Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. februar 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 35 · 19. februar 2010 4 VIKUSKIFTI føroysku showini Tað siga úTlendingar um á móTavikuni lagt tIl rættIs: Eydna Skaale myndIr: Beinta Haraldsen Í farnu viku var Copenhagen Fashion Week hildin, og tvey av fremstu Føroysku merkjunum høvdu stórar sýningar á vikuni. Beint eftir sýningarnar vóru afturmeldingarnar sera positivar, men vit hava tikið pulsin nú eina viku seinni. hvat heldur umheimurin um føroyskt design? Dansk Daily - avísin, skrivað av mótakennarum í Danmark, sum kom út í sambandi við mótavikuna, skrivaði soleiðis um Guðrun&Guðrun: Bundið – í øllum sniðum og støddum Í einum bundnum hvítum kjóla kom sangarinnan Aura á pallin. Hon minti mest um ein glitrandi svana. Hon sang, sum reina, rennandi vatnið í føroysku áunum og skapti perfekta huglagið til føroysku sýningina, sum vísti klæðir til kvinnur og menn. Til kvinnur vóru pløggini bundin við stórum eygum, bæði til niðurdeilar, kjólar og blusur, og hetta prógvaði, at bundin pløgg kunnu vera løtt sum fjarðar. Troyggjurnar vóru bundnar á ymsar øðrvísi hættir, sum góvu vanligu snið unum orku og spæl. Til menn vóru klæðini meiri fjøl­ broytt, og vístu bæði grova binding, lætt bundnar undirtroyggjur og car­ digans við stuttligum detaljum, m.a. stórum holum. Alt varð stylað við leður buksum. Tey, ið kenna nakað til Guðrun&Guðrun kendu uttan iva stjørn­ ur nar aftur, sum gjørdust kendar við høvuðsleiklutinum í »Forbrydelsen«. Hvíta mynstrið á myrkari grund varð nýtt til ein kjóla til kvinnur og øvuðgt til eina mannfólkatroyggju. Sýningin vísti øll aspekt av binding, og hon vísti eisini virðing fyri rótunum, sum merkið er sprottið úr. Men sýn­ ingin vísti eisini eina sterka kenslu av ný hugsan. Dansk Daily skrivaði hetta um Barbaru í Gongini: Ein avantgarde garderoba Enn einaferð hevur Barbara í Gongini ryst norðurlendska grundvøllin við at vísa eina kollektión av form um og egin­ leikum, sum vóru so undrunar verdir, at tað er eyðsýnt hví Gongini er skýrd at vera ein í nýggja ættarliðnum av stórum sniðgevum. Tá modellirnar, sum framtíðarkendir stammukrígsmenn trinu á pallin ein fyri og onnur eftir við stórum hári, svørtum zombie eygum og hvítari húð, kendi tú beinanvegin ta myrku og ráu attituduna, sum er kennimerkið hjá Gongini. Nýtslan av plastikki, metalli, leðri og pelsi í svørtum og gráum litbrigdum vístu, at Barbara hellur til tað, sum hoyrir nátturuni til, umframt fair­trade fram leiðslu. Barbara í Gongini er drotningin av tí, sum er øðrvísi, og hendan kollektiónin skuffaði ikki. Hon vælsignaði okkum við einum bundnum fiskagarnskjóla, ein um regnfrakka við einum slipsi, ein um yvirvaksnum, bundnum hunda­ landshatti, eini framúr góðari tulking av einum skrelliposa, ið var seymaður til ein kjóla, eini heildrakt úr fleece við lynlási, sum mest av øllum minti um eina so­ fistikeraða krígs­ klára bjørn. Tulkingin av f r u m ev n u n u m í nátt úrini og tí ráa norð urlendska, saman tvinnað við eini djúpari listarligari fat an, undirstrikaðu ser merkta avant­garde merkið hjá Barbaru í Gong ini. Gongini fær teg at syngja: Break on through to the other side (lag ið, sum showið endaði við, blaðkv.) Fyrstu reaktiónirnar uppá mótashowini hjá Guðrun&Guðrun eru ómetaliga positiv. Avísin Dansk Daily rósar báðum merkjunum, og bloggarar úr Danmark, Svøríki, Finlandi og Onglandi eru bergtiknir. Eisini fingu bæði Guðrun&Guðrun og Barbara í Gongini rós frá Metro Express fyri tónleikaligu innsløgini á sýningunum. Guðrun&Guðrun Barbara í Gongini Eivør Pálsdóttir sang á pallinum hjá Barbaru í Gongini.