Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. februar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 36 - 22. februar 2010 Børn, sum vaksa upp í lutfalsligum fátækradømi, rinda ein høgan prís – eisini í sonevnda vælferðar­ samfelagnum Vælferð Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tey hava ikki ráð at halda føðingardag. Jóladunnan er skift út við spagetti. Vetrar­ skógvarnir eru keyptir frá Reyða Krossi, og tey hava ongantíð ferðast uttan­ lands. Vit kenna væl hesar fá ­ tøku familjurnar, men vit vita bara ikki, hvussu nógv­ ar tær eru. Heldur ikki hava vit nakað ávíst fátækramark, eins og onnur framkomin lond. So hóast vit snøgt sagt onki vita um sosialu støð una hjá láginn tøku­ familjum her á landi, kunnu vit sjálvandi ikki látast, at trupulleikin við fátøkum familjum er ikki til, tí sjálv­ andi er hann tað. Her, eins og í restini av Europa og í hinum norður­ londunum eru familjur, sum eru so fíggjarliga illa fyri, at tað ávirkar lívið hjá børnunum. Hetta var helst eisini or ­ søkin til, at Samtak, felags­ skapurin hjá fiskimanna­ og arbeiðarafeløgunum, millum annað valdi at varpa ljós á børn í fátøkum familj­ um á evnisdegnum Føroyar og Vælferðin í Norður­ landahúsinum fríggjadagin. Tá ið ein familja er fíggj­ arliga illa fyri, ávirkar tað alla familjuna sosialt, heilsu liga, arbeiðsliga og á annan hátt. Norski sosiologurin Elisa beth Ugreninov frá norska sosiala granskingar­ stovninum Nova, greiddi frá stórari gransk ingar verk­ ætlan, har kannað varð, hvussu tað ávirkar trivnaðin hjá børnum at vaksa upp í lutfalsligum fátækradømi. Her verður hugsað um fátækradømi, sum sjálvandi ikki kann sammetast við støðuna í menningar lond­ unum, men fátækradømi, sum ávirkar møguleikarnar hjá børnum og ungum at mennast á jøvnum føti við vinfólkini, til dømis við­ víkjandi heilsu, frítíð, út búgv ing og trivnað sum heild. Ein norsk familja verður mett at vera fátøk, um ársinntøkan er lægri enn 60 prosent av miðalinntøkuni í landinum. Eisini hugleiddi hon um, hvussu vælferðar sam felag­ ið kann bøta um umstøð­ urnar hjá hesum familjum. Í norsku kanningini fylgdu granskararnir umleið 1000 fátøkum barna familj­ um yvir eitt 10 ára tíðarskeið og samanbóru úrslitini við vanligar familjur. Børnini kenna støðuna Kanningin vísti, at fátøku familjurnar búgva vána lig­ ari, hava ofta bara ein for­ syrgjara, eru oftari útlend­ ingar, hava lægri útbúgving, at sálarliga og kropsliga heilsustøðan er oftari vána­ lig og tær hava eitt minni netverk enn aðrar familjur. Eisini vísti kanningin, at hóast foreldrini royna alt tey eru ment fyri at børnini skulu ikki kenna veruligu fíggjarligu støðuna, so vita børnini væl, hvussu illa tað stendur til. Børnini svíða Børn í fátøkum familjum eru oftari burtur úr skúla vegna sjúku. Tey eru ikki sjúkari sum so, men almenna heilsustøðan er veikari. Tey eru lægri enn onnur børn og vit finna fleiri roykjarar millum fátøku børnini. Tey viga oft ari ov nógv og hava oft­ ari ADHD. Fakliga eru tey oftari verri fyri, tey fáa oftari serundirvísing og verða oftari happað. Eisini hava tey fleiri psyko somat­ iskar trupulleikar og koma oftari í samband við stovnar sum barnapsykiatriina og barnaverndina. Tey eiga færri materiellar lutir, og vánalig bústaðarviðurskifti við fukti, trekki, nógvari ferðslu og larmi frá grann­ um hava álvarligar avleið­ ingar fyri lívskvalitetin hjá børnunum. Eisini vísir kanningin, at tess fátækari familjan er, tess størri er vandin fyri, at børnini uppliva sosiala av byrging, eksklusión, frá vinfólki og frítíðarvirksemi, og sum heild eru møgu­ leikarnir skerdir at luttaka í skipaðum og óskipaðum tiltøkum í skúla og frítíð. Hetta kemst kanska eisini av, at neyvt samband er millum sjálvsvirðið hjá børn um og materiella støð­ ið í heiminum. Verja børnini Sambært Elisabeth Ugreni­ nov gera foreldrini alt tey eru ment, til tess, at børnini skulu ikki verða ávirkað av fátækradøminum. Sum dømi nevndi hon pápan, sum bara át eina ferð í tríggjar dagar fyri at fáa ráð til eina føðingardagsgávu til sonin. Ella mammuna, sum fór tjaldingartúr í skóg inum við børnunum, har tey bygdu upp ein ævin­ týraheim, tí ráðini vóru ikki at ferðast. Sostatt klípa foreldrini av alla aðrastaðni enn hjá børnunum, so leingi tað ber til. Hetta merkir tó ikki, at børnini ikki uppliva fíggj­ arligu trongstøðuna. Vælferð kostar At næstan øll foreldur gera alt tey eru ment til tess at verja børnini, ger eisini, at eitt av tilmælunum í kann­ ingini er at geva hesum lág­ inntøkufamiljunum størri fíggjarligan stuðul – og hann skal ikki vera oyra­ merktur til ávís endamál ella høvi, tí foreldrini megna sjálvi at leggja til rættis, so peningurin kemur børnunum til góðar. Í Noregi ber til at bøta um fíggjarligu støðuna hjá barnafamiljum við sosial­ hjálp, barnapengum og bustaðarstuðli. Ókeypis luttøka Sum sagt eru børn í fátøkum familjum í vanda fyri at verða avbyrgd frá virksemi og tiltøkum saman við øðrum børnum. Tí er eitt ann að tilmæli, at almenna rúm ið tekur hædd fyri, at øll hava ikki ráð til alt. Til dømis lima­ og luttøkugjøld í samband við frítíðar virk­ semi og útferðir. Tí mælir granskingarbólkurin til, at alt skúlarelaterað virksemi er ókeypis, ikki bara í prin­ sippinum, men eisini í praksis. Børn líða í fátøkum familjum Ung fáa pensjón Í Danmark er talið á fólki millum 25 og 29 ár, ið fáa fyritíðarpensjón orsakaðav sálarligum trupulleikum, tvífaldað tey bæði seinastu árini. Jyllands­Posturin skrivar, at tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í fjør fingu 1.079 fólk í aldrinum 25 til 29 ár tilsøgn um fyritíðarpensjón. Formaðurin hjá almannastjórunum, Ole Pass, sigur við blaðið, at tað ber til at hjálpa fólki burtur úr trupulleikunum, og tí vil hann hava eina skipan, har fólk fáa fyritíðarpensjón fyribils í trý ella fimm ár. Tað sama sigur sálarlæknin Lene Falgaard Eplov. Næstan 250.000 danir fáa í dag fyritíðarpensjón. RG nýggjan formann Á aðalfundi seinasta hósdag fekk grønlendska fiskivinnufyritøkan Royal Greenland nýggja nevnd. Broytingin hevði millum annað við sær, at formaðurin tey seinastu trý árini, Peter Grønvold Samuelsen, fór frá, og í hansara stað kom danski vinnulívsmaðurin Niels Harald de Coninck­Smith (myndin). Hann var stjóri í heilivágfyritøkuni Ferrosan í fleiri ár og kundi vísa á gott úrslit, tá hann fór frá í 2008. Nú skal hann so royna at rætta gongdina hjá Royal Greenland, sum hevði 196 milliónir krónur í halli í fjør. Nevndarlimirnir í Royal Greenland verða valdir fyri tvey ár, men formansval er á hvørjum ári. Talið av fátøkum er vaksið nógv í sambandi við fíggjar­ kreppuna í Europa. Mett verður, at eini 17 prosent av íbúgvunum liva í fátækt. Í Danmark verður mett, at í 2010 liva eini 65.000 børn í fátøkum familjum. Hetta tal er vaksið við 15.000 børnum seinastu 5 árini. Kelda: Samtak FAKTA Á evnisdegnum, Føroyar og vælferðin, valdi Samtak eitt nú at varpa ljós evnið »Børn í fátøkum familjum« Tilvildarlig mynd