Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. februar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 35 · 19. februar 2010 6 VIKUSKIFTI tips lagt tIl rættIs: Inna Törnroos Strikukota á veggin Veggjamerkir ella wallstickers er lættur háttur at endurnýggja stovuna ella kamarið. tey eru løtt at seta upp og taka niður. Hesi eru frá føroyska Kúllurin og Gellan. 100x50 cm 399 kr www.kulgel.com Orðskýggj Heimasíðan www.wordle.net er eitt satt paradís fyri okkum, sum dáma orð og bókstavir. Far inn og skriva, hvat tú vilt, og ger eitt »orðskýggj«. Eisini ber til at skriva eina URL adressu inn og fáa hana umgjørda til eitt skýggj. Vit hava eisini hoyrt um tey, sum prenta orðskýggini á klæði og á veggir. Familjumyndir Hetta tapetið eitur »Familjen«, og er tað svenski designarin Lisa Bengtsson, ið hevur sniðgivið. tapetið er lætt at seta upp, og kann nýtast bæði sum ramma um myndir ella bara sum eitt flott, grafiskt mynstur. tapetið er 53 cm breitt og rullurnar eru 10 metrar. 699 kr. frá nethandlinum www.urbis.dk sum sendir til Føroya Vindeygapynt troytt av at fólk hyggja inn gjøgnum vindeyga, ella vil tú hava okkurt vakurt at hyggja eftir, ið ikki hevur brúk fyri regluligari vatning? Nógv ymisk mynstur eru at fáa, og tað er lætt at festa á rútin. Fukta við vatni og klistra á. 34x98 cm. 199 kr frá www.urbis.dk Barnalistaverkini til heiðurs Vit, sum eiga børn, kenna tað aftur – børnini koma heim við fittum tekningum frá barnagarði og skúla, vit hyggja og viðmerkja »OHHH ... so flott« og so fer tekningin í gloymibókina. Hví ikki gera tekningina til tapet? Hjá fleiri málningahandlum er hetta nú gjørligt. www.funnywalls.dk ger bæði tapet og gólvteppi av tekningum. Pynta við tapetstumpum Vil tú ikki tapetsera ein heilan vegg, kann tú fara til nærmasta tapethandil ella málara og spyrja, um tey eiga nakrar stumpar, tú kann fáa. Fest á spennrammu, og tú hevur eitt nýtt prýði til veggin.