elly er
skipað sum fýra ferðir til
hugnalig ævintýralond.
Í fyrsta parti fara Harry
hjáljóðamaður
og
elly
sjálvljóðakona eina ferð til
Hjálands, haðan Hary er
ættaður. Á ferðini leiða tey
okkum lagaliga ígjøgnum
stavseting í sambandi við
hjáljóð.
Í Navnorðaríki
Í øðrum parti gongur leiðin
til Sjálvlands. Har fara tey
at vitja abban, sum er so
elligamal, at hann næstan
ikki orkar at ganga. Tríbur-
arnir. Eivindur, Oyvindur
og Eyð hava verið hjá abb-
anum í eina tíð, har tey
læra okkum ymiskt, tá vit
skulu stava okkurt við
sjálvljóðum.
Í triðja parti fara Harry,
Elly, tríburarnir og elli-
gamli abbin til Navnorða-
og Sagnorðaríkis. Her eru
tey komin til ein sannan
ævintýraheim við kongi,
drotning, prinsi, prinsessu
og pinkubarni.
Í nýggja orðaríkinum er
alt nýtt og spennandi. Kong-
urin
umboðar
sagnorð,
drotningin umboðar navn-
orð, prinsurin kallkyn, prin-
sessan kvennkyn og pinku-
barnið hvørkikyn. Á ferðini
vísa tey okkum, hvussu vit
skulu ansa eftir ymiskum
stavsetingarvandum
í
navnorðum og sagnorðum.
Løgin kommahólmur
Í fjórða parti fara tey heim-
aftur. Á heimferðini sigla
tey ímillum ymsar hólmar,
sum tey fara at kanna
nærri. Á hólmunum fáa
tey uppaftur meir at vita
um stavsetingarreglur tá
tað snýr seg um sovorðið
sum lysingarorð, hjáorð og
fyrisetingar.
Til
endan
síggja tey ein heilt serliga
hólm, har ein omma gong-
ur sum hevur taskuna fulla
av kommateknum.
Nýggja mállærubókin er
ætlað miðdeildini í fólka-
skúlanum.
Tað eru June-Eyð Joensen,
Sigri M Gaini, Sjúrður Juul
Ravnsfjall og Ada Horn, sum
hava skrivað bókina og Janus
á Húsagarði, sum hevur gjørt
tekningarnar.
Forlagið Sprotin gevur út
bókina um Harry og Elly.
Á ferð í orðalandi
Hópin av
tekingum gera
tað stuttlig hjá
næmingunum
at ferðast saman
við Harry og
Elly í ymsu
orðalondunum
í nýggju
mállærubókini
Yrkingaslóð eftir Steim
grím Niclasen út í bók
Yrkingarnar hjá Steingrími
Niclasen endurspegla eitt
langt og fjøltáttað lív við
yrkingum um flestu lívsins
tættir