Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. februar 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 35 - 19. februar 2010 Neyðhjálp Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Føroyar/Haiti: “Eg renni fyri Haiti”. Soleiðis er heitið á tiltak­ inum, sum Reyði Krossur fer at skipa fyri henda dag­ in. Møguleiki verður hjá fólki í Havn, Klaksvík og í Vági at renna ella spáka ein ávísan tein fyri Haiti. Hetta verður í fyrstu atløgu gjørt fyri at savna inn pening, soleiðis at bæði hús, sjúkrahús, skúlar, sam­ ferðslukervið ­ ja, landið alt ­ kann verða endurreist. Men eitt annað endamál er fólk og neyðhjálparfel­ agsskapir ikki gloyma ta hjálp, ið fólkið hava fyri neyðini, soleiðis at gerandis­ dagur teirra kann gerast so vanligur aftur sum gjørligt. ­ Í Haiti er ­ og verður ­ framvegis brúk fyri nógvum peningi at endurreisa land­ ið. Og her kunnu vit eisini verða við, slær Katrin á Neystabø fast. Endurreisa landið Katrin á Neystabø vísir á, at eftir hesa og aðrar ógvus­ ligar hendingar, er nógv fokus á landið og tað sum er hent. Men so líðandi hvørvur hesin sami áhugin. ­ Við hesum átakinum vilja vit minna á, at fólkið í Haiti framvegis hevur brúk fyri hjálp til at endurreisa landið, greiðir hon íðin frá. Tiltakið verður skipað sum ein renning, har fólk við at tilmelda seg lata eitt gjald, sum fer óskert til hjálpararbeiðið í Haiti. Í Havn verður runnið av Tórsbreyt, í Klaksvík frá KÍ­ høllini, meðan tey í Vági renna rundan um Vatnið. Umframt fólk frá Reyða Krossi skipa rennifeløgini Bragdið í Havn og Treysti í Klaksvík, saman við VILT í Suðuroy fyri tiltakinum. Sagt verður, at allir renn­ ararnir eru við í lutakastinum um ymiskar vinningar. Tey sum melda til áðrenn 14. mars, fáa eina T­skjúrtu við áskriftini “Eg renni fyri Haiti”. ­ Vit vóna, at bæði ein­ staklingar og nógv arbeiðs­ pláss, skúlar og fyritøkur kring landið fara at luttaka, sigur Katrin á Neystabø. Tá Kvinnurenningin var í fjør í Havn luttóku 1100 kvinnur. Nú verða bæði menn og børn boðin við, og tí er ikki óhugsandi, at talið av luttakarum kann fara at nærkast teimum 3000. Út at renna fyri Haiti Katrin á Neystabø, stigtakari og Líggjas Joensen, kassameistari hjá Reyða Krossi vóna stóra undirtøku til rennitiltakið í mars mánaði. - Tað hevði verið stuttligt, um vit kundu blivið eini 3000 fólk henda dagin, sigur Katrin á Neystabø Mynd: Jens Kristian Vang Leygardagin 27. mars verður høvið at renna ella spáka, og samstundis stuðla hjálpararbeiðinum sum Reyði Krossur ger á Haiti. - Vit vilja líkasum seta Haiti í perspektiv, so fólk ikki gloyma tað sum hendi 12. januar, sigur ein av fyriskiparunum, Katrin á Neystabø 76 mia at endurreisa Haiti Tað fer at kosta einar 14 milliardir dollarar ella einar 76 milliardir krónur at endurreisa Haiti eftir tann ógvusliga jarðskjálvtan 12. januar. Tað er metingin hjá Alamerikanska Menningar­ bankanum, IDB, sum samstundis staðfestir, at jarð­ skjálvtin í Haiti er tann mest oyðileggjandi náttúru­ vanlukkan í nýggjari tíð. Bankin hevur kannað umstøðurnar og sigur, at tað fer at kosta millum átta og 14 milliardir dollarar, ella millum 44 og 76 milliardir krónur at byggja hús, skúl­ ar, almennar bygningar og samferðslukervið uppaftur. Mett verður, at 150.000 fólk lótu lív, 600.000 liva á gøtunum í Port­au­Prince og at 235.000 fólk eru rýmd úr høvuðsstaðnum. Reyði Krossur í Danmark hevur higartil sent 9 mió krónur til Haiti, harav tær 500.000 vóru úr Føroyum. Umframt hetta eru 400 fólk send frá felagsskapinum til Haiti, og eini 2000 lokal fólk hjá Reyða Krossi eru knýtt at hjálpararbeiðinum í løtuni. Reinskera uppá lívið Skopun: Alla hesa vikuna og í hinari hevur verið nógv arbeiði á flakavirkinum í Skopun. Dagliga koma stórir bilar suður frá uppboðssølunum við fiski til virkið. Á flakavirkinum arbeiða millum 60­70 fólk og tað kemur sera væl við í okkara lítla samfelag, skrivar Sandoyarportalurin. Nærum øll virkini í landinum høvdu reyð tøl á botnlinjuni 2008, uttan virkið í Skopun sum kundi vísa eitt lítið avlop. Seks vilja gera jørðarbeiðið Vestmanna: Týsdagin vórðu tilboðini upp á jørð­ og vegarbeiðið í sambandi við røktarheimsbyggingina í Vestmanna latin upp. Seks arbeiðstakarar vórðu bodnir at bjóða, og lótu allir tilboð inn. Biðið var um tilboð uppá, hvussu vegskráin skuldi gerast, antin við laðing og sprongdum beni, ella við laðing og skráa. Fyrra tilboðið varð mett at kosta 5,8 mió krónur, og lógu tilboðini millum 5,3 og 7,3 mió krónur. Seinna tilboðið varð mett at kosta 6,1 mió krónur, og lógu tilboðini millum 5,5 og 7,1 mió krónur. Í næstu viku tekur bygdaráðið støðu til tilboðini. Børn og lærarar í Vága kommunu kunnu nú gleða seg til at fáa nýggjan skúla einaferð í framtíðini. Skúlar Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sandavág/Miðvág: Á fundi í bygdaráðnum í gjárkvøldið varð staðfest, at neyðugt er við nýggjum skúla til børnini í Vága kommunu. Eitt uppskot var um at umvæla verandi skúla, men vann hetta uppskotið ikki frama. Bygdaráðið staðfestir snøgt sagt, at skúlin á Gilja­ nesi er í so vánaligum standi, at ein longu í summ­ ar má finna onnur høli til undirvísingina. Á bygdaráðsfundi hós­ kvøldið í komandi viku, verður avgerðin endaliga staðfest av bygdaráðnum. Skóleistar Hetta við nýbyggingini er eitt mál, sum ikki verður loyst í bræði, bæði tí at eitt prosjekt skal gerast og fígg­ ing útvegast. Hinvegin liggur skúlin ikki á løtu síðuni, tí longu í komandi viku verða ávís tiltøk sett í verk, til tess at betra um umhvørvið innan skúlans gátt. Hereftir skulu næmingar­ nir bert ganga inni á leistum ella í inniskóm. Tvey fólk verða sett at halda skúlan reinan allan skúladagin, og skúlastovnurnar verða stongdar í fríkorterinum og í døgurðasteðginum, eins og luftað verður út reglu­ liga. Millum onnur tiltøk kann verða nevnt, at niðasta hæddin verður forseglað og drenað beinanvegin, og at vindeygabenkur og geriktir verða skift. ­ Hesi tiltøk verða framd fyribils, meðan aðrar fyri­ bils ella varandi loysnir verða fyrireikaðar, sigur Hans Jørgensen, skúlastjóri í eini fráboðan. Nýggjan skúla og nýggja reglugerð Skúlin á Giljanesi er hildið nakað viðlíka tey seinnu árini. Nú er støðan so vánalig, at ein nýggjur skúli má gerast til skúlabørnini Mynd: Jens Kristian Vang