fríggjadagur 19. februar 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 19. februar 2010 – Nr. 35
Megna TB-kvinnurnar
í kvøld at vinna útsetta
heima dystin ímóti
Fleyr, eru tær væl á veg í
FM-finaluna
Meðan oddaliðið í Eik-liguni hjá
kvinn um, SÍ, er upptikið av sínum
fyri reik ing um
til
steypafinaluna
ímóti Drátti í morgin, skal fremsti av -
bjóðarin, TB, í kvøld í landskappingini
royna at vinna tvey stig, ið kunnu
flyta liðið eitt týðandi fet nærri
FM-finaluni.
TB spælir í kvøld klokkan 18 á
heima vølli ímóti Fleyr, sum leingi
var við í finalukappingini, men nú er
dragnað so mikið, at tað ikki røkkur
til meira enn í besta føri bronsu í ár.
Fleyr hevur sostatt ikki nógv at
spæla fyri, men tað kann eisini gera
liðið til eitt torført mótstøðulið.
Fleyr hevur eina góða manning, ið
tó hevur fingið merkiliga lítið burt-
ur úr í vetur. Nú trýstið ikki er tað
sama longur, fæst at síggja, um Fleyr
fer at spæla meira frítt – ella um liðið
ikki longur leggur ta stóru orkuna í
avrikini á vøllinum, nú einki meira er
at spæla fyri.
Í øllum førum krevur TB at fáa
tvey stig, tí bara eitt stig aftanfyri er
Mjøl nir, ið neyvan legst á boðini,
fæst ein møguleiki at sleppa fram
um TB og í FM-finaluna, har SÍ longu
hev ur mestsum tryggjað sær pláss.
TB og Fleyr hava vunnið hvør sín
av teimum dystunum teirra millum
higar til í kappingini. Síðst í oktober
vann Fleyr 3-1 í Trongisvági, men
hál v an desember svaraði TB aftur
við at vinna 3-0 í Havn. Skulu vit
trúg va hagtølunum, kann alt henda
í Trongisvági í kvøld.
Í gjár longdi Flogbólts-
sam band Føroya stuðuls-
av talur sínar við bæði
høvuðs stuðulin, Eik Banka,
og hjástuðulin, Atlantsflog,
so tær eru galdandi næstu
tvey árini
Síðstu 11 árini hevur Eik Banki verið
høvuðsstuðul hjá Flogbólts sam-
band i num,
og
samstarvið
við
At lants flog sum hjástuðul hevur
ver ið síðstu trý árini. Tá sáttmálarnir
verða longdir, plagar tað at verða
gjørt í sambandi við steypa final ur-
nar, men hesa ferð vórðu undir-
skriftirnar framskundaðar, tí onkur
av undirskrivarunum er burtur-
stadd ur í morgin, tá finalurnar eru.
Í staðin hevði Flogbóltssambandið
boðsent fjølmiðlum á Hotel Føroyar,
har allir partar aftaná fegnaðust um,
at samstarvið heldur fram. Eik Banki,
sum er høvuðsstuðul, og Atlantsflog,
sum er hjástuðul, róstu Flog bólts-
sambandinum fyri gott arbeiði,
sam stundis
sum
Flog bólts sam-
bandið takkaði stuðlunum fyri trú-
festi og hugin at halda fram við
stuðl i num.
– Vit hava verið øgiliga glaðir fyri
samstarvið, tí flogbólturin fevnir so
breitt. Flogbóltssambandið er væl
skip að og ger eitt gott arbeiði mill-
um børn, ung og tilkomin, og vit
føla eisini, at vit fáa nakað afturfyri,
sigur Ólavur Jensen, sølu- og mark-
nað arleiðari í Eik Banka.
Tað sama sigur Jákup Sverri Kass,
sølu- og marknaðarstjóri í Atlants-
flogi: – Flogbóltssambandið er væl
rik ið og hugsar frameftir, samstundis
sum úrslit verða rokkin. Eisini vit
halda, at vit fáa nakað afturfyri, sam-
stundis sum vit ásanna tann týdn-
ing, flogbólturin – eins og allur
ítrótt ur – hevur fyri trivnaðin, sigur
hann.
Gagnar øllum pørtum
Formaðurin í Flog bólts sam bandi-
num, Magnus Tausen, vísir á, at báð-
ar avtalurnar hava týdning á hvør
sín hátt, har avtalan við Eik Banka
gevur flogbóltinum eitt fíggjarligt
grundar lag, sum munar, samstundis
sum avtalan við Atlantsflog er týdn-
ing a rmikil, tí ein stórur partur av
virk semi num er at senda flogbóltslið
uttanlands at kappast á hvørjum ári.
– Tað hevur heilt greitt eitt stórt
signal virði fyri okkum, at tvær so
kend ar fyritøkur – bæði her heima
og uttanlands – vilja halda fram við
at stuðla okkum. Fyri okkara part
hava vit eisini lagt okkum eftir, at vit
gera okkara besta, so hetta er eitt
slag av einum paralagi, ið kann
gagn a øllum pørtum, sigur hann.
– Avtalan við Eik Banka ger, at
okkara grundrakstur kann vera í
ord an, samstundis sum tað av spegl-
ar ein tryggleika og seriøsitet, at vit
hava ein so stóran og sterkan
høvuðs stuðul. Ein stórur partur av
okkara fíggjarligu byrðu liggur í
flúgv ing, men avtalan við Atlants-
flog hjálpir okkum eitt nú at halda
fram við at hava U17- og U19-lands-
liðini við í norðurlendskari kapping
á hvørjum ári, umframt annað
lands liðsvirksemi.
FM fyri tey yngru
Næsta leygardag, 27. februar, verða FM-kappingar í
flogbólti í Havn fyri Kidsvolley (level 1 og 2), gentur
og dreingir 10 ár, gentur og dreingir 12 ár, umframt
kvinnu- og mansunglingar. Eydnast at fáa hallir
fríggjakvøldið 26. februar, fara unglingaliðini at
spæla tá.
Rás 2 sigur frá
Tá steypafinalurnar í flogbólti verða spældar í morgin,
fer Rás 2 at hava beinleiðis frásøgn frá báðum
finalunum. Frásøgumaður verður Hilmar Jan Hansen,
sum hevur Mariann Øster við sum viðmerkjara í
kvinnufinaluni og Suna Hansen í mansfinaluni.
Sendingin byrjar klokkan 13.
Eik og Atlantsflog
stuðla flogbóltinum
Flogbóltur
Eik-ligan, kvinnur
vunnin
tapt
sett-
dystir
v
-
t
sett
sett
munur
stig
1
SÍ
15
14 -
1
43
8
35
17
2
TB
14
11 -
3
36
15
21
13
3
Mjølnir
15
10 -
5
35
21
14
12
4
Dráttur
16
8
-
8
31
26
5
11
5
Fleyr
15
8
-
7
29
25
4
9
6
ÍF
16
2
-
14
7
43
-36
2
7
KÍF
15
0
-
15
2
45
-43
0
Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarstjóri hjá Atlantsflogi, Magnus Tausen, formaður í
Flogbóltssambandinum, og Ólavur Jensen, sølu- og marknaðarleiðari í Eik Banka, skrivaðu dúgliga
undir fyrrapartin í gjár
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
TB skal vísa
sítt virði
TB-kvinnurnar hava neyvan ráð
til at snáva í kvøld, tá tær á
heimavølli taka ímóti Fleyr
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir