fríggjadagur 19. februar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 35 · 19. februar 2010
11
VIKUSKIFTI
VøddasVinn
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
At fáa vøddasvinn sum tilkomin er sín
søk. Men at gerast bundin til ein el ek
tron iskan koyristól sum 12 ára gamal,
er ein heilt onnur søk.
Fyri 20 ára gamla Róar Hansen
hevur hvørki sjúka ella hjálpitól forð
að honum í at liva eitt rættiliga van ligt
ungdómslív í heimbygdini og í høvuðs
staðnum.
Í vardu íbúðini í Havn kann hann
liva sítt lív. Við serbygda bussi sínum
kann hann ferðast hagar hann vil. Og á
skúlabonki kann hann nema sær kunn
leika, sum ger at hann sjálvur megnar
at breyðføða seg. Lívsmótinum bilar í
øllum førum einki:
– Einaferð doymdi eg um at gerast
bakari, men tann dreymurin, hann er
langt síðani farin. Nú er teldan mítt
eitt og alt. Og tað verður hon uttan iva
eisini í framtíðini, sigur brosandi nóls
oyingurin.
Róar hevur tikið við teim møgu
leikum og avmarkingum sum sjúka
hans ara hevur: Við hentum hjálpitólum
og einum góðum vilja at læra nakað
nýtt, ynskir hann í dag at arbeiða við
teld um.
Beinini fær hann ikki brúkt, men
hendurnar og eitt gott høvd eru álit
hansara á, at til ber at skapa sær eina
framtíð, hóast hann ongan veg sleppur
uttan koyristólin.
– Fólk eru ógvuliga hjálpsom. Eg eri
kanska eitt sindur smæðin, og royni at
gera tað sjálvur sum eg kann. Men tá
eg so biði um hjálp, ja, so fái eg bein
anvegin hjálp frá fólki, leggur hann
aftrat.
Frá dreymi til veruleika
Tað er ikki hvør sum helst sjúka, ið Róar
Hansen er raktur av. Vøddasvinn er ikki
at spæla við, tí vísindin hevur enn ikki
funnið nakra viðgerð, sum kann grøða
sjúkuna fullkomuliga. Í dag ber til at
liva við vøddasvinni og samstundis
hava eitt virðiligt lív.
Hetta hevur kortini havt sína stóru
ávirkan á likamligu støðuna hjá unga
nólsoyinginum. Men lívsneistan og
lívsgleðina hevur sjúka hansara kortini
ikki nortið við. Heldur ikki ætlanir
hans ara fyri framtíðina.
Róar gongur í løtuni á Tekniska
Skúla í Havn, har hann á eldeildini
tek ur fyrstu stigini, til tess at røkka máli
sín um at gera teldur og kunningartøkni
til eitt lívsstarv.
Við likamliga brekinum er hann fult
greiður um, at møguleikar hansara fyri
starvi, frítíðarvirksemi og ferðing eru
og verða avmarkaðir.
– Ein má bara síggja veruleikan
í eyguni. Eg verði nokk ongatíð bil
mekan ikari, kemur tað – hóast alt –
bros andi frá Róari.
Hann hevði í síni tíð ein dreym um
at arbeiða við m.a. antennum og út
varps tólum sum radiomekanikari, men
í dag er tíðin líkasum farin frá hesum
møgu leikanum.
Einu tíðina lá arbeiðið sum bakari
framm arlaga í huga hansara, men í dag
er allur ivi sópaður av borðinum: Nú
er tað teldan, sum er og verður hans
ara snúningspunkt, bæði í arbeiði og
frítíð. Ætlanin er nevniliga at læra til
KTtøkning.
– Tá hugsi eg um at arbeiða við
teldum, kanska at umvæla tær ella okk
urt tann vegin, greiður Róar frá.
Vanligt lív
Róar var ikki serliga gamal, tá hann
fekk staðfest sjúkuna.
Tað byrjaði við, at foreldur hansara
løgdu merki til, at hann datt so oftani.
Vøddarnir í beinunum megnaðu snøgt
sagt ikki at bera hann, og sum 12 ára
gamal gjørdist koyristólurin hansara
flutningstól og akfar.
Hetta hevur kortini ikki forðað Róari
at ganga tey fyrstu níggju skúlaárini í
heimbygdini Nólsoy, tíggjunda árið í
Eysturskúlanum í Havn, taka koyrikort
til bil, starvast hjá Føroya Tele og hava
sín egna og umbygda buss at ferðast
við.
Í dag býr Róar í vardari íbúð í
Stoffa lág, saman við tvíbura sínum,
Rúna sum gongur í Hoydølum. Her
livir hann sítt ungdómslív, væl vitandi
um, at sjúkan tíbetur hevur staðið í stað
tey seinnu árini. Men tað er kortini
ógjør ligt at siga um tað verður soleiðis
í fram tíðini.
– Mær dámar væl at lurta eftir tón
leiki. Eg hugsi faktiskt um at læra meg
at spæla klaver!, sigur Róar Hansen.
Heldur hann á við hesum, fer hann
kanska at fylgja í fótasporinum hjá
einum øðrum nólsoyingi, Kim. Teir
bera sama eftirnavn og eru í familju.
So hví ikki?!
Eg havi jú
»bara«
vøddasvinn
– Eg havi onga orsøk at síggja negativt uppá framtíðina. Eg mEini,
tað Eru so mong onnur, sum Eru nógv vErri fyri Enn Eg. Eg havi jú
»bara« vøddaSvinn, sigur róar terjaSon HanSen úr nólsoy
Hóast Róar ber likamligt brek,
er hansara gerandisdagur ikki
so øðrvísi enn hjá øðrum 20 ára
gomlum dreingjum.
Hann fer frá húsum 20 minuttir
áðrenn skúlin byrjar kl. 8:10, og fer
síðani til hús at gera heimaarbeiðið
til dagin eftir. Ávísar dagar í viku
fær hann vitjan av stuðlum sínum,
har teir gera heimaarbeiðið, keypa
inn, vaska bilin og tílíkt. Onkutíð
bíleggja hann og bróðurin mat
uttanífrá.
Róari dámar væl at sita framm
anfyri telduna, og er spælið »World
of Warcraft« ofta á skíggjanum.
Hann er eisini á Facebook og
dám ar væl at hyggja eftir filmi.
Um vikuskiftið er hann onkutíð í
Nólsoy, men fer eisini oman í býin,
eins og vinmenn hansara gera.
Dagsskráin
týsdag 16. februar 2010
Vaknaði kl. 7, rakaði sær og lat seg
í. Kvøldið fyri var hann í brúsu, fyri
at sleppa undan at brúka tíð uppá
tað á morgni.
Eftir at hava fingið sær ein te
munn og fransbreyð, ætlaði hann
sær beint út í bilin og við honum í
skúla. Men í gjár fann hann út av,
at lyftin til bilin rigg aði ikki, og
tí mátti hann fáa MBFbussin at
koyra seg. Hann gjørdist tí nakað
seinur í skúla.
Fyrsta tíman var eitt elfak
á skránni, næsti tímin enskt og
síðani eitt sindur um, hvussu ein
stovnar eitt partafelag. Lukkutíð
fyri Róar og floksfelagar hans ara
var tann næsti lærarin sjúkur, so
teir fingu frí um middagsleitið.
Seinnapartin var blaðmaður frá
Sosialinum á vitjan, og síðani fór
hann undir heimaarbeiðið. Seinni
um kvøldið kom pápin framvið og
skuldu teir eta ein døgurðabita
saman, og síðani varð restin av
kvøldinum brúkt við telduni.
Vanlig dagsskrá