Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. februar 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 35 · 19. februar 2010 18 VIKUSKIFTI Bara sonurin ikki verður happaður Hey Rigmor Tú sum lærari kann kanska hjálpa mær við hesum. Eg var illa happað, tá eg gekk í fólkaskúlanum. Árini har vóru eitt satt helviti við rópum, sparkum og knýttum nevum. Foreldrini vistu onki og lærararnir blundaðu. Eg eri komin rættuliga væl frá hesum. Men nú elsta barnið skal byrja í skúla, havi eg tað ikki gott. Eg eri so sera, sera bangin fyri, at hann skal møta somu lagnu, sum eg sjálv gjørdi. Er tað nakað, eg kann gera sjálv fyri at fyribyrgja, at hann ikki endar sum eg sjálv gjørdi? Skúlabarnamamman Góða Skúlabarnamamman Eg skilji væl, at tú ert bangin fyri, at barnið skal fáa somu lagnu sum tú. Happing fylgir einum restina av lívinum, og skrekkurin hjá øllum foreldrum er, at spenta og glaða skúlabarnið kemur at uppliva happing og forfylging í skúlanum. Men ansa eftir, at barnið ikki kennir á sær, at tú roknar við, at tað fer at verða happað. Ein føroysk kanning frá 2007 vísti, at fjórði hvør 11 ára gamal drongur verður happaður, og at 15 prosent av børn­ unum í føroyska fólkaskúlanum siga seg verða happað. Tíbetur er nógv, tú kanst gera fyri at fyribyrgja happ­ ing í flokkinum hjá barninum. Í fyrsta umfari skalt tú fortelja flokslæraranum um tín ótta, og at tú væntar, at lærarin og skúlin taka trivna og happing í álvara. Í dag hava flestu lærarar tíbetur lært at taka slíkt í álvara. Harumframt kanst tú beinanvegin bjóða teg fram at vera virkin í samstarvinum við skúlan, til dømis sum foreldraumboð í flokkinum og/ella í skúlastýrinum. Sum virkið foreldur ert tú við til at mynda happingar­ politikkin í skúlanum. Tað er ein myta, at happing bara hevur nakað við reytt hár, frøknur ella brillur at gera, tí ein happari kann altíð finna okkurt at happa við. Happing hevur nakað við mentanina í skúlanum at gera. Allar kanningar vísa, at hugburður og mannagongdir á skúlanum eru avgerandi fyri, um happing sleppur at fáa fastatøkur á skúlamentanini. Har skúlin og starvsfólkini hava ein greiðan happingarpolitikk, er minni happing. Ítøkiliga kunnu foreldur eisini gera sítt til at forða happ ing í flokkinum. Fyrst og fremst við at eggja barn­ in um til at verja floksfelagar, sum ikki megna at verja seg sjálvar. »Tigandi meirilutin« hevur í veruleikanum sera nógv vald, tí tað er onki stuttligt at happa, um ongin hyggur at og stuðlar undir happingina. Eisini er tað umráðandi, at vit vaksnu ikki tosa ilt um onnur, tá barnið er til staðar. Ein dømandi og niðrandi málburður ávirkar eisini tosingarlagið og atburðin hjá barnunum. Tú kanst eisini stuðla barninum í at hava nógv og ymislig vinaløg í flokkinum. Tað minkar eisini um vandan fyri, at okkurt barn ofta situr einsamalt eftir. Føðingardagar geva greiðar ábendingar um, hvussu populert eitt barn er. Raðfest innbjóðingar til føðingar­ dagar hjá floksfeløgum høgt. Eisini eigur flokkurin at hava ein felags føðingardagspolitikk, har annaðhvørt allir floksfelagarnir verða bodnir við, allar genturnar ella allir dreingirnir. Raðfest eisini samveru við onnur foreldur í flokkinum høgt. Sosial samvera í foreldrabólkinum smittar av á sosialu samveruna millum næmingarnar. Børnini elska at foreldrini hugna sær saman, og góði hýrurin millum foreldrini smittar eisini av á børnini. Hetta vóru nøkur av ráðunum, eg kann geva tær, nú elsta barnið skal í skúla. Góða eydnu við tí. v. rigmor ______________________________________________ Hví klára onnur alt? Góða Rigmor Vit eru eitt par um tey 30 við tveimum børnum. Vit hava góðar útbúgvingar og spennandi/krevjandi størv. Vit eru góð við hvørt annað og duga væl at skiftast um húsligu uppgávurnar. So langt so gott. Men vit eru ofta so útlúgvað aftan á arbeiðstíð, at vit bara orka at gera tað mest neyðuga, so sum at keypa inn og gera mat. Ofta verður uppvaskið standandi til morgunin eftir, og tá vit leggja børnini kemur tað meira enn so fyri, at vit sovna hjá teimum. Húsið er ofta óruddiligt, skitin klæði sløðast á vesigólvinum, og leikutoy er allastaðni. So tú skilir, at vit hava eitt nokk so pressað lív, har alt tað, sum vit gjarna vildu, so sum tað at fara til tiltøk, vitja fólk, renna og annað, næstan verður av ongum. Vit tosa ofta um, hvussu onnur gera, tí tað virkar sum um tey klára alt. Tað hava vit bara slett ikki orku til. Hevur tú nøkur góð ráð til okkara? Heilsan »Tey pressaðu« Góða »pressaðu« Fyri tað fyrsta: ongin klárar alt. Og tey, sum royna, brenna út. Krøvini í dagsins samfelag eru so yvirdrivin, at ongin kann lúka øll. Tað kunnu tit ugga tykkum við. Barnafamiljur, har bæði arbeiða úti fulla tíð, noyðast at ráðleggja og raðfesta tíðina við harðari hond. Tað skulu tit eisini gera. Setið tykkum niður og tosið ting­ ini ígjøgnum. Hvat ynskja tit at raðfesta fram um annað? Hvat kemur allarfremst, hvat kemur næst og so framvegis. Eg ímyndi mær, at børnini, arbeiðið og parlagið verða raðfest høgt, tí tað verða tey longu sum er heima hjá tykkum. Síðan mugu tit seta restina upp: heimið, vinfólk, motión, útsjónd, sexlív, heilsu, familju, veitslur, ferðing, mat, mentan… alt, sum tit vilja raðfesta. Um tit til dømis velja at raðfesta børnini, arbeiðið, familjuna, sexlívið og motión, má alt hitt raðfestast nógv lægri. Hetta merkir til dømis, at húsið sær ikki út sum ein bústaðarreportaga, at vinfólkini koma í aðru røð, og at tit ofta takka nei til innbjóðingar. Tá tit verða tilvitað um og hava avtalað hvat hevur týdning her í lívinum, verður tað nógv, nógv lættari at góðtaka, at alt ikki er sum í bløðunum. Tí ongin er perfektur, og tað skulu tit heldur ikki royna at verða. v. rigmor Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan SpyrSt So livSt Redaktiónin loyvir sær at velja og vraka millum innsendu spurningarnar Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði, so send spurningin til: Sosialurin SpyrSt So livSt postboks 76 Fo-100 tórshavn ella teldupost til rigmor@sosialurin.fo RigmoR Dam Máltænastan hevur fingið hendan fyrispurningin: Hvussu ber tað til, at útvarpið og aðrir fjølmiðlar nú í heilum »siga fólki úr starvi«, tá ið tað vanliga eitur: »hann bleiv uppsagdur, stjórin segði alt arbeiðsfólkið upp.«? Hetta er ein gáta, tí tann klossuta formuleringin »siga úr starvi« er bæði óneyðug og óklár. Ein forkláring kann vera, at tað á donskum eitur »sige op« ella »opsige«. Og at líkjast donskum tykist vera deyðssynd millum málstjórar. Men »siga upp« er eisini føroyskt. J. C. Svabo (1773) hevur á síðu 706: »siä up«, og Jóannes av Skarði hevur í sínari donsku­føroysku (1977) undir uppslagsorðinum 'opsige' »siga ein upp«. Her hevur hann púra rætt: siga upp pluss hvønnfall, og soleiðis málbera fólk seg, sum ikki eru farin av málinum ella skumpað av málinum. Tað eitur »hon segði børnunum eina søgu« (subjekt + verbum + dativobjekt + akkusativobjekt). Men er einki dativobjekt, stýrir 'siga' hvønnfalli: hon segði hann vera sjúkan, teir søgdu hundin av, hann segði hana upp. Tað eitur eisini at fáa eina uppsøgn og ikki úrsøgn. Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvørji argument eru fyri at brúka tað hátíðarliga og eitt sindur komiska »siga úr starvi«, hvørja ferð onkur fær fótin. (MT) Nu verða øll søgd úr starvi verða komm føroysk ð punktum Málstrikan MÁLFELAGIÐ ð