Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. februar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 35 - 19. februar 2010 Ein arbeiðsbólkur er nú settur at skipa eina matvøru- og tænastuútbúgving í Klaksvík. Arbeiðast skal skjótt, soleiðis at hon kann setast í verk longu frá komandi skúlaári ÚtbÚgving Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Talan er um eitt samstarv millum Tekniska Skúla í Klaksvík, Húsar­ haldsskúla Føroya og Kokkaskúlan á Klaksvíkar Sjómansskúla. Gongst eftir ætlan, verður farið verður undir at skipa hesa matvøru­ og tænastu­ útbúgvingina sum eitt støð­ isár longu frá komandi skúlaári. Arbeiðsbólkurin skal taka støði í einum áliti frá 2004 við heitinum: „Upp­ skot um dagførda skips­ kokkaútbúgving og tilráð­ ing um nýggja matgerðaút­ búgving og at samskipa hesar báðar í eina yrkisút­ búgving, sum skal geva før­ leika til køksarbeiði og matgerð umborð á skipum og á matstovum o.l.” . Við undantaki av skips­ kokkaskeiðnum, sum Klaks­ víkar Sjómansskúli bjóðar út, er í dag einki tilboð í Føroyum innan matvøru­ og tilhoyrandi tænastuútbúgvingar. Víðka útboðið Landsstýriskvinnan í menta­ málum, Helena Dam á Neystabø, vísir á, at nú vaks­ andi arbeiðsloysi millum ung ger um seg, er týdning­ armikið at víðka og breiðka útboðið av útbúgvingum. ­ Vit hava í Føroyum eitt einastandandi tilfeingi inn­ an mat, bæði á sjógvi og landi. Og vit kundu fingið nógv meira burturúr hesum tilfeinginum, sigur menta­ málaráðharrin. Og hon legg­ ur aftrat: ­ Eg rokni við, at um vit bera okkum skilagott at, og allar góðar kreftir í økinum taka lógvatak saman, kunnu vit fáa nógv meira burturúr hesi íløgu, enn vit duga at ímynda okkum. Hóast tíðin er knøpp, vón­ ar hon, at til ber at taka næm­ ingar inn til hesa útbúgving komandi skúlaár. Í arbeiðsbólkinum sita: Rúni Heinesen, skúlastjóri á Tekniska Skúla í Klaksvík, og hann er formaður; Pole Mikkelsen, stjóri á Klaks­ víkar Sjómansskúla; Jóhanna á Tjaldrafløtti, leiðari fyri Húsarhaldsskúla Føroya; Karin K. Petersen, lærari á Tekniska Skúla í Klaksvík; Eyðun Gaard, leiðari á Yrkis­ deplinum og Niclas Hov­ gaard, fulltrúi í Mentamála­ ráðnum sum er skrivari. Nýggj útbúgving í Klaksvík Nýggj útbúgving innan matvøru og tænastu verður væntandi sett á stovn í Klaksvík longu í summar Mynd: husarhaldsskulin.fo Søkt verður nú eftir sóknarpresti til Suðuroyar norðara prestagjald við sæti í Hvalba. Eingin prestur hevur verið síðani 1. januar, tá avloysarapresturin, Símun P. Jacobsen fekk fast starv á Strondum Prestar Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hvalba: Tveir sóknarprestar eru í prestagjaldinum. Prest­ urin á Tvøroyri, Jónsvein Bech er kirkjubókaførandi og jarðarferðarmyndugleiki. ­ Tænastan hjá nýggja prestinum verður skipað í samstarvi millum prestar­ nar, sigur Jógvan Fríðriks­ son, bispur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni. Miðað verður fram ímóti at embætið verður sett 1. mai 2010. Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir: Sandvík, Hvalba, Tvøroyri og Fámj­ in. Umleið 1.950 fólk búgva í prestagjaldinum. Upplýst verður, at prest­ urin er í ávísan mun knýttur at Suðuroyar sunnara presta­ gjaldi, har Patrick de Neer­ gaard er prestur í Vági. Til hetta starvið er tæn­ astubústaður, sum er presta­ garðurin í Leirum í Hvalba. ­ Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarð­ inum, leggur bispur dent á. Aðrar tænastur Umframt tær vanligu kirkju­ ligu tænasturnar, fær nýggi presturin eisini aðrar upp­ gávur. Afturat kirkjunum eru nevniliga onnur tænastustøð. Gudstænastur verða somu­ leiðis hildnar á ellis­ og røktarheimi og í sambýlum. Sagt verður, at umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði, og annars lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar ið ikki enn eru prestvígdir, kunnu eisini søkja starvið. Hetta kann gerast við at senda váttan frá pastoralseminarium sam­ an við umsóknini. Bispur vísur á, at umsøkj­ arar, ið ætlandi verða lidnir at lesa gudfrøði og pastoral­ seminariið í summar kunnu søkja. Umsóknarfreistin er sett til 15. mars kl. 15. Annars verða prestastørv eisini leys at søkja í Fugla­ firði og í Hvalvík í næst­ um. Hvalbingar fáa nýggjan prest í mai Bátar hittast aftur í Vest­ manna Eins og undanfarnu átta árini verður aftur í ár skipað fyri Bátastevnu í Vestmanna. Hesuferð verður stevnan hildin leygardagin 15. mai bátar Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Vestmanna: Eyðkenni fyri hesa vælumtóktu stevnuna eru, at her hittast sera nógv fólk at hava tað hugnaligt saman í bátum, húsvognum, á motorsúkklum og á ymiskan annan hátt. Bátastevnan í Vest­ manna verður á mangar mátar eins og tann í fjør, men kortini er ein broyt­ ing: Umstøðurnar hjá bátum og húsvognum verða nú enn betur enn tær hava verið. M.a. verð­ ur gjørt meira pláss til hvønn húsvognin, eins og fleiri bátabrúgvar verða lagdar út. Bøtt verður haraftrat um umstøðurnar at fáa atgongd til vatn­ og elveiting, og saniteru við­ urskiftini verða løgd betur til rættis hjá bæði bátum og húsvognum. Vestmanna Ítróttarfel­ ag vónar, at tiltakið aftur í ár fær góða undirtøku. Ágóðin av tiltakinum fer til liðugtgerð av kapp­ róðrarneystinum. Eftir 1. mai fara hvalbingar helst ikki longur at liggja í prestaloysi 700 fólk til konsert Keldan: Ikki færri enn 700 fólk høvdu leitað sær í Kelduna í Skálafirði hetta illfýsna týskvøldið, har tey fingu eitt eitt langt kvøld saman við einum av „heitastu“ bólkunum innan gospeltónleikin í løtuni. Í meira enn tveir tímar bergtóku Ernie Haase og hansara menn fjøldina, sum við klappi, látri, tárum og sangi aktivt tóku lut í løtuni. Ein av viðmerkingunum frá forsangaranum var, at hann merkti ein heilt serligan opinleika frá fjøldini: “Tað var sum um at tey ótu hvørt orð, ið kom av pallinum, og vildu allatíðina hava meira“. Eitt lítið video­klipp frá pallinum kann síggjast á hesi slóðini: HYPERLINK „http://www.youtube. com/user/ehssq“ http://www.youtube.com/user/ehssq. 50 sluppu ikki inn Klaksvík: Øll árini síðani húsarhaldsskúlin varð stovnaður, hevur áhugin ímillum tey ungu verið stórur. Og skúlin er framvegis populerur. Pláss er bert fyri 21 næmingum, men til skeiðið sum byrjar í august fingu tey umsóknir frá umleið 70 ungdómum. ­ So vit noyddust at siga nei til útivið 50 teirra, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á skúlanum við Norðlýsið. Sum støðan er ídag, so skal ein vera meiri enn heppin, um ein skal sleppa inn á Húsarhaldsskúla Føroya.