fríggjadagur 19. februar 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Nr. 35 - 19. februar 2010
Hjørdis Joensen úr Sandavági andaðist á Sýnini
mikukvøldið, 80 ára gomul. Jarðarferðin verður úr
Sandavágs kirkju leygardagin kl. 14 Tey, ið vilja
minnast Hjørdis, kunnu lata langommusoninum
Lukasi eina peningagávu, konta í Føroya banka
Steingrím við Stein, búsitandi í Skibby, ættaður
úr Tórshavn, andaðist í heiminum týsdagin 16.
februar, 84 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
19. februar. Ammon, deyður umleið ár 250. Var ein av teimum rómversku
hermonnunum, sum við at síggja dirvi og trúarvissu teirra kristnu. Sjálvur gjørdist
kristin og varð tikin av døgum.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Í februar 1975 fall dómur í
Føroya rætti í sakarmálinum,
sum Zakarias Wang hevði
reist ímóti sjey av valevn
unum hjá Tjóðveldisflokk
inum í Suðurstreymoy til
seinasta løgtingsval og for
manninum
í
aðalnevnd
floksins fyri skuldsetingar
um straffbar viðurskifti, ið
hesi høvdu sett fram í blaðn
um 14. September og Út
varpi Føroya í november
mánað í fjør móti sak
søkjaranum.
Dómarin segði, at sann
leikaprógv vóru ikki førd
fyri skuldsetingunum, og
dømdi hann tí tveir av teim
um skuldsettu 14 daga
hefti, meðan hini seks fingu
14 dagbøtur á 50 krónur,
umframt at øll átta skuldu
gjalda sakarmálskostnaðin.
Á myndini eru Zakarias
Wang (h.m.) og verji hans
ara Halgir Winther Poulsen
(v.m.). Saman við teimum
eru Hanna Lisberg og Suni
Jacobsen.
Kelda: Myndaárbókin
– árið ið fór1975
Fyri 35 árum síðan:
Sakarmálið hjá Zakariasi
Sosialurin skrivar
tann 19. februar 1985
um at tað er oyðsl av
milliónum av krónum
at heita kølivatnið og
roykurin frá elverk
inum hjá SEV fer
beint upp í loft. Blaðið
skrivar eisini at Keld
og Hilda Heick kom til
Føroya hósdagin
Heita kølivatnið og roykurin
frá elverkinum hjá SEV fer
í dag beint upp í loft, uttan
at nakað verður gjørt fyri at
brúka hitan til vinnulig
endamál. Talan er um upp
hæddir fyri fleiri milliónir
krónur, sum vit rætt og slætt
oyðsla burtur.
Men nú skal vend koma
í, skrivar blaðið. Í gjár fóru
12 føroyingar til Noregs,
har teir skulu luttaka á ein
um norðurlendskum skeiði
um endurnýtslu av spillhita
frá elverkum.
Í blaðnum er ein grein
um donsku hjúnini Keld og
Hilda Heick, sum koma til
Føroya hósdagin. Tey skulu
syngja í Kvøldloti í Havn
hóskvøldið, í VBhúsinum
fríggjakvøldið, í KÍhøllini
leygarkvøldið og í Glyvra
Bio sunnukvøldið, umframt
at tey eisini skulu vera við á
konsertini hjá NSÍ í ítróttar
høllini í Runavík næsta
leygarkvøld. Tað er bólkurin
Springs úr Hoyvík, sum
skal ferðast kring landið
við Keld og Hildu.
Kelda: Sosialurin 19. februar 1985
Fyri 25 árum síðan:
Keld og Hilda í Føroyum
Merkisdagar
30 ára føðingardagur
27. mars fyllir Ruborg Haraldsen,
Saltangará, 30 ár. Føðingardagurin
verður hildin á Sjókafeini kl. 19.
Tey, ið ynskja at heilsa uppá Ruborg,
kunnu tekna seg á tlf. 310826 ella
256345 áðrenn 23. mars.
80 ára føðingardagur
Leygardagin 20. feb. verður Palli Olsen í Fuglafirði, 80 ár.
Dagurin verður hildin saman við børnunum.
80 ára føðingardagur
25. feb. verður Selma Heinesen, Klaksvík, 80 ár. Dagurin
verður hildin á Brekku 16. Frá kl. 18.
80 ára føðingardagur
28. feb. verður Hildigarð Nattestad, Hvalba, 80 ár. Dagurin
verður hildin 20. feb. í gistingarhúsinum í Øravík, kl. 18, har
øll eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
1. mars fyllur Henning Mortensen, Argjavegur 40, Argir, 80
ár. Dagurin verður hildin sunnudagin 28. feb. í ABhúsinum
frá kl. 17.
Gullbrúdleyp
4. feb. høvdu Oda og Árni Frederiksberg á Strondum
gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin fríggjakvøldið 19. feb
kl. 18 í Kelduni í Skálafirði. Øll eru vælkomin.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 28. feb. hava Oddvør og Kornelius Johannesen
við Gjógv gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin í
Bygdarhúsinum við Gjógv leygardagin 27. feb. frá kl. 18.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Diamantbrúdleyp
Sunnudagin 21. feb. hava Jóhanna Maria Kirstin, vanliga
kallað Hannimia, og Sigurd Sofus Nybo, Hósvík, verið gift í
60 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum.
Brúdleyp
Sunnudagin 21. feb. giftast Thomas F. Johannessen, Æðuvík,
og AnnMargit Hansen, Saltnes. Opið hús verður í Stóratún
14, Æðuvík, frá kl. 18.
Brúdleyp
Páskadag 4. apríl giftast í Thyregod Kirke, Súsanna Joensen
frá Svínoy og Kim Gotsæd. Tey ið ynskja at gleða okkum
við at koma í brúðleyp, biðast vinarliga siga frá á tlf: 0045
26535429 áðrenn manadagin 15. mars.
Brúdleyp
Leygardagin 24. apríl giftast Joan Simonsen, Saltangará og
Rúni Jallson Niclassen, Skáli. Vígslan verður í Glyvra kirkju
kl. 14. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey,
ið ynskja at gleða Brúðarparið við at koma, verða vinarliga
biðin um at tekna seg innan 10. apríl á tlf. 262713, 448051
(Joan) ella 256043, 441603 (Rúni).
Prógv
Beinta Vatnsdal hevur 29. jan. fingið prógv sum tannrøktari
á Universytetinum í Århus.
nøvn