fríggjadagur 19. februar 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 35 - 19. februar 2010
tíðindi
X Factor skal eitast at
vera ein sangkapping,
men í veruleikanum
verður eitt telduforrit
brúkt, ið tekur falskar
tónar burtur. Leivur
Thomsen er ein av
mongum tónleikar
um, ið venda sær móti
brúkinum av sokall
aðum AutoTunes.
Røddir eru persón
ligar, hetta tekur alt
lív úr teimum, sigur
Leivur Thomsen
Tónleikur
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
AutoTunes er eitt telduforrit,
ið verður brúkt í flest øllum
upptøkuhølum.
Nógvir
kendir
tónleikarar
hava
brúkt tað sum ein effekt, ið
gevur røddini eitt teldu-líkn-
andi ljóð. Cher við sangin-
um »Do you believe« og
Olsen Brødre við »Smuk
som et stjerneskud« eru
tvey dømi.
Í Melodi Grand Prix og í
X Factor verður tað lagt á
allan sangin, og tað er hetta
sum fær øði í tónleikarar, ið
vilja verða við, at hetta tek-
ur alt lív úr røddinum.
- Gott nokk ger tað, at
røddirnar ikki eru »falskar«,
Men tað ger so sanniliga
eisini, at man stendur har
við einum produkti, sum
manglar lív og sál, sigur
Leivur Thomsen.
Anna Nygaard, ið luttekur
í X Factor syngur so reint,
at hjá henni er heilt óneyð-
ugt, at AutoTunes verður
lagt á røddina. Hjá øðrum
luttakarum í X Factor hoyr-
ist tað betri, at tað er teldan,
ið hjálpir til at halda tón-
anum.
Tá vit fáa fatur á Onnu í
Keypmannahavn sigur hon,
at vit skulu tosa við undir-
haldsstjóran í DR, Jan
Lagermand Lundme.
- Vit sum luttaka í X Factor
vita onki um hetta, sigur hon.
Jan Lagerman Lundme
hevur í vikuni sagt við
Ritzau, at hann heldur at
tað er rættvíst, tá AutoTunes
verður lagt á røddina hjá
øllum, tí tá kunnu tey, sum
syngja falskt fáa hjálp.
Dómarin, í X Factor,
Remee nevndi eisini í sín-
um viðmerkingum til bólkin
»8210«, at har var Auto-
Tunes nýtt, eftirsum tað var
munur á hvussu bólkurin
ljóðaði áðrenn.
Rættar tónan
AutoTune virkar á tann
hátt, at fer ein hálvur tóni
galin, rættar telduforritið
tónan til nærmasta rætta
tónan. Syngur ein meira
enn ein hálvan tóna galið,
ber ikki til at rætta.
- Tað verður lítil og ongin
dentur lagdur á at arbeiða
við fínum og spennandi
nuansum í røddunum. Tað
einasta, man vil, er at gera
eitt skotsikkurt radiohitt,
sigur Leivur Thomsen.
Hann tekur Johnny Log-
an, sum eitt dømi, sum er
nær við at syngja falskt
nakrar ferðir, men hóast
tað, ter hann tað ikki, og
sigur, at tað er slíkt sum
gevur sanginum sál.
Fyri eitt óvant oyra er
torført at hoyra, um tað er
teldan, ið syngur, men ein
skal lurta eftir, tá tað ljóðar
eitt sindur »robotaktut«, tá
er tað AutoTunes, ið hevur
verið inni og hjálpt til.
Grundin til at AutoTunes
verður so nógv nýtt, meinar
Leivur Thomsen, er tí at
plátufeløgini vilja hava eitt
ávíst ljóð á teirra plátum.
Luttakarirnir í X Factor
kappast um ein plátusáttmála
hjá felagnum Sony.
Teldan syngur í X Factor
Hernaðarkvett í Niger
Í vesturafrikanska landinum Niger hevur herurin tikið
valdið og koyrt forsetan, Mamadou Tandja, frá. Samstundis
hava fólk fingið forboð fyri at ganga úti, meðan myrkt er,
og landamarkið er stongt. Herurin sigur, at hann hevur
skipað eitt serligt ráð, sum skal stýra landinum fyribils og
endurreisa demokratiið. Tað hevur verið ófriðarligt í Niger
í seinastuni. Fólk hava verið misnøgd við, at Mamadou
Tandja, forseti, sýtti fyri at fara frá í fjør, tá hann hevði
sitið tvey valskeið, sum er tað mesta, ið stýrisskipanin
loyvir. Nú er hann so koyrdur frá.
Yvo de Boer gevst
Niðurlendingurin Yvo de Boer kunngjørdi í gjár, at hann
leggur frá sær sum stjóri í teirri serligu veðurlagsnevndini
hjá ST. Hann hevur verið stjóri har í fýra ár. Við
tíðindastovuna AP sigur Yvo de Boer, at formliga hevur
hann sagt upp til tann 1. juli, men at hann ætlar sær at
gevast, so skjótt ST hevur funnið ein at taka við. Yvo de
Boer hevði ein leiðandi lut á teirri mest sum miseydnaðu
veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn í desember, men
tað verður so ikki hann, sum skal standa á odda fyri ST-
veðurlagsnevndini á teirri næstu ráðstevnuni, sum verður í
Meksiko í heyst.
Leivur Thomsen, tónleikari
Telduforritið AutoTunes ger so, at uttakarirnir í X Factor ikki syngja falskt. Mynd: DR, Bjarne Bergius Hermansen
Anna Nygaard er ein av teimum sum als ikki hevur brúk fyri at røddin
verður broytt av AutoTunes