Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. februar 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 35 · 19. februar 2010 19 VIKUSKIFTI Mín besta uppskrift er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift, saman við mynd av rættinum og navni á kokkinum. Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki hava verið almannakunngjørdar áður. Send tína bestu uppskrift til: Sosialurin Postboks 76 FO-110 Tórshavn mrk. uppskrift Ella til post@sosialurin.fo. lagt tIl rættIs: Inna Törnroos UppsKrIft: Jákup Mørk Uppskriftin, sum verður prentað í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,- frá Thomas Dam búnýti tórshavn Niels Finsensgøta 18 tel. 36 30 00 saltangará Heiðavegur 56 tel. 44 76 04 Búffar: 500 gr malið neytakjøt 4 skivur av bacon 2 miðalstórir leykir ½ dl av reyðvíni 2 ½ dl av róma 500 g av eplum Kryddarí (groft salt, pipar, kryddurtar, hvít leyksbland) matolja kulør til sós Hakkibúffur við bacon, rómasós og hasselbakaðum eplum (4 persónar) Hasselbakað epli Flys eplini og sker tættar rivur ígjøgnum tey Pensla eplini við matolju Stroyð eitt vet av salti og pipari á Bakast ovarlaga í ovninum við 180 stigum í 1 tíma (bara yvirhita á ovninum) Búffar Forma neytakjøtið til 4 hakkibúffar Legg eina skivu av bacon um hvønn og bind fast við bummulstráði Steikjast á pannuni og krydda við salti, pipari, kryddurtum og hvítleyksblandi Tá búffarnir eru stoktir, verða teir settir í fat, dekkaðir við staniol og settir niðarlaga í ovnin (pannan skal ikki vaskast) Sós Sker leykin smátt og brúnka á pannuni Tá leykurin er passaliga bleytur, verður reyðvínið latið yvir, soleiðis at kryddið verður bakað av pannuni Koyr rómin á pannuna og lita sósina Leif Vollebekk hevur gjørt sang við heitinum Don’t Go To Klaksvik Tónleikur eyðun klakstein eydun@sosialurin.fo Fyri fimm árum síðani búði kanadiski tónleikari Leif Vollebekk í Íslandi í eitt ár. Hesa tíðina gjørdu hann og nakrir vinmenn ein túr til Føroya í nakrar dagar. – Vit vóru í Havn, og tá vit søgdu, at vit ætlaðu okkum til Klaks víkar dagin eftir, søgdu fólk við okkum »don’t go to Klaksvik«, tí har er einki at fara eftir, sigur Leif Vollebekk. Men hóast ávaringarnar í Havn, fóru teir avstað. Teir gjørdust tó ov seinir til ferjuna um Leirvíksfjørð. – So hildu vit, at vit tað sama kundu fara aftur til Havnar. Vit høvdu ikki hug at bíða eftir næstu ferjuni, tí tað var neyvan nakað so áhugavert í Klaksvík, og so vóru vit kanska ikki so væl fyri tann dagin, sigur Leif Vollebekk. Ávaringin varð hangandi Linjan »don’t go to Klaksvik«varð hangandi í høvdinum á Leif Vollebekk, og hann skrivaði ein sang við tí heitinum. – Eg angri, at eg ikki fór til Klaksvíkar, tí tá mann fer so langt at ferðast, so eigur mann at fara so langt, mann kann sleppa, sigur Leif Vollebekk. – Kanska eg einaferð í framtíðini veruliga sleppi til Klaksvíkar, sigur hann. Sangurin Don’t Go To Klaksvik er ein ávaring ímóti býnum, men snýr seg líka nógv um at verða argur um ikki at hava tikið av ein­ um møguleika. Leif Vollebekk ljóðar norður­ lendskt, og tað kemst ikki av ong­ um. Pápi hansara er úr Noregi, men Leif er føddur og uppvaksin í Kanada. KanadisKur tónleiKari Hevur sKriv að sang, sum Hann Kall­ ar »don’t go to KlaKsviK«. Her er orsøKin til sangin Far ikki til Klaks víkar