Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. februar 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 35 · 19. februar 2010 5 VIKUSKIFTI Mótabloggurin a fashion tale skrivar soleiðis um Barbaru í Gongini: Showið hjá Barbaru í Gongini var ótrúliga flott – ótrúliga avant garde – men ótrúliga flott. Eg kann ikki koma í tankar um ein einasta, sum kann fara í eitt heilt Barbara í Gong­ ini sett, men hon skapar altso nøkur ótrúliga góð ting. Mær dámdi serliga væl smálutirnar ... Mótabloggurin The Bandits skrivar soleiðis um Barbaru í Gongini: Showið hjá Barbaru var rættiliga fan tastiskt. Hennara tunga og gátuføra uni vers kom týðiliga fram bæði í koll ektiónini og soleiðis, sum showið var gjørt. A/W kollektiónin frá Gongini bjóðaði eina rúgvu av svørtum við einum dismi av beige, grovari bumm­ ull, leðri, bundnum og fleiri øðrum óvanligum evnum. Okk ara høgu tankar um klæðini hjá Barbaru eru í øllum førum líka høgir eftir hesa fínu og eina standandi kollektiónina. Mótabloggurin fashion-by- student skrivaði soleiðis um Guðrun&Guðrun: Sýningin byrjaði við einum sangi frá eini gentu í einum Guðrun&Guðrun kjóla. Eg bara elskaði tann svanakenda kjólan, sum sveimaði, hóast hann var evn aður úr ull. Fantastiskt. Og ein ser­ stak liga góður máti at byrja eitt show uppá. Kjólin hevði eisini ketur á rygg­ inum! Ein so ótrúliga óvanligur kjóli. Guðrun&Guðrun høvdu annars klæði til menn og kvinnur, sum var kul. Eg vildi sagt, at tað eru framtíðarkend klæði, sum eru góð at vera í. Eg elskaði, at hóast tað var space­age og skulpturelt, sá tað ikki út til at vera keðiligt at vera í. Fakt iskt øvugt. Til menn: troyggjur, motor súkklu­ buksur við bótum á knøunum, greft­ ligar øklastylvar, nakað av leggings (men hetta vænti eg ikki fer at sláa ígjøgn um). Til kvinnur: Minikjólar úr angora, norðurlendskir tendensir, bundin space­age, lokkanóts kápur (íblástur frá Rodarte), súkklubuksur og gamasjur – og fantastiskir cowboystylvar í svørtum og hvítum. Mótabloggurin unlikely skrivaði soleiðis um Barbaru í Gongini: Í gjár var eg til showið hjá Barbaru í Gongini. Um eg var ummælari, og tað kann man vist kalla meg inni her, so hevði eg givið henni topp­ karakter – myndirnar tosa nokk fyri seg. Serliga hárið og skógvarnir vóru fantastisk. Mótabloggurin style intuition skrivaði soleiðis um Guðrun&Guðrun: Føroysku Guðrun&Guðrun, sum nokk eru best kendar fyri bundu troyggjuna, sum Sara Lund er í í Forbrydelsen, høvdu show í Ráðhúsinum fríggja­ kvøldið. Aura legði fyri við at syngja eitt lag í eini hvítari Guðrun&Guðrun kreatión, og síð ani var kollektiónin, sum í høv uðs heitum var bundin, sýnd fram. Man merkti ein lítlan íblást ur frá Rodarte, men tað var sann­ iliga eisini teirra egna fingra­ merki sett á við bind ingini og mynstr unum. Og endiliga eitt show við harramodellum ... Mótabloggurin Wartime recess skrivaði soleiðis um Barbaru í Gongini: A/W kollektiónin hjá Barbaru í Gongini er á onkran hátt ein blandingur av Gareth Pugh/ Damir Doma/ Junya Watanabe. Sýningin gleið væl við eini eyðkendari norðurlendskari orku, og eg eri freistað at siga, at mær dámdi hesa sýningina betur enn nakran av omanfyrinevndu sniðgevunum. Styl ingin var einastandandi, androgyn og delikat; bleiku andlitini og dramatiska hárið stóðu væl til pløgg, sum sóu út til at skula setast saman við skrøddum nylon sokkum og nógvari att­ itudu. Pels urin og skógvarnir við píkunum eru ósig iliga góðir! Mótabloggurin Jimi and Dolly skrivaði soleiðis um Barbaru í Gongini: Eg elski heimin hjá Barbaru í Gong ini. Showið í gjár var einki minni enn rørandi. Eg fekk gás­ ar hold av saman renningini av klæðunum, stylingini og tón­ leik inum. Eg gleði meg at hyggja nærri at hesi kollektiónini á mynd unum. Mótabloggurin style.dk skrivar soleiðis um Barbaru í Gongini: Við heili 45 ymsum sniðum vísti Barbara í gjárkvøldið sína A/W koll ektión í Gallery­teltinum við Forum. Tað var einki nýskapandi – tað var tað vanliga myrka og androgyna konseptið við ein um avantgardiskum profili og ein­ um monokromun litvali – sum tó á ongan hátt skuffaði, men heldur tvørt urímóti enn eina ferð prógvaði hennara stór fingna talent og fantastiska stíl. Morgunhár, galosjur, lastikk, flættað, tape, plast, ull, metal, leður, pelsur og bundið lýsir tað visuella málið í stylingini og evnis valium. Av teimum 45 ferð unum modellirnar komu á pall in, vóru seks teirra harra­ modellir ... Mótabloggurin The door in my wardrobe skrivaði soleiðis um Guðrun&Guðrun: Guðrun&Guðrun eru tvær kvinnur úr Føroyum, og tær gera undrunarverd hondbundin klæði, nøkur pløgg úr org­ aniskum jersey og eisini skógvar. Tað er okkurt listarligt yvir teirra kollektión, og ja, onkur fer helst at draga paralellir til Rodarte nú. Men eg haldi ikki, at Rodarte kann taka alla æruna fyri hasa grovu bindingina, og Guðrun&Guðrun bróta frá Rodarte – og punkuta stílinum. Tað er okkurt einfalt, róligt og æstetiskt yvir teirra pløggum. Mohair verður tvinnað saman við leðri fyri at skapa mót setningar, og stáltráður fær faldin á einum løttum mohair kjóla at sveima, sum eitt stívskjúrt. Mynstur og snið eru ein føld, og ja, tær hava eisini onkrar fest ligar smálutir í teirra kollektión. Guðrun&Guðrun Guðrun&Guðrun Guðrun&Guðrun Barbara í Gongini Barbara í Gongini Mótabloggarar eru um at fáa eins stóran týdning sum móta journa list- arnir nú, tí mótabloggarinir verða sera nógv lisnir: Tað var ein ørgrynna av bloggarum á Copenhagen Fashion Week, og sera nógvir teirra hava við merkt showini hjá Barbaru í Gongini og Guðrun&Guðrun