Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. februar 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 19. februar 2010 7 lýsingar VER VIÐ AT VELJA VALEVNINI ERU HESI: Andrass Skaalum, Velbastaðvegur 42, 100 Tórshavn Andrias Ziska, Varðabrekka 3, 100 Tórshavn Bergur Poulsen, Nýggivegur 6, 620 Runavík Birgir Mohr, Sandabrekka 8, 210 Sandur Durita Djurholm, Kristiansgøta 26, 188 Hoyvík Egon Hansen, Fútalág 14, 100 Tórshavn Heidi Kollsker, Andrasargøta 8, 188 Hoyvík Hjørdis Viberg, Toftavegur 31, 650 Toftir Jákup Suni Lauritsen, Traðarvegur 21, 380 Sørvágur Jan Müller, Sleipnisgøta 10, 100 Tórshavn Jona U. Nielsen, Undir Fossum 44, 700 Klaksvík Jónsvein Knudsen, Á Heygnum 7, 620 Runavík Mamy Dahl Sørensen, Djúpagilsvegur 36, 188 Hoyvík Páll Petersen, Á Gørðum 5, 180 Kaldbak Per Persson, Áargeil 21, 100 Tórshavn Regin Hammer, Dýrindalsgøta 1, 188 Hoyvík Rógvi Thomsen, Gøtuteigur 10, 850 Hvalba Schandoff Vang, Undir Grótheyggi 12, 400 Oyrarbakki Tóra við Keldu, Mylnugøta 38, 700 Klaksvík ATKVØÐURÆTTUR Atkvøðurætt hava øll, sum hava verið tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyum P/F síðan 1. januar 2010. Tryggingartakarar, har árliga tryggingargjaldið er minni enn 50.000 kr., hava 1 atkvøðu. Fyri hvørjar byrjaðar 50.000 kr. í árligum tryggingargjaldi, fær limurin 1 atkvøðu afturat, tó í mesta lagi 10 atkvøður. Tað ber ikki til at atkvøða við fulltrú. ATKVØÐUSEÐIL OG TÍÐARFREIST Atkvøðuseðlar kunnu umbiðjast frá 8. februar 2010 til og við 21. februar 2010. Atkvøðuseðil kann umbiðjast soleiðis: • tel 345 600 • fax 345 604 • teldupost til umbodsradsval@trygging.fo Tá atkvøðuseðil verður umbiðin, er neyðugt at upplýsa navn/ navn á virki, bústað og føðingardag. Atkvøðuseðilin skal verða latin innaftur í seinasta lagi 26. februar 2010. VALÚRSLIT Tá valúrslitið fyriliggur, verður tað almannakunngjørt í miðlunum. Í ár skulu 12 limir veljast til Umboðsráðið fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna. Endamál felagsins er m.a. at eiga partapeningin í Tryggingarfelagnum Føroyum P/F og Betri pensjón P/F. Sum tryggingartakari kanst tú nú vera við til at velja hesi 12 umboð. P/F Poul Michelsen sóknast eftir dugnaligum goymsluleiðara. Goymslan umfatar móttøku av vøru, avlegging av ordrum og útkoyring av vørum. Goymslan er umleið 5000 m2. Goymslan umfatar turrvørur, kølivørur og frystivørur og parkeringskjallara við vaskiplássi. Vørunumrini eru umleið 4-5000. Vørumóttøka og ordraavgreiðsla verður avgreidd umvegis elektroniskar hondterminalar. Útkoyringina til okkara umleið 400 kundar kring um í landinum avgreiða teir 14 minni og størri vøru- og lastbilar okkara. P/F Poul Michelsen er í menning og umfatar í dag heilsølu- og catering virksemi, flutningsvirksemi umvegis dótturfelag okkara Sp/f Atlas-Føroyar og “non food” heilsøluvirksemi í Danmark umvegis dótturfelag okkara Atlantic Partner A/S í Keypmannahavn. Umleið 80 fólk arbeiða í PM-samtakinum, sum selur fyri góðar 200 mill. krónur árliga. Uppgávurnar.... Uppgávurnar hjá goymsluleiðaranum kunnu greinast sundur í 75% til leiðslu og restin í skiftandi uppgávur í vørumóttøkuni -, vøruavgreiðsluni - og útkoyringini. Umleið 18 starvsfólk eru undir ábyrgd leiðarans. Virksemi er so at siga allar tímar av degnum og allar dagar í vikuni, og tí er planlegging ein týðandi partur av leiðsluuppgávuni. Leiðarin skal tryggja góðskustýring og rakstur við atliti til góða kundarøkt. Leiðarin skal menna mannagongdir og førleikan hjá starvsfólkunum. Rætti leiðarin skal.... Rætti leiðarin skal vera samstarvsfúsur, røkin, slóða fyri og virka sum bindilið millum leiðslu og goymsluvirksemi. Skal hava telduførleika og allarhelst stóra koyrikortið. Skal kunna skriva og tosa hampuliga væl føroyskt og danskt, og kunnleiki til enskt er ein fyrimunur. Vit bjóða.... Eitt spennandi og avbjóðandi arbeiði. Góðar setanartreytir til rætta viðkomandi. Fyri at fáa meira at vita um starvið ber til at ringja til P/F Poul Michelsen 394650 og tosa við Heðin Joensen, innkeypsstjóra. Skrivlig umsókn saman við prógvum og møguligum ummælum skulu sendast til P/F Poul Michelsen ATT: Poul Michelsen, forstjóra innan 15. mars, 2010 P/F POUL MICHELSEN Hoyvíksvegur 74, Boks 200 FO – 110 Tórshavn sóknast eftir goymsluleiðara www.pm.fo - pm@pm.fo - TEL 354650 - FAX 354649 N. Finsensg. 18 · 100 Tórshavn · Tel 36 30 00 Á Høgabóli · 600 Saltangará · Tel 44 76 04 GOTT GREB