Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. februar 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 19. februar 2010 – Nr. 35 Undir liðina á ÍF Óansæð, um Mjølnir ella SÍ vinnur steypafinaluna hjá monnum í morgin, kemur vinnandi liðið upp á síðuna av ÍF, sum oftast hevur vunnið. ÍF hevur vunnið fýra ferðir, meðan Mjølnir og SÍ eiga tríggjar sigrar í part. Fleyr hevur tvær ferðir verið í finaluni, men tapt báðar ferðir. Annað er altíð við Síðani farið var undir at spæla steypafinalur í flogbólti, hava annaðhvørt Mjølnir ella SÍ verið við í mansfinaluni hvørja einastu ferð. Liðini hava spælt seks finalur í part, og hetta er triðju ferð, at tey møtast. Báðar tær fyrru ferðirnar, í 2005 og 2008, vann SÍ. Stigatalvan í landskapp­ ing ini fortelur, at tað eru tvey sera jøvn lið, ið møtast í steypafinaluni hjá monn­ um. Tey eru fremst í Eik­ ligu ni við bara einum stigi á muni, og hartil hava tey bæði spælt javnar dystir og smurt hvørt annað av Sjáldan man tað hava verið meira opið, hvat kann henda í einari mans­ finalu í flogbólti, enn hesa ferð. Skulu vit ganga út frá úrslitunum mill um Mjølnir og SÍ í lands kapp­ ing ini í vetur, so kann tað vera alt frá 3­0 sigri til annað liðið til ein fimm­ settara, sum annað vinnur 3­2. Og stórt betri fær tað neyvan verið und an einari finalu! Liðformaðurin hjá Mjølnir, 23 ára gamli Thorvald Danielsen, sigur, at teir í Mjølnir gleða seg til finaluna, og av tí at felagið er eitt av teimum, ið hevur verið í fremstu røð í flog­ bólti í mong harrans ár, er stórur spenn ingur eisini í Klaksvík og Norð oyggjum annars. – Fólk eru spent og gleða seg, og eg vænti, at vit fáa nakrar góðar áskoð arar við okkum. Her verður skip að fyri ókeypis bussferð, so vit vænta okkum góðan stuðul. Hetta eru eisini tvey rættiliga jøvn lið, sum kenna hvønnannan væl, so hetta er ein torførur dystur at spæla. Tí vóna vit, at vit fáa góðan stuðul frá áskoð­ ar unum, sigur Thorvald, sum – hóast jøvn lið – sær onkran mun á Mjølnir og SÍ. – Styrkin hjá teimum er serliga tað góða verjuspælið, tí teir fáa nógv uppaftur. Hinvegin liggur okkara styrki helst meira í álops­ spælinum, og tann partin hava vit styrkt, nú vit hava fingið Jón Nielsen við okkum. Eg vænti, at hann kann koma at avgera nógvar bóltar fyri okkum. Við í báðum Tá tað kemur til verjuspælið hjá SÍ, sum Thorvald nevnir, slepst neyvan undan at nevna 24 ára gamla Johan Petur á Stongum, sum spælir libero og gjarna gongur undan, tá bóltar­ nir skulu fáast uppaftur. Hann vænt­ ar eisini ein javnan finaludyst ímóti Mjølnir. – Einki av liðunum stórfavorittur, tí tey eru so jøvn. Vit skulu serliga ansa eftir Boban Ilic og Jón Syderbø, tí teir báðir eru størsta hóttanin frá Mjøl nir. Hinvegin er styrkin hjá okk­ um, at vit hava eina ótrúliga breidd – serliga í álopsspælinum, sigur Johan Petur, sum ikki bara skal spæla við í mansfinaluni, tí hann hev ur sum venjari hjá SÍ­kvinnunum eisini sítt at síggja til í kvinnfinaluni. Hann sigur, at fólkið í Sørvági gongur høgt upp í flogbóltin og ikki minst steypafinalurnar. – Tað hevur jú nógv at siga fyri bygdina og kommununa, at Sørvágur er nógv fram mi í miðlunum, og øll standa sam an um SÍ. Fólk eru spent og spyrja nógv, hvat vit vænta okkum, hvussu tað verður og sovorðið, og vit vita, at ein stór fjøld kemur til Havn ar at stuðla okkum, sigur Johan Petur. Má verða í moll Vit spurdu eisini Thorvald Danielsen, hvussu hann heldur, at ein steypa­ finala skal vinnast: – Har er fyrst og fremst galdandi, at tú skalt tora at spæla og hava viljan at vinna, sam­ stundis sum tú spælir so gott sum gjørligt. Vit fokusera fult og heilt á uppgávuna og eru øgiliga spentir at spæla finaluna, sigur hann, sum fær viðhald frá Johan Petur: – Tú ert ongantíð nøgdur við at tapa, so vit fara sjálvandi eftir at vin­ na báðar finalurnar. Bæði lið eru greið yvir, at spæla tey upp til sítt besta, so hava vit møguleikan at vin na báðar. Men skuldi tað kiksað, so má SÍ­dansurin um kvøldið bara vera í moll, skemtar sørvingurin. Hvussu er og ikki, so eru tað tvey av teimum royndastu steypa liðu­ num, ið møtast í morgin. SÍ er í mans finaluni triðja árið á rað, og un d an tí var Mjølnir við tríggjar ferðir á rað. So fæst at síggja, um Vág ar eisini skulu eiga steypa­ vinnar an hjá monnum, ella um Klaks víkin fer allan vegin upp á tindin. Steypafinalur hjá monnum 2000-2009 Ár Lið Úrslit Settúrslit 2000 Mjølnir-Fleyr 2-1 (21-17, 15-21, 7-2) (16-21, 20-22) (15-10) *) 2001 ÍF-Mjølnir 3-0 25-17, 25-20, 25-15 2002 SÍ-ÍF 3-0 25-15, 26-24, 25-14 2003 ÍF-SÍ 3-2 25-21, 23-25, 25-16, 21-25, 15-13 2004 ÍF-SÍ 3-0 25-17, 25-22, 25-20 2005 SÍ-Mjølnir 3-0 25-18, 25-18, 25-23 2006 Mjølnir-Fleyr 3-0 25-22, 26-24, 25-23 2007 Mjølnir-ÍF 3-0 25-16, 25-21, 25-15 2008 SÍ-Mjølnir 3-1 26-24, 25-13, 18-25, 26-24 2009 ÍF-SÍ 3-1 25-22, 21-25, 25-17, 25-19 Her kann alt henda Dystirnir millum Mjølnir og SÍ í vetur eru bæði endaðir við 3-0 sigrum til bæði liðini og fimmsettarum, so roknast kann við einari javnari og spennandi mansfinalu, har alt kann henda Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen