fríggjadagur 19. februar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 19. februar 2010
13
Allar rørslur hava brúkt søg
una til at skapa ein serligan
sam leika við. Øll fólkasløg
hava eina fortíð og umsita
søguna og minnini um hesa
fortíð á ein serligan hátt.
Rørslur, bólkar og politiskir
flokkar leggja dent á ymiskar
partar av minninum, ment
anini og av søguni, ið tey so
brúka, sum tey hava hug til.
Sjálvt forminnissøvn, stand
myndir og minnisvarðar, sum
skulu eitast at minnast fyri
okk um, byggja á gloymsku av
tí, at tað at minnast okkurt,
skapar samstundis gloymsku
um okk urt annað. Hetta er
ein banal truisma, og ofta er
óneyðugt at gerast paranoid
ur av hesum. Tað eru tey, sum
hava vald, sum mynda
minnis mentan okkara.
Hvast kjak er í gongd, ið er við
at enda sum reint gleps og
perspektivloysi. Tað var útisetin
og lærarin Virgar T. Dalsgaard,
og so seinni lektarin Rolf
Gutte sen, sum høvdu tikið
ymiskt minni tespiligt úr søguni
ella minninum. Tað er sum so
ikki nakað serligt nýtt í hesum.
Virgar hevur gjørt hetta fyrr.
Nationalistiska minnið
Argumentatiónin hjá Virgari er
hon, at loysingarfólk ella
national istar hava beinagrindir í
skápinum. Ferð eftir ferð hava
tey gjørt seg inn á javnaðarfólk
og sambandsfólk, og serliga inn
á Petur Mohr Dam.
Søgan, og serliga føroyska
søgufatanin og minnisment an
in, (ikki eitt orð, Virgar brúkar)
er politiserað. Virgar brúkar so
ymiskt úr tí føroyska raritets
kabinettinum til at máa legi
timi tetin undan einari meiri
sakralari tjóðveldissøgufatan.
Svar komu skjótt, Jóanes
Nielsen fór eftir Rolf Guttesen,
Oddvør Johansen eftir Virgari
og Rolfi. Albert Isfeld eftir
báðum, og Dávid Isfeld somu
leiðis. Onkur varð róptur fyri
Erasmus Montanus, studentur,
útiseti, antinationalur djevla
manari og Oddvør helt, at teir
vóru passé. Virgar kom við
bæði Entzensberger, Voltaire
og alskyns søgum um, at
Petur Mohr Dam og aðrir
mang an vórðu illa hagreiddir,
og húsini hjá onkrum blivu
innsmurd í lorti.
Men er hetta ikki bert
loysing og sambands skot
grøvin einaferð enn? Við hes
um sá út til, at kjakið var
endað, men mest við sjálv mál
um hjá øllum pørtum.
Kjak um søgu og søgufatan
eru vanlig í øðrum londum,
men vit eru ikki von við at
kjakast um nakað. Kemur okk
urt fram, sum er áhugavert, so
er tað mangan soleiðis orðað, at
eingin kann annað enn at ógv
ast við. Og tá so svar koma,
sum eru rein karaktermorð, so
er kjakið farið av sporinum,
áðrenn tað er byrjað. Hetta er
perspektivleyst, fátækt og niðr
andi. Virgar skrivar t.d. so
bonskt, at ein sær fyri sær,
hvussu hann og loysingarmenn
enda í svartasta roki um tulk
ing ina av fortíðini, ella hvør
hevur rætt til at brúka hesa for
tíðina og til hvat. Hetta er synd,
tí Virgar veit nógv, men form
urin dettur um beinini á sær
sjálvum. Nógv spennandi per
spektiv kundu verið løgd fram,
um tey vórðu spulað rein av
gallinum hjá Virgar.
Hvør er passé?
Síðani komu aftur svar frá
teim um báðum, har teir siga, at
søgan ikki er passé. Og tá fara
lesarabrøv at snúgva seg um
kjak, form og kjakmentan. Men
tað, sum eg haldi er evnið her,
er í hvussu so er ikki søgu
vísindi, ella sannleiki við stóra
S, men tað at handan álopini og
seinni verjustøðuna hjá Virgari
og Rolfi, ella mótstøðuni móti
teirra sjónarmiðum og tulking
um av søguni, er ein heldur
naivur tanki um, at ein søgu
ligur sannleiki skal finnast, og
at hesin skal avdúka loysingar
fólk og ekstrema nationalismu í
Føroyum. Tað, sum er aðalfeil
urin í hesi hugsjón er, at hon
byggir á eina heldur avoldaða
søgufatan. Ella sagt á annan
hátt: tað, sum Virgar og Rolf
tosa um, tað sum Jóanes, Odd
vør og øll hini tosa um, er ikki
søgan sum so, men felags
minni og søgubrúk. Hvussu
politiskir flokkar hava brúkt
hesa søgu politiskt. Tað er ein
onnur »søga«.
Søga og søgufatan eru eisini
sosial og politisk fyribrigdir, tí
søgan hevur m.a. verið avger
andi partur av politisku tjóðar
byggingini. Frá hesum hava vit
sæð ein serligan minnis og
samleikapolitikk. Tískil er tor
ført at fáa nýggjan standard fyri
søgufatan ella søgubrúk í
Føroyum.
At brúka søgu og
søgupolitikk
Tað, sum liggur Virgari og Rolf
á hjarta er, at teir halda at
søgu skrivingin í Føroyum ella
føroyska minnismentanin er fylt
við mýtum um Nólsoyar Páll,
Magnus Heinason osfr. Her er
tankin at loysingarfólkini og
nationalistarnir hava havt vald
til at seta seg á lærustovnar, so
sum Fólkaskúlan. Men hetta er
einki nýtt. Flest lond brúka
søguna. Søgan er amboð at
skapa samleikar við. Eisini
Dan mark er rokað við tjóðar
hetjum. Gøtur eita enn eftir
Herluf Trolle, Tordenskjold og
Valkendorff.
Í londum uttan fólkaræði
hava vit sæð, at søgan er tað
fyrsta, sum verður nýtt til at
skapa legitimitet fyri sama
harð ræði. Úr Kina og Russlandi
til Norðurkorea. Her enda leið
ararnir sjálvir á standmynd um,
frímerkjum og penga seðl um,
og tá teir doyggja, verða teir
beindir í eitt panteon at liggja.
Í londum við meiri fólkaræði
er altíð bardagi um søguna.
Bardagi er neyðugur og sunnur
sum alt annað veruligt kjak.
Men hesin liggur ofta uttan fyri
akademisku søguskrivingina
(um vit her hugsa um keldu
kritikk og historiografiska við
gerð annars), tí rørslur, politisk
ir flokkar, bygdir, bólkar og
einstaklingar berjast um at legi
timera egnar sam leikar og
rørsl ur, og øll brúka søguna til
hetta.
Serliga í londum sum Føroy
um, sum hevur verið sundur
skrætt síðani 1906 og enn er
merkt av einari kolonialari ella
postkolonialari støðu, slepst
ikki uttan um at kjakast um
hetta.
Tá so báðir partar vísa á
»søguna,« sum um tað er tað,
sum er evnið, tá er neyðugt at
vísa hesum aftur. Tí tað er ikki
søgan sum so, ið er evnið her,
men harafturímóti tað, sum
innan granskingina í søguligari
teori kallast søgupolitikkur, tvs.
læran um, hvussu søgan verður
brúkt í politiskum høpi. Ein
áhugaverd søga kanska? Her
hava vit td. sæð nasistar brúka
norðurlendsku fortíðina. Sosial
istar ræðumyndir um tjúkkar
menn við høgum hatti, sum
einaferð áttu alt. Hvussu loys
ingarrørslan hevur brúkt
søguna. Hvussu sambandsfólk
hava og hvussu Føroya Ar
beiðarafelag hevur brúkt søg
una. Filmurin Forest Gump gav
okkum eina tulking av ameri
kanskari søgu, sum ein sein
ment ur upplivdi hana. Tað sum
Virgar og Rolf tykjast finnast at
hvussu vit eru lærd at minnast
og hvat hetta minnið hevur
fing ið okkum at gloyma, men
teir brúka sjálvir søguna sum
eitt amboð til at máa legititetin
und an einari sakralari søgu
fatan.
Vit eiga øll fortíðina
Virgar og Rolf hava rætt til at
brúka søguna, eins væl og
Høgni Hoydal í bókini »Myten
om Rigsfællesskabet« ella
Jóannes Patursson í sínum
»søgu bólkum«, tí menniskja er
søguskapandi og søgubrúkandi,
og vit hava øll brúk fyri at
kunna siga søguna um okkum
sjálvi, eins væl og um okkara
land og fólk. Av tí sama er tað
at skjóta ov langt at seta sær
fyri, at søguvísindin skal geva
okkum hendan samleikan. Tað
er ikki júst leikluturin hjá
søgufrøðini at vera tænari hjá
Virgari ella hjá Høgna Hoydal
ella Rolf. So kvæla tit veruliga
Clio, musuna fyri søgu.
Alt skal kunna endavendast,
serliga tað, sum er sakraliserað.
Jóannes Patursson og Joen
Poulsen skulu endavendast,
endurmetast og endurtulkast,
eins væl og Anfinn Kalsberg
ella Kaj Leo verða tað í bløð
un um. Fólk brúka søguna og
endurnýta hana til at skapa
felags minni og tilvit við máln
ingum, myndum, í avísum, á
standmyndum, í fornminnis
søvnum, tá tey ferðast, innan
rørslur, í sjónvarpinum, í sjón
leikum, og ikki minst sum
hornastein í okkara egnu
lívssøgum og familjusøgum.
Skulu vit tæna fólkaræðinum
best, so skulu vit taka ábyrgd
av søguni og fortíðini. Tey, sum
hava sum starv at umsita
fortíðina, so sum savnsvørðar,
lærarar, embætisfólk, høvundar,
granskarar, dokumentaristar
skulu byggja á opinleika, fólka
ræði og vera opin fyri nýggjari
tøkni, miðlan, hugsjónum og
perspektivum. Soleiðis skapa
vit eina modernaða søgufatan,
helst uttan gallbeiskan og
svakligan søgupolitikk.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
At brúka søguna og bardagan
um minnismentan okkara
– Eitt perspektiv til Virgar og hini
tíðargreinin
Kim Simonsen
Tíðargreinin