Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. februar 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 19. februar 2010 At SÍ og Dráttur eiga trý av fýra liðum í steypa finalu­ num í morgin, er einki at siga til, tí Vágoyggin er bliv in mestsum flog bólts­ oyggj burturav. Síðstu trý árini hevur annar steypa­ vinnarin verið úr Vágum, men møguleikin er nú størri enn nakrantíð at fáa báð ar vinnararnar Hevur tað okkurt við flog at gera, so hevur tað allarhelst eisini okkurt við Vágar at gera. Líka síðani kríggið hev ur flogvøllurin óivað verið størs­ ta sereyðkenni fyri oynna, men seinnu árini er kappingin frá flog­ bólti num harðnað, tí tú sleppur í dag ikki undan Vágoynni, tá talan er um flogbólt. Í morgin ber av, tí tá er steypa­ finalan hjá kvinnum ein rein upp­ gerð millum tvey vágalið, SÍ og Drátt, umframt at SÍ eisini er um boð­ að í mansfinaluni, har mótstøðuliðið er Mjølnir, ið eisini er eitt av søguliga sterkastu feløgunum í føroyskum flog bólti. Síðani síðst í 60­unum tók flog­ bólturin spakuliga dik á seg í Sanda­ vági og Miðvági, har Dráttur er heima hoyr andi, og 10 ár seinni byrj­ aðu sørvingar eisini at senda bólt ar­ nar tvørtur um netið. Hvørki SÍ ella Dráttur hava síðani helmað í, og eitt úrslit av tí er vágadominansurin í steypa finalunum hesa ferð. At flogbólturin stendur so sterkur í Vágum og hevur vunnið so nógv, er merkisvert, tí burtur sæð frá kapp róðri, hevur ikki ligið so væl fyri í liðítrótti, eitt nú hondbólti og fót bólti, har tað seinnu árini hevur ver ið ein sonn fyritøka, bara at vinna sær umboðan í bestu deildunum. Bjørt framtíð Í Sandavági og Miðvági hava tey serliga víst styrki á kvinnusíðuni, har tað er blivið til sjey føroya meist ar a­ heiti og ein steypasigur. Fyrstu árini í feløgunum, MB og SÍF, men síðani fyrst í 80­unum við felagsliðnum, Drátti, sum hevur heimavøll í ítróttar høllini á Giljanesi. Heimavøllurin hjá sørvingum er fimleikarhøllin í skúlanum í bygdini, har tað í mong ár vóru mest menn­ inir, ið gjørdu vart við seg. Teir hava síðani 2002 vunnið tríggjar steypa­ finalur og tvey meistaraheiti, men nú eru kvinnurnar eisini komnar heilt fram í fremstu røð, so tær síðs­ tu tvey árini hava vunnið tvey før­ oya meistaraheiti og ein steypa sigur. Eingin ivi er um, at tað er eitt mið­ víst barna­ og ungdómsarbeiði, ið leggur lunnar undir ta serstøðu, Vág ar hava í flogbóltinum. Serliga hjá SÍ hevur hetta sæst aftur í góð um úrslitum, tí síðstu gott og væl 10 árini hevur felagið vunnið eitt hav av meistaraheitum hjá unglingum og teimum 16 ára gomlu, bæði hjá gent um og dreingjum, meðan eisini Dráttur tekur sítt barna­ og ung dóms­ arbeiði í størsta álvara. Í morgin hava Vágar fyri fyrstu ferð garanti fyri, at minst eitt vágalið verð ur steypavinnari. Um tað so end ar við einari serligari vágagreipu, má tíðin vísa… Vágar eru umboðaðar á øllum fýra finaluliðunum í morgin, tí millum spæl­ ar ar nar á mansliðnum hjá Mjøl nir er sørvingurin, Jón Niel sen, sum fimm ferðir fyrr hevur verið við SÍ í steypa finaluni Vit kenna hann frá flog bólts lands­ liðnum og besta mansliðnum hjá SÍ, har hann man hava verið við í eini 15 ár. Men tá Mjølnir og SÍ fara á vøll in í morgin at spæla steypafinalu, verð ur Jón Nielsen ikki við á liðnum, sum hann fimm ferðir fyrr hevur ver ið í steypafinalu við, men á lið­ num hjá Mjølnir. – At eg nú skal spæla finalu ímóti SÍ, kennist nokk eitt sindur undarligt. Men nú lá ikki fyri hjá mær at spæla við SÍ, og av tí at steypafinalan er ein øgi liga stórur dystur, so mátti at vera Mjølnir, um eg skuldi í finaluna, sigur 29 ára gamli Jón Nielsen. Hann hevur ikki gjørt so nógv við flogbóltin í vetur, men tá Mjølnir­ kapp ingin var herfyri, spældi hann við 1. deildarliðnum hjá Mjølnir. Og nú steypafinalan nærkaðist, lógu teir í Mjølnir framvið at fáa Jón á bes ta mansliðið hjá sær, og um vikuskiftið spældi hann fyrstu ferð við, tá Mjølnir á Kambsdali vann á ÍF. – Tað er altíð ringt at koma inn á eitt nýtt lið, so hetta er eitt sindur øðrvísi fyri meg. Eg vóni sjálvandi, at eg sleppi at spæla, men eg vænti ikki, at eg byrji inni. Men fái eg kjans­ in, so skal eg gera mítt besta til, at Mjølnir vinnur, sigur Jón, ið roynir at brúka sínar drúgvu royndir, um hann sleppur upp í part í finaluni. – Nú er tað so sum so, hvussu nógv eg havi spælt í vetur, men eg dugi grundspælið, so tað man vera á einari leið. Tað er sum vit at súkkla, at tað nýtist tær ikki at læra fleiri ferðir. Flogbóltsoyggin burturav Sørvingur ímóti sørvingum einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Jón Nielsen hevur í eini 15 ár spælt við besta mansliðnum hjá SÍ, men um hann kemur á vøllin í steypafinaluni hjá monnum í morgin, verður tað sum partur av Mjølnir-liðnum Mynd: Álvur Haraldsen