fríggjadagur 19. februar 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 35 - 19. februar 2010
Heilsuverkini
í Føroyum og í
Íslandi eru við at
gera avtalu um, at
føroyingar kunnu
fara á Landspitali
í Reykjavík at fáa
viðgerð fyri sjúku
SjúkrahúSverk
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Seinastu árini hava nakrir
føroyskir sjúklingar verið á
Landsspitalinum í Reykja
vík í staðin fyri á Ríkis
sjúkrahúsinum
í
Keyp
mannahavn
og
fingið
viðgerð.
Eingin føst skipan hevur
verið, sjúkrahúsverkið í
Føroyum hevur bara gjørt
avtalu við Landspitalið í
hvørjum einstøkum føri.
Men nú er ein formlig
avtala komin undir land.
Aksel Johannesen, lands
stýrismaður í heilsumálum
sigur, at Landssjúkrahúsið
og
Landspitalið
hava
góðtikið
avtaluna,
sum
føroyska
heilsumálaráðið
hevur undirskrivað. Eftir er
bara at fáa undirskriftina
frá íslendska heilsumála
ráðnum.
Vit hava rykt fleiri
ferðir, og tí vænti eg, at
avtalan
verður
endaliga
undirskrivað fyrsta dagin,
sigur Aksel Johannesen.
Arbeiðið við at fáa hesa
avtalu byrjaðu longu, tá ið
Hans Pauli Strøm var lands
stýrismaður í heilsumálum.
Tað eru mest krabba
meinssjúklingar, sum hava
verið í Íslandi í staðin fyri í
Danmark og fingið viðgerð.
Ísland hevur peikað á, at
úrslitini av krabbameins
viðgerð har hava verið góð.
Okkurt árið hava úrslitini
verið betri enn í Danmark.
Tað
verður
upp
til
yvirlæknan at avgera, um
ein sjúklingur skal sendast
til
Landspitalið
ella
á
Ríkissjúkrhúsið
at
fáa
viðgerð. Atlit verða tikin
til, hvar úrslitini eru best,
hvør kostnaðurin er, hvar
bíðitíðin er styttri o.a.
Eg haldi tað vera gott,
at vit fáa fleiri møguleikar
at velja ímillum, sigur
Aksel Johannesen.
Gera avtalu við Ísland
um sjúkraviðgerð
Um stutta tíð verður tað formliga i lagi, so føroyingar kunnu fara á Landspitalið í Íslandi at
fáa sjúkraviðgerð í staðin fyri at fara á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn
Leita eftir brævsendara
Enn veit danska løgreglan ikki, um hóttanarbrævið ímóti Piu
Kjærsgaard, formanni í Danska Fólkaflokkinum, skal takast
í álvara. Fimm menn eru skuldsettir í málinum, men hvørki
avhoyringar ella rannsóknir heima hjá teimum fimm kundu
vátta tað, sum stóð í brævinum, sigur løgreglan í Keyp
mannahavn. Kanningarnar hjá løgregluni halda kortini fram.
Sambært fleiri fjølmiðlum stóð í brævinum, at tann, sum
beinir fyri Piu Kjærsgaard, fær 500.000 krónur í samsýning,
men hetta veit løgreglan einki um, sigur Jørn Åbye hjá
løgregluni í Keypmannahavn við Ritzau.
Kavin tømir kassarnar
Kavin hevur ligið óvanliga leingi í Danmark í vetur, og
útreiðslurnar til kavagrevstur síggjast nú aftur í teimum
kommunalu kassunum. Eitt nú hevði kommunustýrið í
Keypmannahavn sett 14 milliónir krónur á fíggjarætlanina
til kavagrevstur í ár, men longu nú hevur kommunamn brúkt
17 milliónir krónur síðani á nýggjárinum, skrivar DR.
Sambært kommunufelagnum vænta kommunurnar, at
útreiðslurnar til kavagrevstur fara millum 25 og 50 prosent
upp um játtanina í ár. Úrslitið er, at í nógvum býum verða
bara høvuðsgøturnar grivnar.
Tá ið arbreiðsdagurin
hósdagin var av,
vóru allir sekkirnir
av skitnum klæðum
og burturkasti
fingnir av vegnum á
Landssjúkrahúsinum
Portørar
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Samstundis sum semings
royndin um portørsáttmálan
millum Starvsmannafelagið
og
lønardeildina
hjá
Fíggjarmálaráðnum byrjaði
hósmorgunin, fóru portør
arnir aftur til arbeiðis. Verk
fallið varð avlýst og verður
bara tikið uppaftur, um sem
ingsroyndin miseydnast.
Tá ið portørarnir møttu
aftur hósmorgunin, brutu
teir upp um armar at rudda
burtur sekkirnar við skitn
um klæðum og burturkasti,
sum hevði hópað seg upp
undir verkfallinum.
Einir 10 menn fóru í
gongd, og teir góvu boð til
deildirnar um at órógva teir
sum minst henda dagin.
Portørarar komu eisini
aðra staðni frá eftir sjúkl
ingum, og teir hjálptu eisini
til.
Tá ið klokkan var 16, og
vanligi arbeiðsdagurin var
av, var alt fingið av vegnum.
Hósdagin vórðu nakrir
liðugt viðgjørdir sjúklingr,
sum strandaðir vóru á
Landssjúkrahúsinum orsak
að av verkfallinum, fluttir
heim, og nakrir eru fluttir
heim í dag.
Á middegi í dag var
framvegis einki at frætta frá
seminsgroyndini á Hotel
Føroyum. Partarnir hava
fingið bo frá semingsmonn
unum um einki at siga, og
semingsmenninir Jógvan
Amonsson
og
Alfred
Petersensiga einki.
Jógvan Amansson sem
ingsmaður vildi einki upp
lýsa um, hvussu gekst. Teir
høvdu tosað við báðar
partar sær, og ætlanin var at
halda fram við semings
royndini, til tað røkkur ella
støkkur.
Alt ruddað aftur
Nú er allir dungarnir
fingir av vegnum
Mynd: Jens Kristian Vang