fríggjadagur 19. februar 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 35 · 19. februar 2010
8
VIKUSKIFTI
Hvussu er lagið?
Heilt gott. Skal til New York í morgin, so
tað allarseinasta skal líka upp á pláss.
Hvat hevði tú gjørt, um tú ikki
hevði tað starv, tú hevur ídag?
Eg las stjórnmálafrøði. Helst tí eg ætlaði
mær at frelsa heiminum – ella um ikki
annað at hjálpa til í menningarlondum.
Royni at hanga eitt sindur í við at gera móta
við meining. Til dømis við verkætlanini í
Jordan. Har geva vit kvinnunum møguleika
at tjena pengar við at binda fyri okkum.
Hvat er títt favorittplagg?
Eg elski kjólar. Men eisini gummistivlar, sum
eg brúki, tá eg rokist úti hjá rossunum.
Hvat kostaði títt dýrasta klæðnakeyp?
Eg droymi um og nemi ofta við tað heilt dýra.
Onkuntíð havi eg keypt okkurt, sum fyrr kostaði
einar 6.000 krónur og síðani var niðursett...
Hvar keypir tú tíni klæðir?
Í Havn, í New York og í París.
Dámar tær
troyggjur
sum skríða?
Eg elski troyggjur
sum skríða. Tær
geva so góðan
hita og tað kenn
ist sum um, at
onkur rubbar tær.
Hvør er mest inspirerandi
persónur tú hevur hitt?
Hitti fyri stuttum ein, sum arbeiddi við
menningarverkætlanum innan klædnamerkið
Ydun, sum Bono í U2 og konan eiga. Har
hugsaði eg »YES« – tá G&G verður størri,
verður hetta mín leiklutur. At arbeiða við
verkætlanum, sum hava til endamáls at hjálpa
fólki í menningarlondum at uppfylla teirra
dreymar – við at gera burðardygg klæðir.
Hvat er tað besta við at
búgva í Føroyum?
At vera hjá familjuni. Eg eri so ótrúliga
familjukær. Og at føroyingar nú
einaferð best skilja føroyingar.
Er tú rík?
Kliché:in er ikki nýggj, men eg havi trý
deilig børn og ein fantastiskan mann.
Og so eina stóra favnandi familju. So
ja, eg eri rík. Men, sum maðurin sigur,
vit hava ongan Porsche enn...
Hvønn eginleika
hjá tær sjálv
ari er tú glað
ast fyri?
At eg ógvuliga
sjáldan dømi
onnur. Oftast er
ein djúpri orsøk
til at fólk gera
okkurt vilt...
Hvørjir eru tínir størstu veikleikar?
Eg eri illsint – og nakað brá.
Hvat ger teg glaða?
Um okkurt eg ella onnur hava stríðst fyri
eyðnast. Elski at hoyra successøgur, og
havi ikki minsta vet av øvundsjúku.
Hvat ger teg illa?
Tá nakar er fordømandi.
Hvat óttast tú?
Næstan einki. Men onkuntíð myrkrið.
Trýrt tú upp á Gud?
Ja, upp á mín egna løgna máta. Vit
hava okkara egna jargon, eg og
Jesuspápin bæði.
Hvat er eitt gott lív?
Eitt gott lív er eitt lív í nøgdsemi. Tá tú
kennir, at tú hevur gjørt tað, tú kundi,
og at tú hevur brúkt teir møguleikar tú
fekk. Tað ringasta má vera kenslan av
ikki at hava útlivað sínar dreymir.
guðrun rógvadóttir
– Eg elski
kjólar og
gummistivlar
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
Fakta guðrun
Navn: Guðrun Rógvadóttir
Aldur: 40
Bústaður: Bregendal, Danmark
Starv: Umsitingarstjóri í Guðrun & Guðrun
Familja: Gift og 3 børn - Bjørn 13 ár, Bjørk 9 ár,
Bjarki 4 ár
mynD: JENS KRiSTiAN VANG