fríggjadagur 19. februar 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 35 - 19. februar 2010
Reiðaríið Thor, www.
crew.fo og Óla Hans
Hammer Olsen hava
stovnað felag, sum
roynir at fáa fleiri skip
undir FAS, átekur sær
at útvega manning
til skip, umsita tað
tekniska og at útvega
skipum og reiðaríum
góðkenningar
Skipavinna
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Seinastu tvey árini eru fleiri
skip komin unir FAS-
skipanina, og tað ber til at
fáa fleiri skip enn undir
skipanina.
Hetta halda menninir, sum
hava stovnað felagið TYR
Shipping Management.
Fleiri av skipunum í FAS
hava
brúkt
m.a
donsk
management feløg at hjálpa
sær við ymiskum spurning-
um og at usmita skipini,
men menninir í nýggja
shippingfelagnum halda, at
teir tað sama kunnu røkja
hesa uppgávu og verða við
til at útvega nógvan pening
til landið.
Menninir aftan fyri TYR
Shipping Management eru
reiðariið Thor í Hósvík,
crew.fo
og
Óla
Hans
Hammer Olsen, fyrrverandi
stjóri á Skipaeftirlitinum.
Kann blíva stór vinna
- Aðrastaðni liva fleiri fólk
væl av at vera í shipping-
vinnuni, og vit ætla nú at
stápla eina slíka vinnu upp
á beinini í Føroyum, sigur
Óla Hans Hammer Olsen.
Fyrst og fremst verður
roynt at fáa fleiri skip upp í
FAS, og felagið átekur sær
at finna at hava tekniskt
eftirlit við skipunum, at
fyrisita
ISM
og
ISPS
skipaninar, sum eru lógar-
kravdar til hesi skip. Felagið
átekur sær eisini konsulent-
tænastur
til
skip,
sum
higartil í stóran mun hava
verið keyptar uttanlands.
Haraftrat átekur felagið sær
at manna og umsita mann-
ingar á skipunum. Í fram-
tíðini er ætlanin at felagið
skal átaka sær fleiri av meira
handilsligu
uppgávunum,
eitt nú at tryggja skipunum
farm og charteravtalur.
Ætlanin er, at felagið fær
myndugleikagóðkenning í
mars mánaði í ár. Manna-
gongdirnar sum skulu ger-
ast í sambandi við slíka góð-
kenning eru allar gjørdar.
Fleiri tænastur
Nýggja felagið hevur bygt
upp
eitt
netverk
av
fyritøkum og fólki, og tað
netverkið er komið á pláss.
Ætlanin hjá felagnum er
at fara í holt við at veita
nakrar av meira vitanartungu
tænastunum til skip, sum
ikki áður, ella bert í sera
avmarkaðan mun áður hava
verið veittar í Føroyum.
- Vit hava fingið samband
við tær frægastu tænastu-
fyritøkurnar her og aðra-
staðni og kunnu selja tæn-
astur og keypa tænastur
eftir tørvi, sigur Óla Hans
Hammer Olsen.
Síðan 2008 eru fleiri skip
komin í FAS, orskað av at
lóggávan tá varð gjørd
meira
lokkandi.
Slíkar
broytingar mugu gerast alla
tíðina, so FAS ikki dettur
niður fyri aftur, sigur Óla
Hans Hammer Olsen.
Síðani Óli Hans Hammer
Olsen og crew.fo byrjaðu at
tosa óformliga um mánað-
arskiftið apríl – mai 2009,
hevur
hetta
samstarvið
hjálpt við skráseting av
fimm skipum í FAS. Um-
framt hava Jónas Sigmars-
son og Óli Hans Hammer
Olsen verið í Svøríki og
vitjað svensku tangaskipa
reiðaríini, sum seinni í 2009
og aftur í 2010 hava skrásett
fleiri av skipum sínum í
FAS.
Tað
gevur
landinum
nógvan pening, at skip
koma upp í FAS.
- Tað seinasta skipið, sum
kom uppí, gevur 300.000
krónur um mánaðin, og vit
arbeiða nú við at fáa fleiri
skip aftrat uppí. Vit vænta,
at tá ið hesi skip eru komin
í vinnu, koma fleiri aftrat
upp í skipanina. Málið er at
fáa 300 skip undir føroyskt
flagg, og tað skuldi givið
nógvar
vinnumøguleikar
aftrat, sigur Óla Hans
Hammer Olsen.
Nýtt shippingfelag stovnað
Íslendingar fiskaðu minni
Íslendsk skip fiskaðu ikki so nógv í januar í ár sum í sama
mánaði í fjør. Tøl hjá hagstovuni í Reykjavík vísa, at til-
samans landaðu skipini 55.445 tons í síðsta mánaði aftur
ímóti 71.500 tonsum í januar í 2009. Tað mesta, sum kom
upp á land í síðsta mánaði, var botnfiskur, 31.300 tons, sum
var heldur minni enn í januar í fjør. Sambært hagstovuni er
tað kortini áhugavert, at skip og bátar landaðu 1.700 tons
meiri av toski í síðsta mánað enn í januar í 2009. Haraftur-
ímóti sveik uppisjóvarfiskurin og serliga sildin, sum bara
var ein triðingur av veiðini í januar í 2009.
Svenska kirkjan sparir
Leiðslan í svensku kirkjuni hevur gjørt av at spara, og
tað hevur millum annað við sær, at tann svenska
kirkjan í Skagen í Danmark letur aftur. Bygningarnir,
sum kirkjan heldur til í, verða lýstir til sølu, og starvið
hjá prestinum verður niðurlagt í desember. Haraftur-
ímóti heldur tann svenska kirkjan í Keypmannahavn
fram, men hon skal nú klára seg við egnari hjálp, tí
hon missir ta almennu játtina. Tann svenska kirkjan í
Skagen rekur eisini eina matstovu og eitt vallaraheim,
og í fjør hevði hon 55.000 gestir á vitjan.
Fleiri og fleiri útlendsk skip koma undir føroysk
flagg, og tað gevur nógvan pening til Føroya