Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. februar 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 35 · 19. februar 2010 15 VIKUSKIFTI annan møguleika. Bert í juli mánaði í 1961 flýddu 30.000 eysturtýskarar vesturum. – Eysturtýski búskapurin toldi ikki, at vit einki gjørdu við fráflytingina. Múrurin var einasti møguleikin, sum vit høvdu eftir, segði sovjetiski leiðarin. Og náttina millum 12. og 13. august í 1961 varð Vestur-Berlin stikaður inni handan píkatráð. Ein gyrðing, sum seinni gjørdist til ein 3-4 metra høgan betonmúr, sum strekti seg yvir 150 kilometrar, og har vakttorn, landminur, hundar og løgreglumenn, sum høvdu boð um at skjóta fyrst og spyrja aftaná syrgdu fyri varðhaldinum. Spældu við óttan Og so var múrurin veruleiki. Ein veru- leiki, ið tóktist eins fastfrystur sum globala politiska støðan. Og eisini ein veru leiki, sum gjørdist ein beinleiðis fyri munur hjá nøkrum. Hóast kalda kríggið var ein ideolog- iskur dystur millum Sovjet-Russland og USA, so innibar støðugi vandin fyri altoyðandi krígnum eisini støður, har halin veitraði við hundinum, sum fleiri søgufrøðingar hava tikið til. Fortreytin fyri hesum var, at Sovjet- samveldið og USA hvør í sínum lagi royndu at vinna sær heimsvaldi. Komm- unistarnir høvdu tørv á at prógva sína ideologi, meðan USA í sínum lag hevði lært frá tveimum heimsbardagum, at tað var ikki líkamikið fyri USA, hvussu restin av heiminum sá út. Og hetta gav leiðarum hjá smærru tjóðum møguleika at trýsta og ræða stórveldini. Tað var sum nóg mikið, um tey sannførandi megnaðu at hótta við at fara hendan ella handan vegin. Tito megnaði hóast kommunismu at halda seg leysan av Sovjetsamveldinum. Mao Zedong og Kina vórðu støðugt mett sum ein latent bumba í kalda krígnum, tí Mao noktaði fyri at hava Russland sum einasta samvinnulandi. Og í Egyptalandi spældi Gamal Abdel Nasser stórveldini somikið væl út móti hvørjum øðrum, at landið fekk ræði á Suez-veitini og fígging til Aswnd- byrgingina. Vietnam og Taiwan vóru enn meira ræðandi dømi um somu snildir, men eisini í Týsklandi dygdi statsleiðarin at gera sær dælt av somu effekt. Sameinda Týskland hevði verið ein búskaparligur kraftdepil í Europa, og hvørki USA ella Sovjet tordu at hugsa tankan um, at eitt sameint Týskland fór til fíggindan. Og hóast bæði Conrad Adenauer og Walter Ulbricht vóru trýstir av fólkinum, sum ynskti eitt sam eint Týskland, so megnaðu teir báð ir hvør í sínum lagi at spæla upp á ótt an hjá stórveldunum. Adenuaer hevði sjálvur sagt, at eitt tvídeilt Týskland var garanturin fyri stuðuli frá Nato. Og í hansara eyg um var hetta týdningarmiklari enn eitt sameint týskland, sum helst hevði kravt neutralitet í mun til Nato ella Warzhawa-paktina. Hann vildi tó ongan tíð avvísa Sovjetsamveldinum í sam ráðingum eitt sameint Týskland - ein slík noktan hevði heilt víst kostað at kvøður. Men hann syrgdi samstundis fyri, at eingin samráðing var í nær ná- mind nøkrum úrsliti. At sosialdemokratiski andstøðu- leið arin, Kurt Schumacher, segði seg vera til reiðar at tosa um eitt sameint Týskland og hernaðarligan neutralitet, styrkti eisini støðuna hjá Adenuaer, sum við árunum fekk mest sum ovurstórt vald í Nato. Eitt somikið stórt vald, at Eisenhower í 1959 var sannførdur um, at hóast hann og Krusjtjov kundu funnið semju um Berlin, so vildi hann ikki gera nakað, sum kundi fella Adenauar. Og Eystaru megin var støðan ikki ólik. Ulbricht mest sum vissaði Sovjetsamveldið um, at uttan stuðul fór Eysturtýskland ikki at standa seg. Ein støða, sum gjørdi, at Ulbricht støðugt megnaði at kroysta bæði hernaðarligan og fíggjarligan stuðul frá Moskva. Og hann tók eisini fleiri fet víðari. Uttan at spyrja Moskva eftir, mótmælti hann enska/amerikanska/franska poli- tikk inum í Vestur-Berlin. Hann sendi sjálvur eina almenna sendinevnd til Beijing, uttan at russar vistu um hetta, og hann spurdi heldur ongan eftir, tá hann broytti mannagongdirnar fyri at- ongd frá Vestur- til Eystur-Berlin. Snøgt sagt, so var óttin hjá stór veld- unum fyri, at teirra sameindu kundu fara til fíggindan, ov stórur, til at somu stórveldi tordu at vísa sína megi. Týsku statirnir stýrdu snøgt sagt sjálvir týska politikkinum hjá stórveldunum. Í báð- um førum væl stuðlað av múrinum, sum eingin teirra veruliga ynskti – men sum hvørgin kundi vera fyriuttan í taktiska spælinum. Eysturtýsku vaktirnir høvdu standandi boð um at skjóta ein og hvønn, sum royndi at flýggja um múrin 20 ár eru liðin síðani Berlin múrurin fall. Myrka linjan á Patzdamerplaz vísur hvar múrin gekk mynd: polfoto myndir: inna tÖrnroos