fríggjadagur 19. februar 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 35 · 19. februar 2010
17
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Ganga Eros og Baccus saman, verð
ur stór list. So segði Hargaskaldið
Poul F.
Og helst hevði hann rætt í tí.
Men ganga Poul F. og Hanus G.
saman, hendir eisini stór list. Tað
fingu vit, sum vóru so heppin at
vera áhoyrarar í Sjónleikarhúsinum
hóskvøldið at sanna. Tað er annars
ein løta síðani vit seinast hoyrdu nýtt
frá Hanusi. Hann, sum hevur smíðjað
løg til so nógvar av yrkingunum hjá
Poul F.
Orð og løg, sum hava ríkað okkum
løtur og lívgað okkum røtur.
Endamálið við konsertini var ikki,
sum vit eru von við, at promovera
eina nýggja útgávu. Nei, Hanus er
á reyvini, tí hann hevur onga inn
tøku havt í ár. So Jónas Block kom
vin manninum til hjálpar og stáplaði
eftir ongari tíð eina konsertrøð á
bein ini. Og tað kunnu bæði Hanus
og vit takka fyri. Hanus, tí hann
fekk pengar at keypa breyð fyri, og
vit onnur, tí Hanus lyftir eina týð
andi publicservice uppgávu við at
fólksliggera hendan týðandi skaldar
arv.
Tí kundu vit seta okkum aftur á
og njóta nakrar av gimsteinunum úr
rúgvunum av yrkingum, sum Hanus
seinastu árini hevur sitið og klimtr að
til. Frammanundan kendu vit bara
eini 20 av teimum áleið 70 sang unum
úr rúgvuni í pappeskjuni á loft inum
hjá lagasmiðinum. Har liggja tey, tí
Hanus meir og minni liv ir í einari
pappeskju. Ein tilvera sum hann,
sambært honum sjálvum, er reyv
troyttur av.
Men uppi av endabalkongini,
sum hevur lagt setur til mangt eitt
ung dómsfríggj, fingu vit at sanna,
at dugur framvegis er í Hanus.
Hann er ikki typan, sum brýt ur
upp úr nýggjum í heilum. Hann
hevur sítt egna ljóð og sín per són
liga stíl. So hóast løgini vóru nýggj
fyri okkara oyru, var stílurin hin
sami fólkatónleikarakendi, beist
akt igi og melankolski, sum vit
minn ast frá hinum báðum føroysku
útgávunum, »Til gaman og álvara«
og »Bouquet«.
Fá munnu, sum Hanus G., hava
gáv urnar at geva yrkingunum eftir
Poul F. sál, so tær standa eftir sum
djúpir, logandi brandar, frelsandi
himna ferðir ella rámandi sannleikar.
Um móðurlandið, fedranna mál,
sorg blíðan kærleika, deyðan, fjandan
og ógud ligheit annars.
Eymliga ballar hann orða mynd
irnar í tónaham. Viðhvørt í medi ta
tivum mol. Aðratíðir í dundrandi dur.
Við flúgvandi løttum fingraspæli og
einari rødd sum dunið undan Beinis
vørð.
Takk Hanus.
Ljóðførisekvilibristarnir, Mikeal
Blak og Magnus Johannesen. Takk
fyri, at tit, í cognaclittu glamuni
frá kertu ljósinum, so meistarliga
akkompagn eraðu Hanus G. við
sjálds ama nemandi ljóðførum sum
xylo fon, pumpuorgul og kontrabass.
Tað riggaði.
Og Hanus. Rangluttir og klaks
víksligur, í puntuttari skóg mans
skjúrtu og jesushári. Takk fyri, at
tú leggur nýggj løg til gamlar, út
for sjabbaðar slagararar »Fagra
blóma« og »Tú dregur meg sum ein
magnetur«. Vakrar yrkingar, sum
hava betri uppiborið enn at vera
tann steytarasangir millum suppu,
steik og ís.
Í Sjónleikarhúsinum. Hesum
hjarta rúminum, sum við einum dámi
av parisiskum boheme leggur pall
og karmar til so mangar góðar upp
livingar hjá menniskjunum í Havn.
»Til gaman og álvara«. Orðini, ið so
sigandi hava trónað yvir replikkum,
projektørum og dansiringum í eina
lítla øld. Hugaligt at vita sær, at júst
sami setningur eisini var heitið á
fyrsta yrkingarsavninum hjá Poul
F. eins og á fyrstu plátuútgávuni hjá
troubadurinum, Hanus G.: Til gaman
og álvara.
Skeg.
Góði Hanus. Kanst tú ikki skunda
tær at geva ein fløgu út?
ElSKandI, gráTandI, príSandI og rEvSandI í FEITa
djEvulSbESETTa Poul F. andanum. nýílaTnar yrKIngar
EFTIr poul F. vórðu bEISTalIga væl FramFørdar av
übertulkaranum Hanus G. í SjónlEIKarhúSInum hErFyrI
Takk Hanus