mánadagur 22. februar 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 22. februar 2010
7
Bæði hjúnarfeløgum,
børnum, sonar
konum, versonum og
øðrum avvarðandi
tørvar betri innlit
ALZHEIMER
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Minnissvinn ber í sær
broytingar við henni ella
honum, ið vit annars hava
kent so væl. Vit kunnu betur
læra at vera um fólk við
minnissvinni, um vit kenna
til sjúkuna, sigur Alzheim-
erfelagið, sum skipar fyri
skeiði fyri avvarðandi á
Tvøroyri tann 27. februar.
»Móðir mín leggur einki
í síni ommubørn longur.
Skitin
klæði
rekast
í
klæðnaskápinum saman við
reinum klæðum, og hon
verður ill, tá ið vit siga tað
við hana. Hon hevur oyði-
lagt tríggjar kaffimaskinur
seinasta hálva árið, tí hon
koyrir kaffið har, sum
vatnið skal vera.«
Hetta kundi komið frá
einari ráðaleysari dóttur um
sína minnisveiku móður.
Minnissvinn
(demens)
merkist fyrst og fremst á
tann hátt, at minnið viknar,
men tað ávirkar eisini eina
røð av øðrum eginleikum;
eitt nú vikna metingarevnini,
torførari verður at leggja til
rættis, eins og innlit í egna
støðu og egin evni minkar.
Tann minnisveiki missir
evnini at skilja sambandið
millum ymiskar gerðir, eins
og evnini at læra og at fata
nýggj fyribrigdi hvørva.
Seinri í sjúkuni versna mál
og málfatan nógv, og tað
kann lættliga skapa álvar-
samar misskiljingar. Tá ið
tað hendir, verður tann
minnisveiki ofta firtin ella
óður og fer kanska enntá at
hótta onnur.
Tí er umráðandi hjá av-
varðandi at kenna og varn-
ast tær broytingar, ið minn-
issvinn kann bera í sær.
Endamálið hjá Alzheim-
erfelagnum er m.a. at stuðla
og hjálpa minnisveikum
(demenssjúkum) og avvarð-
andi teirra og at upplýsa og
kunna um minnissjúku (de-
mens) yvirhøvur. Tí verður
skipað fyri skeiðum fyri
avvarðandi á Tvøroyri tann
27. februar og í Runavík
tann 25.og 26. mars. Meira
fæst at vita um hetta á www.
alzheimer.fo. Eisini ber til at
ringja á tlf. 313102.
Avvarðandi eiga
at vita meira um
minnissvinn
Vit umboða nú
er kosið besta vetrardekkið á øðrum ári
Sosialurin / KvR 34 18 00
BILVERKSTAÐIÐ
v/Hans Jacob Kollsker · Á Hjalla · Tel. 31 10 13 · Fax 32 10 15 · www.kollsker.com
Vit umvæla ALLAR skaðar og ØLL bilmerki
ÓKEYPIS SPORING VIÐ KEYP AV DEKKUM
www.kollsker.com
Lesið
-so eru tit við!