Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. februar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 35 · 19. februar 2010 13 VIKUSKIFTI SoSIalurIn hevur hITT TeIr báðar FólKaTIngSlImIrnar Høgna Hoydal og Edmund JoEnsEn á ChrISTIanSborg TIl KjaK um loySIng og Samband í ljóSInum av FíggjarKreppunI. edmund joensen: Nýggir Facebook bólkar Eitt hvørt mótmæli, hobby, endamál, aðalmál og hugskot hevur sín Facebook bólk. Og tað eru mong, sum troyttast av teimum ótejlandi bólkunum, mann verður boðin at tekna seg til. Her er ein listi bólkum, sum ivaleyst kundi verið aktuellur: Vit vilja hava Dimmu-fólkini aftur á Facebook Til okkum, sum elska loðin bein Eg geri ikki nakað í dag, sum kann bíða til í morgin 250 limir og Gerhard Lognberg fer til Paradise Hotel Lærarar, ið vilja hava longri feriu Nei, eg havi ikki ligið vakin i eini skrellispann í eina viku – eg eigi litil børn! Vit sum elska at sova leingi um morgunin Til øll okkum, sum leita eftir hinari hosuni Til okkum, sum taka Gekkin upp á VHS Kaj Leo sum næsti NATO-aðalskrivari So hendi tað vanlukkuliga aftur. Øsingin er byrjað, psykosan veksur dag frá degi, og eingin heilivágur er. Føroyingar eru og vóru við í idiotiskum undir­ haldskappingum í øðrum londum, fyrst og fremst í Danmark sjálv­ andi, har hoyra vit heima. Har eru vit altíð vælkomin at spæla við. Teir blivu ikki nummar eitt, føroyingarnir, í Melody Grand Prix, ella hvussu tað eitur, hóast teir sjálvandi vóru nógv betri enn øll hini tilsamans. Verðin er ikki rættvís. Tað hevur hon ongantíð verið. Men vit eru við fyri at læra hini. Ein er so eftir, tíverri, í aðrari afturvendandi stórhending. Tað er tó við Guds hjálp, so tað man fara at lukkast, um Gud vil. Ein í frælsishetjupartínum vil hava Føroyar sjálvstøðugar við í evropisku Grand Prix song­ kappingina, tí vit duga so væl. Tað er, sum skilst, ikki nóg gott, at føroyingar sleppa at vera við hjá hinum. Hví ikki tað? Var tað ikki ein hvítarussari, sum vann fyri Norra í fjør? Hvat bagir globaliseringini? Hóttir hon heimføðingin? Men tað er bara tað, at tað kostar at vera við í slíkum felags skapum, og vit plagdu ikki at vilja gjalda fyri at vera við. Vit fáa ikki burtur av gransk­ ingarmilliardunum hjá ES, tí vit vilja ikki lata sjey milliónir. Tað er tí útilokað, at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í hasum undirhaldsskrímslinum. Og full­ komiliga óneyðugt eisini, tí vit sleppa jú við hjá hinum fyri einki. Hitt er so tað, at hesar tápuliga kareokekappingar eru tað einasta, sum kann savna okkum, kúgaða fólkið í Føroyum. Fullveldið kundi ikki, sambandið kann ikki. Og ein danskari við indianara­ navninum Chief One hevur sagt alment, at føroyingar fara at bergtaka Eurovision. Føroyskur tónleikur kann gerast ein stór útflutningsvinna. Men ríkisfelagsskapurin forðar fyri tí, eisini fyri tí.. Føroyingar fara uttan iva at smyrja alt av í Eurovision, um vit velja at gerast eitt sjálvstøðugt land og fáa limaskap, tí vit eru eitt óvanliga evnaríkt fólkaslag, sigur Chief One. Soleiðis. Óført, at ein danskari hevur sjálvsálit okkara vegna, sjálvsálitið, sum vit ikki hava.. Latið okkum knýta stemmibond við hini í Evropa og stemma saman við vesturheiminum móti eysturmafiuni. Føroyar 12, Kasakstan 3. Og loyva grønlendingum at vera við í okkara Stóra Priks. Sjálvandi eisini teimum dønum og íslendingum, sum ikki sleppa við heima hjá teimum sjálvum. Tey hava kortini ongan livandi kjans í okkara kapping, tí heimsins bestu poppsangarar eru føroyingar. So sigur Chief One. Tað er ikki teirra skyld, poppsangaranna, at festivalarnir fara so syngjandi á heysin. Er ikki bara at smekka evro­ visjónina upp í visjón 2015? Og seta hana á avrikslistan. Danskt sjónvarp í hvørja før­ oyska fínustovu. Fríggjakvøld er, vit halda við føroyingum, hóast nógv innast inni halda, at onkur annar ella onnur syngur betur. Hví hava vit ikki eisini okkara egna X Factor? Her ber ikki til at geva ríkisfelagsskapinum skyldina. Ein føroysk X Factor kapping er eitt fólkakrav. Til undirhald eru altíð pengar. Vit taka lættisoppin fram um blámusoppin. Latið tey bara útihýsa hýsu. Okkara framtíðarútflutningur verður poppsangarar og tað burðar dyggir, tí vit eiga so nógvar í nógvum londum. Í kvøld koyra vit aftur á. Skriðan er lopin. Vit, fólkið í Føroyum, biðja til DR. Sólin skínur á okkum. Vit smyrja okkum við faktori 30. UmaftUrAFTurum Høgni djurHuus ... um nýggja avtalu um nýggja avtalu... Eingin avtala um nýggja avtalu Portalurin Bara ikki til Haiti Renn fyri Haiti Portalurin Einki við aldurnar at gera! Tekniskt brek fær Smyril at rulla Portalurin Stabilisatorur rullar Annar stabilisatorurin á Smyrli er fyrigingin og tí rullar hann nakað verri enn hann plagar. Sosialurin Grýla? Ræðandi Rooney Dimma Fiska í mentanarhúsi Filmur um fiskiskap í Atlantis Norðlýsið Eisini okkum onnur Sjúk børn níva borgarstjóran Dimma Nógv tøl at halda skil á Ein maður um tey 30 fekk í gjár treytaðan dóm í 40 dagar fyri tvey innbrot, hann framdi í 2008. Sosialurin ranga í strúpan Ikki aftur nú! Google dugir ikki føroyskt Vit hava nú funnið prógv fyri, at framkomna leitimaskina google, sum kann svara øllum spurningum í heiminum, dugir ikki føroyskt. lin brúður Tað kann taka sín tíð, tá mann skal giftast til stórbrúdleyp í Suður Korea. Størsta brúdleypshaldið seinastu mongu árini var í Goyang fyrr í vikuni, og hendan brúðurin var so troytt av at bíða, at hon sovnaði. men so skuldi hon eisini verið væl fyri til brúðarnáttina. myND: pOlFOtO