Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2001síða 18

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 247 - 21. desember 2001 Nr. 247 - 21. desember 2001 35 Kunngerð um afturlatingartíðir og vaktarhald hjá SEV um jólini og ársskiftið Gjørt verður kunnugt, at allar skrivstovur hjá SEV eru stongdar frá fríggjadegnum tann 21. desember 2001 kl.16.00 til 2.januar 2002 kl.8.00, og at øll linjuarbeiði o.a., sum tolir at bíða, verður steðgað í sama tíðarskeiði. Um brek er á elveitingini frá SEV, ber til at fáa fatur á vakt okkara við at ringja til eina av skriv- stovunum á hesum telefonum: Tórshavn tlf. 311366 Vestmanna tlf. 424433 Klaksvík tlf. 455002 Vágur tlf. 373016 Vaktin svarar alt døgnið. Tórshavn,tann 18.desember 2001 Elfelagið Skeið í 1. hjálp Fyrstahjálparskeið 12 tímar og/ella 16 tímar byrja 11. og 12. januar, um nóg nógv tekna seg. Hevur tú annað ynski, so sig frá. Tú kanst tekna teg við at ringja tlf.319630 ella við telduposti til: redcross@redcross.fo ella við at senda henda lepa inn áðrenn mikudagin 09.01.02 kl. 21.00. Skeiðini verða hildin um vikuskifti í Havn, uttan so, at nóg nógv tekna seg aðrastaðni, so kann skipast hold uttan fyri Havnina. Navn ___________________________________ Bústaður ________________________________ Tlf. _____________________________________ Ynski ___________________________________ Fiskivinnuroyndir 2002 Játtanin til Fiskivinnuroyndir á løgtingssins fíggjarlóg er góðar 8 milliónir krónur. Í viðmerkingunum til játtanina verður sagt: "Fiskimálastýrið umsitur Fiskivinnuroyndir, sum verða fyriskipaðar í samstarvið millum Fiskirann- sóknarstovuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Menningarstovuna. Vinnan luttekur eisini í hesum arbeiði. Játtanin er til fiskiroyndir og kanningar, herímillum vørumenning og hvussu sum mest fæst burtur úr øðrum fiskasløgum" Stýrisbólkur, sum fevnir um umboð úr nevndu stovnum og fólki úr fiskivinnuni, hevur gjørt eina stevnu fyri Fiksivinnuroyndir umframt umsóknarbløð, vegleiðingar og tilfar, sum greiðir frá ynskjunum og krøvunum til einhvørja verkætlan, áhugaði kunnu fara undir. Stevna Málsetningur Stevnan fyri fiskivinnuroyndum er at fremja royndir og kanningar - bæði vinnuligar og vísundaligar, ið kunnu verða við til at menna føroyska fiskivinnu, fiskiskap, fiskavirking og fiskasølu við atliti til burðardygga gagnnýtlsu av okkara havtilfeingi og at trygd og nøgdsemi brúkarans verður sett í hásæti. Raðfest økir 1. Burðardyggur fiskiskapur. Hetta kann verða praktiskar royndir ella vísundaligar kanningar, sum hava til uppgávu: • at gagnnýta fiskasløg, sum ikki verða gagnnýtt í dag. • at menna skynsaman trolreiðslap, soleiðis at ávirkanin á botnin verður sum minst, at menna ristteknologiina og onnur selektiv inntriv. • at menna línutøkni sum heild (línu, agn og egning, umframt brúka av KT í menningini) 2. Gagnnýtsla av hjáframleiðslu: Hetta kann verða praktiskar royndir ella vísundaligar kanningar, sum hava til uppgávu: • at økja um hjáframleiðslupartin, sum fer til matna og finna tekniskar loysnir fyri hesum • at finna tekniskar loysnir uppá, hvussu garnarnar best kunnu koma til høldar, • at finna loysnir í sambandi og sølu av gørnum til matna, men eisini til annað brúk 3. Sjómatartrygd og nøgdsemi brúkarans Hetta kann verða praktiskar royndir ella vísundaligar kanningar, sum hava til uppgávu: • at finna loysnir sum kunnu skjalfesta betri sporføri av vøruni og upplýsing til endaliga brúkaran. • at finna loysnir fyri dálking og smittu umframt teir vegir hesi finna til matin. Herí eisini vísundaligar metingar av sannlíkindum og vandanum fyri dálkingini /smittuni. 4.Virðisøking av upsatilfeinginum Hetta kann verða praktiskar royndir ella vísundaligar kanningar, sum kunnu hava við sær at virðið á upsatilfeinginum verður økt. Hetta kann verða: • at finna nýggjar og betri hættir at virka upsan • at finna nýggjar og betri sølumøguleikar Umsóknir: Vinnuligar fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um pening úr fiskivinnuroyndum. Søkt verður á serligum umsóknarblaðið. Umsóknir skulu verða Vinnuhúsinum í hendi innan hósdagin 24 januar 2002. Umsóknarbløð, vegleiðingar og annað kunnandi tilfar fæst frá Vinnuhúsinum.Tilfarið verður eisini lagt út á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum www.industry.fo Áhugað eru eisini vælkomin at venda sær til Ásmund Guðjónsson, samskipara við møguligum spurningum og øðrum. Ásmundur Guðjónsson, samskipari Vinnuhúsið RC Effersøesgøta 30 100 Tórshavn tel: 311864 faks: 317278 t-postur: asmundur@industry.fo sum ikki fáa leygardagsblø›ini, ver›a bi›in um at ringja tlf. 253497 leygardag millum kl. 11 og 14 Haldarar hjá Dimmalætting og Sosialinum, Prentmi›stø›in team85 Tøknileiðari Sjónvarp Føroya er sjálvstøðugur stovnur undir landinum, sum mótvegis borgar- unum hevur skyldu til at útvarpa sjónvarpssendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. SvF fíggjar sjálvt rakstur sín. Inntøkurnar stava frá hyggjaragjaldi, umframt handilsligum virksemi. Sjónvarp Føroya Sjónvarp Føroya søkir eftir tøknileiðara. Tøknileiðarin hevur ábyrgdina av viðlíkahaldi, supporti og útbygging av teknisku útgerðini hjá SVF, herundir eisini KT-kervinum. Hann umsitur alt innkeyp av KT- og tøkniútgerð. Hann leiðir dagligu tøkni- og KT-servisering- ina av framleiðslu og umsiting. Hann er leiðari fyri tøkni- og KT-vørðarnar í húsinum, umframt fólkið, ið sendir. Somuleiðis stendur tøknileiðarin fyri útbúgving av starvsfólkunum í nýtslu av nýggjari tøkni. Sjónvarpið er mið- skeiðis í eini umfatandi umlegging av framleiðsluni frá analogari til digitala tøkni. Digitaliseringsætlanin er eitt sjálvstøðugt projekt, við einum ekstern- um ráðgeva knýttum at sær. Nýggi tøknileiðarin kann eftir egnum ynski heilt ella lutvíst yvirtaka hesa projektleiðslu. Sjónvarp Føroya fyrireikar ein nýggjan bygnað, og kemur tøknideildin væntandi at gerast partur av framleiðsludeildini, ið samskipar og leggur til- rættis alla framleiðslu sjónvarpsins. 5 størv eru í løtuni normeraði beinleiðis undir tøknileiðaranum. Holla útbúgving innan KT- ella samskiftistøkni, ella tilsvarandi arbeiðsroyndir. Gott innlit í nýggjastu KT- og samskiftistøknina. Aðrar viðkomandi útbúgvingar og arbeiðsroyndir. Royndir við arbeiði innan loftmiðlatøkni er ein fyrimunur, men eins stóran týdning hevur hollur kunnleiki til samskiftis- og KT-tøkni, og at tú hevur evnini at seta teg inn í nýggja tøkni og nýggjar uppgávur, analysera arbeiðs- gongdir og finna og laga tøkniligar loysnir til tørvin í dagliga arbeiðinum hjá ymiskum starvsbólkum. Vit vænta okkum harumframt, at tú hevur góð leiðslu- og samstarvsevni. Fyri tann rætta umsøkjaran er talan um eitt sera spennandi starv, har tú hevur møguleikan at vera við at menna nýggjar loysnir og arbeiðshættir fyri stovnin komandi árini. Sjónvarpið sum miðil stendur framman fyri kollvelt- andi tøkniligum avbjóðingum, har nógvir nýggir møguleikar fyri samskifti við brúkaran standa í boði. Sum tøknileiðari verður tú við til at ávirka, hvørja leið Sjónvarp Føroya skal velja í framtíðar tøknimenning síni. Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið. Starvið er lønt í lønarbólki 8 og verður sett frá 1. mars, 2002, ella skjótast gjørligt. Umsóknir við CV, prógvum og viðmælum verða at senda til Sjónvarp Føroya, postboks 21, 110 Tórshavn, og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 4. januar, 2002. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóra, telefon 340400. Útbúgving og royndir Løn og setanartreytir : : Vit ynskja viðskiftafólki okkara eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár við tøkk fyri gott samstarv í farna ári. Kjalnesbúðin Kollafjørður Alt - til skrivstovuna · Brævordnarar · Kopipappír · Skiljibløð · Pennar o.a. Tað, sum vit ikki hava á goymslu, fáa vit til vega skjótt Sp/f J.D.Hammer 800 Tvøroyri Tlf. 372198 · Fax 371198 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3285 Navn: Sp/f Kla-Con Adressa: Mýrivegur 7, 700 Klaksvík Kommuna: Klaksvíkar Kommuna Stovningardato: 15.12.2001 Viðtøkudato: 15.12.2001 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnari: Arnbjørn Joensen, Mýrivegur 7, 700 Klaksvík Stjórn: Arnbjørn Joensen, Mýrivegur 7, 700 Klaksvík Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Grannskoðari: Búskaparstovan Finnur Sivertsen, Boks 300, 700 Klaksvík. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 15.12.2001 - 31.12.2002 Endamál: Endamál felagsins er at veita tænastur innan frálandavinnu, handil, ídnað og annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 20. desember 2001 Kristin Balle ______________________ C M Y K 35 34