fríggjadagur 19. februar 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 35 · 19. februar 2010
9
VIKUSKIFTI
mynd: polfoto
Áðrenn eg varð giftur
hevði eg seks teoriir um
barnauppalan. Nú eigi eg
seks børn og ongar teoriir.
Lord Rochester (1647-1680)
10 tIng um victoriu prinsessu
FullTrúIn í uTTanríKISráðnum,
páll holm johannesen, leSur um
pol poT og hyggur aT »houSe«
miðlarnir og eg
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
í nýggja táttinum siga kendir og ókendir
persónar frá síni miðlanýtslu.
giftur
seg við
venjaranum
hon gjørdist ikki krúnprinsessa fyrr enn hon var
trý ár. Svøríki innførdi kvinnuliga trónfylgju í
1980.
Hon verður gift við daniel
Westling 19 juni í ár. Sama dag
sum foreldur hennara vóru gift
fyri 34 árum síðani.
hennara fulla navn er Victoria Ingrid alice
Désirée
1997 hevði Victoria etingarólag (anorexia). hon
fór til uSa at lesa, og kom fyri seg har.
Victoria møtti komandi manninum, Daniel
Westling, tá hon vitjaði venjingarmiðstøð
hansara í 2002. hann var hennara persónligi venjari.
Victoria er trímeningur við krúnprins Fredrik og
prins Joakim.
Victoria heldur sín føðingardag á sama plássi
hvørt ár – á Ølandi í summarslottinum Solliden.
Victoria er, sum pápi sín,
eisini orðblind, og hevur í
samrøðum greitt frá teimum
trupulleikum, hetta hevur haft
við sær í skúlanum.
Ja, Ja, Ja, Ja – svaraði Victoria, tá Daniel bað um
hond hennara.
Victoria er søgulig eftirsum hon er fyrsta
drotning, ið giftur seg við einum »vanligum«
manni í Svøríki.
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
Mítt blað
Weekendavisen er tað einasta blaðið, eg keypi í pappírsformi.
Hana keypi eg av og á. Annars lesi eg sosialin, Dimmalætting og
norðlýsið á netinum.
Mín heIMasíða
eg eri rættiliga forvitin av lyndi. tí lesi eg eina rúgvu av heimasíðum
gjøgnum dagin. tað fevnir breitt frá útlendskum – og føroyskum
tíð indasíðum til ymiskar fótbóltssíður. millum føroysku síðurnar
eru portalurin, Kringvarpið, norðlýsið, Dimma, mess og kjak.org. Av
útlendskum heimasíðum kann eg nevna politiken, Dr, Berlingske,
Jp, Altinget, eu-observer, ræson og BBc.
Mín tónleIKUr
eg havi rímuliga rótuttan tónleikasmag. Úr rúgvuni kunnu nevn-
ast mew, Kashmir, muse, Depeche mode, pet shop Boys, leonard
cohen, Kári p og sigur rós. seinasta fløgan eg keypti var skugga-
gestir. eitt nostalgikeyp.
Mítt sosIala netVerK
eg blívi ikki ordiliga klókur uppá mínar facebook vanar. tá ið eg havi
fingið nokk av innihaldsleysum status'um, sletti eg mín
profil í illsinni. men nú havi eg verið á facebook
aftur í eina tíð. sikkurt forvitni, sum sigrar.
Mítt MagasIn
eg haldi eitt magasin. tað eitur ræson, sum er
ein danskt tíðarrit um altjóða politikk. inni hald-
ið í magasininum er rættiliga breitt – og grein-
arnar eru skrivaðar journalistiskt. tað dámar
mær væl. eg keypi av og á euroman. ofta eru
feitar greinar í blaðnum.
Mín sjónVarpsrøð
Dr. gregory House er glimrandi. Deiliga speiskur og ónøgdur inn á
tilveruna. the Daily show plagi eg eisini at hyggja eftir, tá eg kann.
californiacation havi eg eisini fylgt við í. serliga fyrstu sesongirnar.
eitt slag av »sex in the city« fyri mannfólk.
Mín bóK
eg lesi serliga politiskar bøkur. millum seinastu bøkurnar, eg havi
lisið, var tann hjá einari már guðmundsson um kreppuna í Íslandi.
Í løtuni eri eg í gongd við »pol pots smil« eftir svian peter frøberg.
Mítt útVarp
eg lurti serliga eftir Kringvarpinum. rás 2 fangar meg sjáldan. eg
haldi, at Kringvarpið hevur betra seg munandi síðan farna summar,
tá dygdin var so sum so. sendingar sum skannarin, eygsjón, vitan
og perspektiv flyta og eru veruliga til tað betra. meira av hasum!
Mín telefon
eg havi eina kekkaða sony XperiA, sum eg havi fingið frá arbeiðs-
plássinum. Hon er nógv for kekkað og innviklað til mín.
hVat VIl tú IKKI brúKa MIðlatíð Uppá?
paradise Hotel og aðrar innantómar reality sendingar, har semi-
kend fólk eta døgurða hjá hvørjum øðrum ella har caroline fleming
vaskar húsini hjá fólki.
hVat IrrIterar teg í MIðlUnUM?
raðfestingina. eg veit fullvæl, at føroysku bløðini hava tað tor ført
fíggjarliga, men tað ger tað ikki rætt hjá sosialinum og Dimma-
lætt ing at raðfesta søgur sum »Hundurin marta mundi endað
sum grýturættur« ella »føroyingar eta fleiri tons av skipskeks«
á forsíðuna. tað er ein fúl undirmetan av lesaranum, um redak-
tiónirnar halda, at hesar forsíður selja bløð. tað er eisini ótolandi
at hoyra seinnapartsendingar, har vertirnir halda, at tað er
áhuga vert hjá okkum lurtarum at fáa at vita, hvat júst teY halda
um ymisk viðurskifti. tað haldi eg sum lurtari ikki. tað er eisini
ein misskilt sjálvpromovering, at ávísir vertir ikki kunnu fara út
um útvarpsstovuna uttan at eitt myndatema verður sett upp á
portalinum, har 18 av 20 myndum eru profilmyndir av sjálvum
vertunum. Kundi verið áhugavert at sæð fleiri myndir at staðnum
ella persónunum, sum varpað verður út um.
hVat VIl tú haVa MeIrI aV í MIðlUnUM?
Dýpd, bakgrund og undirhald. Kundi hugsað mær at vit fingu
eina satirusending antin í útvarpi ella sjónvarpi. eg kundi eisini
hugsað mær, at vit hyggja meira úteftir – kundi verið áhugavert at
havt føroyskar sendingar, sum tóku pulsin á útlendskum streym-
um innan eitt nú politik, vinnu, tónleik, og bókmentum. vit hava
stórliga brúk fyri, at politisk viðurskifti verða sett í ein samanhang.
eg kundi hugsað eitt longri politisk magasin við íblástri frá Dead-
line, mogensen/Kristiansen ella Jersild og spin. eygsjón er avgjørt
eitt fet rættan vegin, men tann sendingin fevnir breiðari og ofta
eru tað ikki meira enn 10 minuttir til hvørt evni. Hóast batar eru at
hóma, so kundi eg hugsað mær meira mentanartilfar.