fríggjadagur 19. februar 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 19. februar 2010 – Nr. 35 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27
Bæði Helga Guttesen í SÍ
og Elida Falkvard í Drát ti
gleða seg at spæla kvin
nu finaluna í morg in, sum
er ein rein vága upp gerð.
Báð ar eru samdar um, at
tær møta júst tí lið num, tær
helst vilja vinna á
Tær báðar ferðirnar, SÍ og Dráttur
hava spælt ímóti hvørjumøðrum
higar til í landskappingini, hevur SÍ
vunn ið sannførandi 3-0. Samstundis
er SÍ nummar eitt í landskappingini
og Dráttur nummar fýra, so á pappí-
ri num munnu tey flestu síggja
kvinn ur nar úr Sørvági sum favorittar
und an kvinnufinaluni.
Men tá talan er um eina finalu,
kann alt henda, tí nú er tað ikki ein
longri kapping, men hesin eini dyst-
ur in, ið skal avgerast. Og tá vit spyrja
ein spælara av hvørjum liði, hvussu
ván irnar eru undan kvinnufinaluni,
stend ur møguleikin opin fyri einum
dysti, har alt kann henda.
– SÍ er klárt favorittur, um vit
hyggja at stigatalvuni, men eg haldi
ikki, at tað fær nakað at siga í finalu-
n i. Hetta er jú ein grannauppgerð,
so tað er av tí sama helst fyri bæði
liðini ein serligur dystur, sum bæði
lið ini vilja vinna. Eg vænti í øllum
før um, at tað verður ein fimmsettari,
si g ur 18 ára gamla Elida Falkvard í
Drátti, sum í morgin spælir sína fyrs-
tu steypafinalu.
– Vit elska at vinna á Drátti, men
hava virðing fyri teimum. Vit ansa
eftir, at vit ikki halda okkum hava
vunn ið dystin áðrenn, men spæla
vit upp til okkara besta, so vinna vit.
Hetta er jú ein finala, so alt kann
henda – eisini, at tað verður ein
fimm settari, sigur 21 ára gamla
Helga Guttesen í SÍ.
Bara flogbóltstos
Bæði Helga og Elida siga, at í bygd-
unum vesturi í Vágum hevur ikki
ver ið tosað um nógv annað enn
flog bólt, nú steypafinalurnar eru
kom nar alsamt nærri.
– Sjálvt tey, sum vit ikki halda fylg-
ja við flogbólti, spyrja okkum, hvat
vit vænta, so tað verður stórt sæð
ikki tosað um annað enn flogbólt í
Sør vági í hesum døgum. At vit so
eisini skulu spæla ímóti Drátti, ger
fólk uppaftur spentari, og fyri okk-
um er tað ordiliga deiligt, tí so vita
vit, at tað verða nógvir áskoðarar. Tá
er tað altíð stuttligari at spæla, sigur
Helga.
Tað sama sigur Elida, ið heldur, at
tað hevur verið óvanliga nógv flog-
bóltsprát í bæði Sandavági og Mið-
vági hesa vikuna. – Fólk tosa nógv
um tað, og vit rokna við, at nógv
koma at stuðla okkum, so tað verður
lív í, sigur hon.
Dráttur hevur havt eina rættiliga
tronga dystarskrá síðstu tíðina, men
tað heldur Elida bara vera ein fyri-
mun undan finaluni í morgin: – Vit
hava fingið ríkiligt av dystarvenjing,
men av tí at tað er eitt sindur síðani,
at vit møttu SÍ síðst, so verða vit
eyka uppsettar til finaluna, heldur
hon.
SÍ hevur hinvegin ikki spælt dyst í
næstan hálvaaðru viku, men um
viku skiftið vóru kvinnurnar úr Sør-
vági á venjingarlegu í Kollafirði. – Í
Sør vági spæla vit jú í einari lítlari
høll, men vit hava vant eitt sindur í
Kollafirði, so vit kundu venja okkum
við umstøðurnar í einari stórari høll,
sigur Helga Guttesen.
Gleða seg til grannafinalu
Steypafinalur hjá kvinnum 2000-2009
Ár
Lið
Úrslit
Settúrslit
2000
Mjølnir-Dráttur
2-0
(21-16, 21-16) (21-18, 24-22) *)
2001
Mjølnir-Dráttur
3-2
17-25, 17-25, 25-23, 25-15, 19-17
2002
TB-Mjølnir
3-1
25-18, 25-23, 13-25, 25-22
2003
TB-ÍF
3-1
25-17, 24-26, 27-25, 25-20
2004
TB-Dráttur
3-1
25-11, 20-25, 25-16, 25-19
2005
Mjølnir-TB
3-1
25-20, 25-21, 13-25, 25-19
2006
TB-ÍF
3-1
32-30, 25-19, 23-25, 25-16
2007
Dráttur-KÍF
3-2
19-25, 25-19, 21-25, 25-08, 15-13
2008
ÍF-SÍ
3-0
25-12, 25-17, 25-21
2009
SÍ-Fleyr
3-1
25-19, 25-21, 22-25, 30-28
*) Í 2000 var spælt eftir Nordic Score-skipanini
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
Helga Guttesen í SÍ og Elida
Falkvard í Drátti gleða seg til
kvinnufinaluna í morgin – og
báðar møta í finaluni tí liðnum,
tær helst vilja vinna á
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Fimta hjá Drátti
Steypafinalan hjá kvinnunum í morgin er tann fimta
hjá Drátti, sum hevði tapt tríggjar finalur, áðrenn tað
í 2007 endiliga eydnaðist at vinna fyri fyrstu ferð. Hjá
SÍ er hetta hinvegin bert triðja finalan, men afturfyri
er hetta triðja árið á rað, at SÍ er í steypafinaluni.
TB vunnið oftast
Av teimum seks liðunum, sum síðani 2000 hava
spælt steypafinalurnar hjá kvinnum, er TB tað
mest vinnandi við fýra sigrum. Harnæst kemur
Mjølnir við trimum og so hava Dráttur, ÍF og SÍ
vunnið hvør sína. TB hevur fimm ferðir verið í
finaluni, men ta leiðsluna tangerar Dráttur í
morgin.