Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. februar 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 35 · 19. februar 2010 14 VIKUSKIFTI Kalda Kríggið Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá Robert Oppenheimer og hansara starvsfelagar í Manhattan-proejektinum framleiddu fyrstu kjarnorkubumbuna, gjørdist hetta byrjanin til endan av seinna heimsbardaga. Men hvussu gleðiligt tað so enn var fyri heimin, at kríggið var av, skapti hetta eisini eina ræðslu. Menningin av ein um somikið ræðuligum vápni, hevði gjørt útlitini fyri einum kríggi, har allur heim urin kundi leggjast í oyði til nakað, sum kundi metast sum sannlíkt. Og sann líkindini fyri hesum gjørdust enn størri, tá brintbumban varð ment. Ein bumba, sum var somikið ræðandi, at bæði amerikumenn og russar steðgaðu royndar spreingingum. Men framvegis stóð tesan eftir, at enn hevði heimurin ikki sæð eitt vápn, sum ikki var tikið í nýtslu í kríggi. Skuldi prógva kommunismuna Fyrst og fremst vóru tað hesi ræð andi útlit, sum skaptu eystur- og vestur- blokkin. Ein onnur tesa staðfestir, at eitt kríggj ongan tíð hevur sum endamál at gera egna verju veikari. Men vandin fyri hesum var ovurstórur við nýggju vápn unum, og tí gjørdist talan um eina vápna dubbing, har ræðslan fyri álopi og einum totalum kríggi var sterkasta vápni. Júst hetta gav kalda krígnum egin- leikan at fastfrysta støður, og bert henda fastfrysta støðan kundi skapa ein bý, sum – 50 kilometrar inni í eystur blokk inum – var býttur upp í ameri kanskan, russiskan, franskan og bretskan sektor. Marxistiska hugsjónin borgaði á pappírinum fyri, at Eystur-Berlin við tíðini skuldi prógva fyri vesturheiminum, hvussu sunnan búskaparvøkstur kommu nisman í veruleikanum kundi skapa. Í dag kann hetta kanska tykjast sum ein vónleys roynd, men tað tordi vesturheimurin als ikki at vóna. Serliga ikki við atliti til, hvussu stóran vøkstur industrialiseringin hjá Stalin hevði skapt í Sovjetsamveldinum. Tí varð kapitalisman í Vestur-Berlin stuðlað við Marshall-hjálp, stuðuli frá Vesturtýsklandi og eisini frá CIA. Alt við tí endamáli at gera Vestur-Berlin til ein kapitalistiskan og demokratiskan sýnisglugga inni í total-statinum, sum Stalin sjálvur hevði skapt. Forðaðu brain-drain Hóast hetta, so ivaðust kommunistisku ideologarnir framvegis ikki í, at komm- unisman skuldi sigra. Stóri trupulleikin var, at væl stuðlaða kapitalisman í Berlin skapti eitt satt brain-drain. At hava ein sundurskildan bý, ið ikki var meira sundurskildur enn so, at fólk frítt kundu ferðast ímillum, skapti grundarlag fyri fólkaflýggjan vestureftir. Ein fólkaflýggjan, sum í 1956 vísti, at hálv onnur millión eystur- týskarar vóru flýggjaðir vesturum. Nikita Krusjtjov, bóndin, sum var blivin russiskur aðalskrivari, hótti við at kroysta vesturlendsku kreftirnar úr býnum, men tá Eisenhower-stjórnin í USA mutaði ímóti, bakkaði Krusjtjov. Ístaðin segði hann við eysturtýska starvsfelaga sín, Walter Ulbricht, at Eysturtýskland inn 1961 fór at yvirhála vesturlendska pendantin í livistøði. Ein visjón, sum als ikki helt. Í 1961 vóru 2,7 mió fólk flýdd vesturum. Og meira enn nakað gav hetta kommunistiska heiminum ein forkláringstrupulleika. – Kann sosialisman ikki vinna í DDR. Kann kommunisman ikki vísa seg sum besta skipanin her. So hava vit ikki vunnið. Somikið grundleggjandi er spurningurin fyri okkum, staðfesti rusiski varaforsetin, Anastas Mikojan í juli mánaði í 1961. Sami Mikojan, sum árið fyri hevði sagt, at Castro- koll veltingin í Cuba var prógv fyri, at kommunisman um stutta tíð eisini hevði fastatøkur á vesturheiminum. Ulbricht hevði sjálvur í 1952 nevnt hugskotið at byggja ein múr fyri at sklija eystur og vestur sundur í Berlin. Eitt hugskot, sum aðrir kommunistiskir leiðarar tó vóru ímóti. Hetta tí teir óttaðust, at fólk ikki tóku undir við hesum. – Besti hátturin at sigra á vesturtýsku avbjóðingini er at vinna fólkið. Hetta skal gerast við at brúka politikk og mentan til at skapa eitt betri livistøði, segði Krusjtjov. Eisini ungverski leiðarin, Janos Kadar, sum sjálvur hevði trýst upp- reistrarsinnaðar kreftir niður í 1956, roknaði við ónøgd, um múrurin gjørdist veruleiki. Men Krusjtjov sá at enda ongan Berlin-múrurin gjørdIST íTøKIlIga ímyndIn av kalda krígnum. Og FyrI 20 árum SíðanI gjørdIST hann eISInI ímyndIn av FallInum hjá jarntjaldinum. í veruleIKanum var Talan um eIn múr, Sum eIngIn vIldI hava – men Sum týSklondini Illa Kundu vera FyrIuTTan Týsklondini hildu fast um múrin 20 ár eru liðin, síðani jarntjaldið fall, og kalda kríggi var av. eitt kríggj, sum ongan tíð brast á, men sum tók sína byrjan við fyrstu kjarn orkubumbunum, og sum eftir Cuba-kreppuna fyri tað nógva helt heimin á pínubeinkinum í einum til tíðir heilt ítøkiligum ótta fyri einum altoyðileggjandi kjarnorkukríggi. Komandi vikuskiftini seta vit fokus á og lýsa nøkur av teimum fyribrygdum, sum eyðkendu kalda kríggið, eins og ljós verður varpið á tær hendingar, sum virkaðu til, at kalda kríggið endaði. Kalda kríggið Greinarøð uM