Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. februar 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 35 · 19. februar 2010 12 VIKUSKIFTI Til arbeiðis Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Farið er um middag ein gerandisdag, og nokkso stilt er inni á bakarínum Mylnuni á Berjabrekku í Havn. Tvær ungar kvinnur tuska aftur og fram. Hetta eru kondittararnir Gry Haaken stad og Ann-Margit Davidsen. Inn ímillum steðgar Gry á at práta, men má so frá prátinum, hvørja ferð klokkan á ovninum ringir. Tað er nógv ferð á. Tær byrja klokkan sjey hvønn ger- andismorgun, og tá ið tær arbeiða um vikuskiftið, møta tær á midnátt ella klokkan 3-4, alt eftir, hvussu nógvar bílegg ingarnar eru. Til vikuskiftið bí- leggja fólk serliga køkur við róma, kransa køkur og lagkøkur. Gjøgnum dagin gera tær øll møgulig sløg av køkum, í seinastuni eisini nógv- ar føstulávintsbollar. Tær gera køkur til allar fýra handl- arnar hjá Mylnuni. Gry hevur bara arbeitt í Mylnuni í tríggjar vikur. – Tað mesta her er tað sama sum í Dan mark, tilfarið, mannagongdin, og tað er líka nógv at gera. Køkuúrvalið er tó ikki heilt tað sama, sigur hon. Gry arbeiddi í nøkur ár í Danmark, men hon tók av, tá ið henni varð boðið eitt starv í Noregi. Har var hon tó ikki leingi, tí fyritøkan kom í fíggjarliga trong støðu. Men Gry var so heppin at vera vin kona við Ann-Margit, kondittara í Mylnuni. Frá henni fekk hon at vita, at Mylnuni vantaði ein kondittara, og so leiðis bar tað til, at hon nú er í Før- oyum. Arbeiðsgleði Hon hevði verið fleiri ferðir, áðrenn hon nú kom til Føroya at arbeiða. Henni dámar væl í Føroyum og ætlar sær ikki avstað aftur enn á sinni. Hvørji eru krøvini til ein kondittara? – Fyrst og fremst skal man vera morgunfólk, og man skal hava skapandi evni bæði til at finna uppá og duga at tekna ymist á køkurnar. Gry hevur ongar trupulleikar við at fara upp tíðliga til arbeiðis, og hon møtir við gleði, tí henni dámar so væl arbeiði. Einasti vansin við vikuskiftsarbeiðinum er, at tá ið vinfólkini fara í býin eitt leygarkvøld, noyðist hon í song. - Men tað ger ikki petti, tí mær dámar so væl hetta arbeiðið. – Hóast eg aRbeiði annað Hvørt vikuskifti, dámar mær ometaliga væl at arbeiða sum kondittaRi, sigur GRy Haakenstad, kondittari í bakarínum mylnuni í Havn Morgunfólk við sKapandI eVnUm mynd: jens kristian vang til arbeIðIs Navn: Gry Haakenstad starv: Kondittari besta við arbeiðinum: At skapa starvstíð: Fimm ár staður: Mylnan í Havn fakta Gry