fríggjadagur 19. februar 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 35 - 19. februar 2010
- Ein alsamt vaksandi
skari av eldri fer at
fylla meiri og meiri
í samfelagnum, og
tí er neyðugt, at
vit fáa skapt eitt
kjak um, hvussu vit
nøkta tann tørvin
av alternativum
íbúðum, sum verður
meiri og meiri
ektuellur, sigur Jákup
Mikkelsen, formaður
í Trivnaðarnevndini
ELDRAÍBÚÐIR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Tað er neyðugt at fáa skapt
eitt kjak um tørvin á
røktarheimsplássum
og
alternativa íbúðarloysn hjá
teimum eldru.
Jákup Mikkelsen, for-
maður í Trivnaðarnevndini,
og hann heldur tíðin er
komin til, at nærri verður
hugt at bæði røktarheimum
og sambýlum, men ikki
minst eftir alternativum
íbúðarmøguleikum.
- Vit hava í dag ein
ómettaðan tørv á røtkar-
heimsplássum, og tað er
serliga
í
Tórshavn
og
Klaksvík hesin tørvurin er.
Men hyggja vit fram í tíðina
er eingin ivi um, at tørvurin
hjá fólki, sum koma upp í
pensjónsaldur, men annars
eru væl fyri, gongur móti
alternativum búplássum til
sambýlini,
sigur
Jákup
Mikkelsen.
Hann heldur tí, at vit eiga
at byrja at hyggja upp á,
hvussu vit koma hartil, at
vit byrja at byggja íbúðir til
eldri fólk.
- Vit koma altíð at hava
brúk
fyri
plássum
til
røktarheims
sjúklingar,
men fólk, sum í dag eru í
40-50 ára aldri, hava uttan
iva ilt við at ímynda sær eitt
pláss á einum røktarheimi,
tá tey koma upp í árini,
sigur Jákup Mikkelsen.
Hann metir tí, at tað í alt
størri mun verður brúk fyri
einum millumliði millum
egnan bústað og røktarheim
ella sambýli.
- Tað eru stórir fyrimunir
við at byggja smærri íbúðir
til tey av okkara eldru, sum
ikki hava røkt fyri neyðini,
og samstundis klára at halda
eina minni íbúð sjálvi, sigur
Jákup Mikkelsen.
Lættari at halda hús
Tá tað kemur til fíggjarliga
spurningin heldur formað-
urin í Trivnaðarnevndini, at
eindarprísurin fyri røktar-
heimspláss ella sambýli er
alt ov høgur.
- Seinastu røktarheimini,
sum bygd eru, hava kostað
yvir tvær milliónir krónur
pr. búpláss, og eg eri
sannførdur um, at vit kundu
fingið meiri fyri pengarnar.
Eg hugsi, at eitt stað millum
eina og hálvaaðru millión
krónur er meiri realistiskt
fyri smærri íbúðir, og tá
vildu
vit
fingið
fleiri
búpláss fyri somum pengar,
sigur Jákup Mikkelsen.
Slíkar eldraíbúðir kundu
verið hentar hjá fólki at
flyta inn í, sum ynskja at
flyta heiman ífrá.
- Tað kann verða ein lætti
hjá eldri fólki, sum kanska
ikki longur orka at halda
eini stór hús, at kunna flyta
inn í eina minni íbúð, sum
verður lættari at halda.
Samstundis kunnu tey flyta
inn í eitt umhvørvi, har
fleiri onnur eldri búgva,
sigur Jákup Mikkelsen.
Spurningurin
er
so,
hvussu slík bygging skal
fíggjast.
- Vit
kunnu
ímynda
okkum, at eitt eldri fólk
situr í einum stórum húsum,
har einki lán er í longur.
Hesi kunnu so selja húsini
og skjóta ein part inn í hesa
byggiverkætlanina,
og
harvið fáa bíligari leigu,
enn
um
tað
almenna
fíggjaði alla íbúðind, sigur
Jákup Mikkelsen.
So hóast vit framhaldandi
fara at hava tørv á at byggja
røktarheim, so eiga vit at
fara at hugsa um at byggja
alternativar eldraíbúðir.
Við at fíggja
Tað kundi eisini hugsast, at
avsett vóru økir, har fólk
kundu bygt sínar egnu
íbúðir og átt tær, og tá so
hesi løgdu frá sær, kundu
onnur keypt tær.
- Tað er í hvussu er ein
møguleiki, ið vit áttu at
umhugsa. Spurningurin er
bara, um vit ikki kundu
funnið ein millumveg. Í dag
er tað tað almenna, ið rindar
allan kostnaðin, men kundu
vit bygt hesar íbúðirnar fyri
eitt stað millum eina og
hálvaaðru millión, og fólk
so kundu skotið til dømis
hálva millión í sjálvi, so
hevði tað avgjørt verið
áhugavert,
sigur
Jákup
Mikkelsen.
Hann sigur, at hann kundi
ynskt sær eina fleksibla
skipan, har leigan kom at
verða tengd at tí innskoti,
ið fólk gjørdu.
- Skipanin kundi verið
soleiðis, at gjalda fólk fyri
alla
byggingina,
verður
eingin leiga, gjalda tey
helmingin av byggingini,
rinda tey bert helvtina av
leiguni og so framvegis,
sigur Jákup Mikelsen.
Hann sigur, at ein slík
skipað bygging í einum
eldraumhvørvi hevði eisini
givið møguleika fyri ávísum
tilboðum til tey eldru.
- Tey kundu fingið ta
hjálp, teimum tørvað í
einum slíkum nærumhvørvi,
tað verið seg røkt ella
matur, til dømis, sigur
Jákup Mikkelsen.
Hinvegin
skulu
vit
framhaldandi stuðla upp
undir, at tey eldru kunnu
vera í egnum húsum so
leingi sum møguligt.
- Og har skulu vit avgjørt
styrkja um Nærverkið og
heimahjálpina, so tað í
hvussu er ikki verður ein
orsøk til, at tey eldru vilja
sleppa úr egnum heimi,
sigur Jákup Mikkelsen.
Men hann undirstrikar, at
tíðin er komin hartil, at
kjakið
um
alternativar
eldraíbúðir
verður
tikið
upp, so nakað veruligt kann
gerast við málið.
Smáar funktionellar
íbúðir til eldri
Bók um Madeleine steðgað
Dómsvaldið í Portugal hevur enn eina ferð bannað fyrrverandi
løgreglumanninum Goncalo Amaral at geva út bók, sum hann
hevur skrivað um tilburðin, tá tann enska smágentan Made-
leine McCann hvarv í Portugal fyrst í mai í 2007. Tað vóru
foreldrini hjá gentuni, Garry og Kate McCann, sum kravdu, at
bókin skuldi steðgast. Tað gjørdu tey eisini í fjør og fingu
eisini viðhald ta ferðina. Í bókini "Sannleikin um lygnina"
skrivar Goncalo Amaral, at Madeleine McCann er deyð, og at
foreldrur hennara eru ikki so ósek, sum tey látast vera.
Vøkstur í ferðavinnuni
Fyribilstøl hjá íslendsku ferðavinnustovuni vísa, at
íslendska samfelagið fekk umleið 155 milliardir
íslendskar krónur burtur úr fremmandum ferðafólki í
fjør. Tað er umleið 20 prosent meiri enn árið fyri, um
broytingin í krónuvirðinum verður tikin við. Hagtølini
vísa, at knappliga 14.000 fremmand ferðafólk komu um
flogvøllin í Reykjavík, og tað er á leið tað sama, sum
komu við Norrønu til Seydisfjarðar, sigur ferðamála-
stovan. Sagt verður, at bretar, norðurlendingar og
amerikanarar ferðast ígjøgnum alt árið, men at eitt nú
italiumenn og spaniumenn ferðast um summarið.
Jákup Mikkelsen, formaðurí
Trivnaðarnevndini, ynskir eitt
kjak um alternativar eldraíbúðir