fríggjadagur 21. desember 2001síða 19
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 247 - 21. desember 2001
Nr. 247 - 21. desember 2001
37
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Kliniskur tannteknikari
BERGUR
Á REYNATRØÐ
Børkuvegur, 620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16
ROTTANGAR
Smyrilsvegur 8 - tlf. 312000
Sosialurin 311820
Vit hava
alt tilfar
til kloak
Sosialinum
tørvar blaðfólk
Hevur tú hug at royna teg á einum arbeiðs-
plássi, har tað er ferð á allan dagin, har ein
deadline er partur av hvørjum einasta arbeiðs-
degi, og har tú allatíðina fært nýggjar og
spennandi uppgávur, so er hetta kanska møgu-
leikin hjá tær.
Okkum tørvar blaðfólk, og vit bjóða eitt hend-
ingaríkt og fjølbroytt starv, har tú verður partur
av eini vælvirkandi redaktión og sleppur at
royna teg við alskyns uppgávum.
Seinastu tíðina hava vit økt um virksemi við at
skriva tíðindi til www.portal.fo. Hetta hevur
eisini ført til økt krøv til redaktiónina, men er
eisini við til at menna tíðindaflutningin, sum
støðugt verður dagførdur á internetinum.
Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving ella jour-
nalistiskum royndum hava fyrimun. Tað er ein
treyt, at tú dugir at orða teg lætt og neyvt á før-
oyskum, og at tú fylgir væl við í tí, sum hendir
og rørist í samfelagnum.
Sosialurin er eitt blað, har tað hendir nakað. Vit
eru alla tíðina úti um okkum, og fimm ferðir um
vikuna koma vit á gøtuna, umframt støðugu tíð-
indi á internetinum.
Umsóknir við møguligum prógvum og við-
mælum skulu sendast okkum innan mánadagin
8. januar 2002. Starvið verður sett skjótast
gjørligt, ella eftir nærri avtalu.
Sosialurin
Postsmoga 76
110 Tórshavn
Viðmerkjast skal »umsókn«
Hevur tú hug at frætta meira um starvið, ert tú
vælkomin at venda tær til Jan Müller,
ábyrgdarblaðstjóra, á telefon 211820 ella Eirik
Lindenskov, blaðstjóra, á telefon 216409
Sosialurin er eitt livandi og spennandi
arbeiðspláss. Her starvast umleið 25 fólk.
Uppgávurnar eru bæði áhugaverdar og
fjølbroyttar. Blaðið kemur út fimm ferðir um
vikuna. (GG: Hetta er sama starv, sum varð lýst
leyst síðstu viku í november. Eftir áheitan er
freistin longd)
Handverkari
søkist til
Elfelagið SEV
Søkt verður eftir einum handverkara at arbeiða
sum linjumaður hjá SEV.
Arbeiðsøkið verður fyri meginpartin í Suður-
streymoy. Arbeiðið fevnir um hald og nýgerð av
linjum, kaðalum og trafostøðum.
Handverkarar við sveinabrævi sum elektrikarar
hava fyrimun, men kunnu fólk við aðrari hand-
verkaraútbúgving eisini koma upp á tal, t.d. jarn-
og húsasmiðir.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Petur L. Gaardbo hjá SEV á tlf. 311366.
Umsóknir skulu saman við prógvum og møgu-
ligum ummælum sendast til Elfelagið SEV,Landa-
vegur 92, Postrúm 319, 110 Tórshavn, og skulu
vera SEV í hendi í seinasta lagi tann 14. januar
2001.
Elfelagið
Havnar
Arbeiðskvinnufelag
Vit ynskja limum okkara við húski og viðskiftafólk-
um annars eini góð og hugnalig jól og eitt eydnu-
berandi nýggjár við tøkk fyri skjótt farna árið.
Nevndin
Stongt verður millum jól og nýggjár. Opið verður
aftur mikudagin 2. januar 2002.
Mentamálastýrið
Mentamálastýrið
Almennir fundir
Hvalvíkar bygdarráð hevur á fundi 10.12.2001
samtykt, at almennu bygdarráðsfundirnir fyri ár
2002 verða hildnir hesar mánadagar kl. 19.00 á
kommunuskrivstovuni:
14. januar
15. juli
18. februar
19. august
18. mars
16. september
15. apríl
14. oktober
13. mai
18. november
17. juni
16. desember
Mál,sum skulu verða viðgjørd á bygdarráðsfundi,
skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 7
dagar áðrenn fundin.
Hvalvíkar
Bygdarráð
Sølufólk søkist
Vestmanna Timburhandil søkir eftir royndum sølu-
fólki at byrja skjótast tilber.
Arbeiðsøki:
Viðkomandi kemur at hava um hendi alt vanligt
søluarbeiði. Av arbeiðuppgávum kunnu nevnast:
• samskifti við viðskiftafólk
• ger av tilboðum
• avgreiðsla
• menning av søluvirksemi
Førleikakrøv:
• kunnleika til byggivinnuna
• royndir innan økið
• kunna arbeiða sjálvstøðugt
Vit kunnu bjóða:
• eitt spennandi og sjálvstøðugt arbeiði í
eini fyritøku í vøkstri, við nógvum og fjøl
broyttum arbeiðsuppgávum.
• eitt gott arbeiðsumhvørvi, har nóg mikið
er at tríva í
• løn sambært avtalu
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja á
tlf. 424170.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi
20. januar 2002.
Umsókn saman við viðkomandi skjølum skulu
sendast til:
P/F Vestmanna Timburhandil
FO-350 Vestmanna
J. Broncksgøta 15 - Tlf. 310600
Vit ynskja øllum
eini gleðilig jól
og alt gott
í komandi ári
Kvinnur sum íbirtarar
Marknagilsvegur 77 • Postrúm 177 • 110 Tórshavn • Tel 31 88 13 • Fax 31 33 74,
T-postur: fh-sth@post.olivant.fo • Heimasíða http://sth.olivant.fo
SKEIÐSDEPILIN VIÐ MARKNAGIL * SDM
TEKNISKI SKÚLIN
FØROYA HANDILSSKÚLI
Team 85 • 316511
• at luttakarar fáa kunnleika til hvussu ein
fyritøka verður stovnað og rikin,
• at styrkja førleikan hjá luttakaranum at meta
um og arbeiða við egnum vinnuhugskotum
• at leiðbeina um, hvar vitan um vinnu fæst,
• at gera eitt samstarvsnet millum kvinnur í
Føroyum í somu ella líknandi støðu og
millum vinnuhugaðar kvinnur og vinnulívið.
Endamálið við skeiðnum er m.a.:
Várhálvuna 2002 skipa Skeiðsdepilin við
Marknagil og Menningarstovan fyri skeiði sum
skal fremja møguleikarnar hjá kvinnum
at stovna egna fyritøku. Byrjað verður 6. feb.
Skeiðið verður lutað sundur í fyrilestrar og upp-
gávutímar. Í uppgávutímunum verður dentur
lagdur á, at luttakararnir gera virkisætlanir, sum
kunnu taka støði í egnum vinnuhugskotum.
Ráðgevi/-ar verða við stóran part av tíðini at
hjálpa til og vegleiða tínari ætlan.
Kvinnur, sum hava ætlanir um at fara undir
og/ella longu hava egna fyritøku, verða bidnar
um at venda sær til Skeiðsdepilin við
Marknagilsvegin at fáa umsóknarblað um
upptøku á skeiðnum.
Fyri at tryggja dyggastu leiðbeining verður í
sambandi við umsóknina biðið um stutta
frágreiðing um vinnuhugskotið. Henda verður
hildin í trúnaði.
Kostnaðurin er 4.500 kr.
Seinasta freist at boða frá luttøku er 10. jan. 2002
Nærri fæst at vita við at venda sær til
TÓRSHAVN
Fyribils-
skatta-
skráin
pdf
Pedagogur/-
starvsfólk til Rókina
Á Rókini, ið er bústovnur undir Almanna- og Heilsu-
málastýrinum,er 1 fulltíðarstarv leyst at søkja til 1.feb.
2002.
Rókin er ein landsstovnur fyri 5 børn/ung við m.a.
skúla- og sosialum trupulleikum.
Vit vænta,at viðkomandi,ið settur verður,er førur fyri
at arbeiða í sera tøttum samstarvi við bæði vaksin og
børn og er opin fyri nýggjum pedagogiskum avbjóð-
ingum.
Tann, ið settur verður, skal hava viðkomandi útbúgv-
ing/royndir og verður løntur eftir sáttmála millum
fíggjarmálastýrið og avvarðandi fakfelag.
Umsóknir við avriti av prógvum,viðmælum v.m.skulu
vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 14.jan.2002.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til
Súsan Johansen fyristøðufólk á tlf.31 89 14.
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 3263,
P/F Kollafjord Pelagic, 410
Kollafjørður.
Viðtøkur broyttar:
14.12.2001.
Nýtt hjánavn: P/F K-Fish (P/F
Kollafjord Pelagic)
Skráseting Føroya tann 19.
desember 2001
Kristin Balle
_____________________ Sosialurini
C
M
Y
K
37
36