Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. februar 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 19. februar 2010 15 www.torshavn.fo Vinnustykki á Skarðshjalla Nú hevur tú møguleikan at ogna tær byggibúgvið vinnugrundstykki á Skarðshjalla Sum framhald av útstykkingini á Sandvíkar- hjalla, útstykkjar kommunan umleið 24.000 fermetrar til vinnugrundstykki á Skarðshjalla. Grundstykkini eru ætlað til framleiðsluvinnu, byggivinnu, bilasølu, verkstaðir og líknandi vinnur, sum eru umhvørvisflokkaðar í flokki 3 til 6. Stødd á grundstykkjum Støddin á grundstykkjum verður millum 1.100 og 3.100 fermetrar. Um áhugi er fyri smærri grundstykkjum ber til at býta stykki sundir í smærri eindir eftir nærri avtalu. Grundstykkini verða grivin út og grovplanerað, og fjarhiti, vatn, kloakk og el verður lagt inn á hvørt stykki. Kostnaður Mettur fermeturprísur er kr. 1.200,00. Helvtin av metta kostnaðinum fellur til gjaldingar við undirritan av fyribilsskeyti, og restin fellur til gjaldingar, tá ið økið er liðugt byggibúgvið og grundstykkini eru matrikulerað. Tíðarætlan Fyrstu stykkini verða ætlandi byggibúgvin seinni í ár. Fleiri upplýsingar Um tit vilja ogna tykkum eitt stykki, ella um tit hava spurningar í hesum sambandi, kunnu tit venda tykkum til løgdeildina á telefon 302010, ella senda okkum teldu- bræv á torshavn@torshavn.fo. Til ber at lesa meira um útstykkingina og um umhvørvisflokking av vinnuni á heima- síðuni hjá kommununi www.torshavn.fo. Hvítanes Hoyvík á Hjálli Skarðshjalli tórshavnar kommuna SELT lýsing