fríggjadagur 19. februar 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 35 · 19. februar 2010
2
VIKUSKIFTI
Tað lønar seg
at lata tey kendu í
Nú vóru
øll annars
so glað ...
Redaktørar: Inna Törnroos og Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Eivør Pálsdóttir / Beinta Haraldsen
4 REPoRTaSJa: MiðlarNir uM føroyska MóTaN
6 TIPS: VakurT á VeggjiNuM
8 90 SEKund: guðruN rógVadóTTir
10 SamRøða: róar HaNseN uM líVið Við VøddasViNN
12 TIl aRBEIðIS: gry sTarVasT suM koNdiTTari
13 umafTuRafTuRum: HøgNi djurHuus
14 GREInaRøð: kalda kríggið
16 REPoRTaSJa: TóNleikaárið
17 ummælI: koNserTiN Hjá HaNus
18 SPyRST So lIvST: rigMor sVarar
19 mín BESTa uPPSKRIfT: Hakkibúff Við bacoN
23 Tað HEnduR: koNserTir, bøkur, seNdiNgar osfr.
24 vIKumyndIn: besTa MyNdiN í VikuNi
KlUmma
Anna Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Eg veit ikki, um starvsfólkini í Føroya
størstu kommunu vóru einsamøll inni tann
dagin, tey settu seg at spæla við eina nøgd
semiskanning fyri at vita, hvat hendi. Ella
vildu tey bara gera kommunupápan glaðan,
tí í stóru kommununi skuldu øll vera glað.
Og tí helt onkur, at foreldrini í kommununi
skuldu sleppa at fortelja, hvussu glað tey
vóru fyri stovnarnar, har teirra børn blivu
ansað.
Eg giti, at foreldrini vóru ordiliga stolt av
at verða eftirspurd. Og á miðlunum gjørdu
tíðindafólkini stór eygu, tá kommunan
for taldi um fína listan yvir, hvussu glað
for eldr ini vóru. Nakað fínur mundu hann
vera, tí hann kostaði 200.000 krónur fortaldi
komm unan.
Hetta var nemliga ein modernað komm
una, sum legði doyðin á at øll skuldu vita,
hvat kommunan ger. Soleiðis var lógin í
land inum, fortaldi kommunan, og vísti tíð
indafólkunum tað minsta og glaðasta petti av
fína listanum og koyrdi restina í lumman.
Tíðindafólkini kundu jú heldur ikki vita,
at kommunan hevði lovað, ikki at siga tað
fyri nøkrum, at summi foreldur ikki vóru
so glað fyri ansingarstovnin. Men so blivu
tíðindafólkini firtin og mintu á, at komm
unur ikki máttu bróta lógina. So mátti
kommunan slatra allíkavæl, og so blivur
ansingar stovnarnir niðast á listanum keddir.
Alt tað skrivaðu tíðindafólkini, tí tey
noyðast eisini at siga sannleikan. Tí situr
fryntliga kommunan nú og lúnast í ein um
króki og sigur, at tíðindafólkini eru drøj og
hava misskilt alt. Nú heldur komm unan
nemliga slett ikki allíkavæl, at foreldr ini
hava forstand uppá, hvussu góðir ansingar
stovnarnir hjá børnunum eru.
Eg veit ikki um kommunan torir at for
telja tað fyri foreldrununum, tí so blíva tey
heilt sikkurt øgiliga kedd.
Og kedd fólk høvdu eisini bara spilt
spælið hjá kommununi, sum dámar so væl at
spæla við nøgdsemiskanningar. Serliga um
hon fær tað tað hugskot at kanna, hvussu
væl borg ar arnir halda at kommunan dugir at
gera nøgd semiskanningar.
INNIHALD
Jóhanna av Steinum lænir Annu Nygaard
klæði og fær á tann hátt reklamu.
myndiR
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Í Føroyum verður tað eisini nýtt. Sein
asta dømi er Anna Nygaard frá X Factor,
ið er ílatin klæðini hjá sniðgevanum
Jóhonnu av Steinum.
– Anna hóskar væl til míni klæði.
Hon er ung og dugnalig og í ferð við
at byggja sær eitt image, sigur Jóhanna
av Steinum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, Jóhanna
lænir klæði út til fólk. Vanligt er tó, at
tey koma til hennara og antin keypa
ella læna klæðini.
– Eg hevði ynskt at sloppi at klætt
ein mann, tí tað er tað nýggjasta eg fáist
við júst nú, sigur hon.
At tað skal vera rættur persónur og
samanhangur, har klæðini síggjast, er
týdningarmikið fyri tey, ið nýta »pro
duct placement«.
Ein tann besti persónur at lata
í er poppdrottningin Madonna. Tá
ókendi svenski smúkkusniðgevin,
Efva Attling, gav vini sínum Johan
Renck tvær smúkkur, sum hann kundi
geva Madonnu, var hennara lukka
gjørd. Madonna fór í smúkkurnar í
einum sjónbandalag, og ein eftir ein
byrjaðu Hollywoodstjørnurnar at nýta
smúkkurnar. Nú er merkið Efva Attling
kent um allan vesturheimin.
Jóhanna av Steinum væntar sær
ikki, at allur heimurin letur seg upp av
klæðunum, sum Anna Nygaard er í.
– Tað er bara gott at síggjast eitt
sindur, eftirsum tað er so stutt síðani
eg byrjaði, sigur hon.
Vit kenna tað frá James Bond og sex and the city
– merki og klæði Verða Víst, og Vit hyggJarar
Verða áVirkað at keypa Júst hesi tingini. sokallað
»product placement« er Vanligur háttur hJá
fyritøkum at gera seg kendar á ein snildan hátt.
Efva Attling gjørdist heimskend, tá
Madonna nýtti hennara smúkkur.