Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. februar 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 35 - 19. februar 2010 Tá Edmund Joensen roynir seg í politiskum ballett­ dansi, eru piruettirnar altíð øðiligar. Sum elefantur í postalínshandli dansar hann nú aftur. Mangt kann sorlast í hansara óstýriligu umdreyningum. Havast skal kortini í huga, at hetta er rein solouppvísing. Edmund hevur roynt seg áður: – Hann hevur útmerkað seg við at vera ímóti Vága­ og Norðoyatunlunum, hann hevur ongantíð torgað sitandi løgmann, og nú vil hann niðurleggja Klaks­ víkar­ og Suðuroyar Sjúkra hús. – Vit spyrja: til gagns fyri hvønn? Tá Lisbet L. Petersen fór frá sum formaður Sam­ bandsfloksins, og tað gjørd ist greitt, at flokkurin fór at velja Kaj Leo Johannesen sum eftirmann, gjørdist samstundis greitt, at Edmund undir ongum umstøðum fór at stuðla floksleiðlsuni. Hetta lyfti hevur hann hildið. Neyvan til gagns fyri Sambands­ flokkin. Vit, sum ikki búgva inni á miðøkinum, eru so von við hansara høgg. Vit minn ast, hvussu hann stríddist ímóti Vágatunli­ num og gav táverandi lands stýrismanni í Vinnu­ málum sekkin fyri at hava sett arbeiðið uppá Vága­ tunnilin í gongd. Eisini minnast vit, hvussu hann í føroyskum og útlendskum fjølmiðlum gjørdi grin burtur úr roynd­ unum at fáa Norðoya tunn­ ilin settan á politiska dagsskrá. Teir nýggjastu tankarnir hjá Edmundi um at niður­ leggja smærru sjúkra­ húsini, kunnu ikki verða til nakað annað enn at provokera – ein óvirðilig roynd at vinna persónligar atkvøður í hansara nýggja atkvøðudepli ­ Tórshavn. Góði Edmund ­ hvat við at komið við kritikki, politiska skipanin kundi brúkt og ikki bara skotið frá hoftini við hugskotum, sum einans sáa mistreysti og ótta? Hvat um tú t.d. byrjaði við at rationaliersa teg sjálvan. Eg meini, tú ert løntur bæði úr statskassa og landskassa, og sostatt átti tjóðin at væntað sær meira av tær. ­ Stórur partur av fólkinum hevur trupult við at halda fast við ta einu lønina. Tín óstort­ ligi solodansur hevur einki við sambandspolitikk at gera og gagnar ikki flokk­ inum. At miðsavna alt skúla­ verkið í nakrar fáar »effektivar« kraftdeplar ­ sum m. a. leiðslan í Føroya Lærarafelag mælir til – ljóðar ikki bert populistiskt – men fer neyvan at føra til nakra rationalisering. Skúlaverkið verður ikki bíligari at reka – og sam­ stundis hevur ein kvett høvdið av fleiri vælvirk­ andi skúlaeindum bæði í býum og bygdum. Formaður í Norðoya Sambandsfelag John William Joensen innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Evnisdagur um Føroyar og vælferðina Vælferðarsamfelagið Føroyar verður í dag sett á dagskránna á stórum fundi í Norður landa- hús inum. Tað er Samtak, sum skipar fyri og áhuga vert verður at frætta nærri frá hesum tiltakinum í miðlunum komandi dagarnar. Eisini Miðlahúsið er umboðað, so her verður meira at frætta í okkara miðlum eisini. Fyrireikararnir siga í skrivi, at teir fara úr ymisk um sjónarhornum at lýsa støðuna, tíðar rákið, avbjóðingarnar og hvørja leið vit eiga at ganga í menningini av okkara vælferðarsamfelag. Á evnisdegnum verður m.a. varpað ljós á hesar spurningar: hvussu sær vælferðar sam - felagið Føroyar út? Hvat er vælferð anno 2010? Hvørjar eru avbjóðingarnar hjá væl- ferðarsamfelagnum Føroyar? Hvussu ávirka okkara liviumstøður okkara lívsmøguleikar og lívsgóðsku? Hvussu ávirkar tað børnini at vaksa upp í familjum, ið hava fíggjarliga svárar umstøður? Hvør er uppgávan hjá fakfelagsrørsluni og felagskapum í ein- um vælferðarsamfelagi og hvussu kunnu hesi verða við til at tryggja, at vit hava eitt samfelag, har øll hava javnbjóðis møguleikar? Hvørja leið eiga vit at ganga, nú nýggj for- sorgarlóg skal smíðast? Hvørja ábyrgd hava vit sum einstaklingar í vælferðarsamfelagnum? Fyri at svara spurningunum hava fyriskip ar- ar nir fingið eitt væla lið av góðum fólkum. Eitt nú kenda sosiologin Emilia van Hauen, sum fer at tosa út frá heitinum: Farvæl ego- veitsla, góðan dag endamál og felagskapur. Eitt nýtt tíðarrák er ávegis, sum snýr seg um at gera mun. Tað er ikki longur nóg mikið at verða nakað, tú mast gera nakað. Emilia van Hauen nemur í sínum fyrilestri við, hví hetta tíðarrákið er ávegis, og hvat tað krevur av okkum. 2010 er enn ungt, og tað boðar frá góðum, at skjøtil verður settur á enn eitt ráðstevnuár við so týðandi tiltaki sum hesum Samtak hevur fingið í lag. Brúk er fyri, at ljós verður varpað á umrøddu mál ikki bert á eini ráðstevnu sum hesari men eisini aftaná í fjølmiðlunum og ikki minst á løgtingi. sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard jaspur@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Svein Rógvi Nielsen Ljósstein sveinrogvi@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo sosialurin í norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo sosialurin í suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn e-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Solodansur Edmunds Elektron-avmynstring Eftirlýsing av upplýsingum Í 1994, í 2002 og nú í 2010 vilja peningastovnar flyta tað arbeiði, Elektron ger, av landinum. Vandi er fyri, at munandi partur av eini 100 arbeiðsplássum sostatt vera óneyðug her á landi. Higartil hava teir ikki kunna gjørt hetta ímóti føroyska samfelagnum, tí lógarverkið hevur forðað tí. Er nakað broytt í lógar­ verkinum síðani 2002 sum ger, at tað nú kann gerast? Annars sigst, at útflagg­ ingin kostar trífaldar miljónir. Um nú tølini vísa, at tað er munandi bíligari í víð­ astu merking (cost benefit á juppamáli) at flyta hesi arbeiðspláss av landinum, so stingur spurningurin seg upp, um ikki tað so eisini er dupult so snilt at niður­ leggja føroyska banka­ kervið og hava lán og alt annað í danska ella skandi­ naviska kervinum. Ella onkra aðrastaðni. So fara vit at spara al mikið av peningi. Eitt nú tveyfaldaðar miljónir til leiðslusamsýningar. Um vit bankakundar eisini flagga út, so er ein møguleiki, at fremmandu bankarnir fara at seta gongd á og brúka Elektron, tí felagið er her. Nevnir 2015­visjónin ikki, at vit um fimm ár vera fremst á telduøkinum og vera serveitarar til smá samfeløg um allan heim? Tað sær als ikki so út við hesi gongd. hanUs Vang