fríggjadagur 19. februar 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 19. februar 2010 – Nr. 35 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 29
Flogbóltur
Steypafinala, kvinnur
20.02 13.30 SÍ-Dráttur
Steypafinala, menn
20.02 15.30 Mjølnir-SÍ
Hondbóltur
Sunset-kappingin
21.02 15.00 Tjaldur-VB
Atlantic Airways-kappingin
21.02 16.00 Neistin-VÍF
21.02 16.00 StÍF-Kyndil
21.02 16.00 KÍF-H71
Venjingardystir, kvinnur
20.02 16.00 FO-DK U18
21.02 13.30 FO U21-DK U18
22.02 19.00 Stjørnan-DK U21
VÍF skal
prógva seg
Eftir venjaraskiftið
tykist tað av álvara
at vera sannleikans
tími, tá VÍF vitjar hjá
Neistanum sunnudagin
Vegirnir hjá Jónleifi Sólsker og
VÍF skiltust, eftir at VÍF fyri
tveim um vikum síðani fekk av
at vita frá grannunum í
Kollafirði.
Sum støðan er á stigatalvuni,
so er neyvan ráðiligt hjá VÍF at
missa serliga nógv stig afturat,
um teir vilja vinna seg av
botnsessinum, og í so máta
kann tað verða tað sama, um
mótstøðan eitur Neistin ella
nakað annað. Og so mugu teir í
VÍF bara vóna, at tað kann bera
ein fyrimun við sær, at Neistin
seinasta vikuskiftið vann
steypakappingina.
Á Skála hevur StÍF víst
framstig seinastu dystirnar, og
nú Kyndil vitjar, skulu
strandingarnir av sonnum
prógva, at teir eisini eru førir
fyri at fáa tvey stig fyri ómakin.
Nakað sum teir ikki hava roynt
seinastu tríggjar mánaðirnar.
Triði dysturin hetta
vikuskiftið verður í Kollafirði,
har KÍF og H71 dystast í einum
dysti, sum væl kann verða
avgerandi í kapprenningini um
finaluplássið.
24 ára gamli landsliðs
spæl arin, sum fyri stuttum
gavst í Íslandi, hevur nú
skriv að undir avtalu við HB
Tað skrivar HB á heimasíðu sínari, og
eing in ivi er um, at við hesi til gongd-
ini hevur HB fingið ein tann størsta
pro filin í føroyskum fótbólti í hópin.
Símun, sum er uppaldur í VB, hevur
síðani 2005 havt sáttmála við
íslends ka Keflavík, umframt at hann
í hálvt ár var útleiðagur til norska
Not odden.
Seinnu árini hevur hann verið
fastur partur av føroyska lands liðs-
hópinum, og her tykist hann veru-
liga hava fingið sítt gjøgnumbrot,
síða ni Brian Kerr tók yvir. Sáttmálin
mill um HB og Símun Samuelsen er
galdandi í trý ár.
Meðan aðrir dystir eru
flutt ir vegna donsku U18
vitjanina, noyðast Tjald ur
og VB at spæla sunnu
dagin. Og tað hevur sett
Unu Egilsdóttir í sera trupla
støðu
Klokkan 13.30 skal føroyska U21-
lands liðið nevnliga spæla í Vest-
manna móti donsku U18-europa-
meist ar unum. Una er partur av
føroyska U21-hópinum, og upp liv-
ing in móti donsku europa meist ar u-
num er av tí slagnum, sum flestøll
við tilknýti til hondbóltin ynskja at
royna.
Hinvegin er Una eisini partur av
VB- lið num, sum stríðist fyri lívinum í
Sun set-deildini. Kanska eru útlitini
til stig ikki tey bestu, tá liðið skal
spæla á útivølli móti føroya meistar-
un um úr Tjaldri. Men talan er um
dysti, sum krevur í misnta lagi eitt
full mannað VB-lið, og talan er eisini
um dyst, sum Una fyri alt í verðini vil
sleppa at spæla.
Sum skilst hevur VB til fánýtis
biðið bæði HSF og Tjaldur um at
flyta dystin, men tað hevur á ongan
hátt borið til. Og helst verður loysn-
in, at Una byrjar dagin við at ferðast
til Vestmanna, fyri síðani at ferðast
til Runavíkar, tá landsdysturin er
hálv runnin. Neyvan tað, sum kann
kall ast fyri optimal fyrireiking hjá
nøkrum spælara yvirhøvur.
-mørk
Rógvi styrkir HBverjuna
Rógvi Holm, sum er av Argjum, hevur seinnu árini verið knýttur at skotska
Aberdeen, og fleiri ferðir í heyst var hann partur av fyrstaliðshópinum har,
uttan at talan tó gjørdist um spælitíð í skotsku Premier League. Her heima
hevur 19-ára gamli spælarin gjørt mest vart við seg sum ein týðandi partur
av framúr góðu úrslitunum hjá føroyska U21-landsliðnum, og fleiri ferðir
hevur verið nevnt, at hann longu nú er búgvin at toga upp í
A-landsliðshópin. Við Rás2 segði Rógvi í gjár, at hann hevur vónir um at
menna seg sum spælara í HB, og at hann sjálvandi vónar, at hann við
hesum kemur til eitt felag, sum roynir at halda seg á ovastu rók, har HB
eisini endaði árið í fjør.
Klaksvíkingar í Eysturoynna
KÍ missir nú enn tveir av spælarum sínum. Síðani
niðurflytingina hava mest sum allir teir størstu profilarnir á
liðnum leitað sær til onnur feløg, og nú er greitt, at tveir úr
yngra endanum eisini fara gjøgnum undirsjóvartunnilin hetta
kappingarárið. Eli Simonsen hevur nevnliga tikið av
møguleikanum at spæla Vodafone-bólt á Toftum, meðan
Oddmar á Lakjuni fer í fótasporunum hjá eldra beiggjanum,
Heðini, og skal spæla við NSÍ í summar.
Símun Samuelsen til HB
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Dystir um vikuskiftið
VBspælari má velja
Valið stóð millum meistararnar
úr HB og uppflytararnar í
barndómsfelagnum. Og nú er so
greitt, at tað verður í Havn, at
Símun skal royna seg komandi
trý árini