Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. februar 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 36 - 22. februar 2010 1. mars kemur í gildi ein kunngerð, sum sigur, at allir sjúkrabilarnir í landinum skulu lúka somu krøv. Tað skal vera sama tænasta allastaðni í landinum, er grundsjónarmiðið SjúkrabilatænaSta Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Sjúkrabilatænastan hevur higartil ikki verið nóg væl skipað, bilarnir hava ikki verið líka væl útgjørdir allir, og eingi ítøkilig krøv hava verið til portørarnar, sum hava koyrt við bilin­ um. Men 1. mars kemur í gildi ein kunngerð, sum hækkar støðiið nógv. Kunngerðin sigur millum annað, hvørji krøvini verða til allar bilarnar. Bilarnir skulu vera innrættaðir til at geva sjúklingum bráðfeing­ ishjálp, til føðandi kvinnur og skadd fólk. Haraftrat skulu allir bilarnir verða innrættaðir til at koyra fólk heim í. Ein bilur skal altíð vera tøkur, og sjúkraflutnings­ tænastan skal vera tilbúgvin alt samdøgrið. Ein liðlækni, sum skal vera narkosulæknin fer at hava ábyrgdina og umsjón­ ina av tænastuni, og hann skal tryggja, at sjúkraflutni ngsstarvsfólkini allastaðni í landinum hava neyðugan førleika. Minst tveir persónur skulu manna sjúkrabilin, tá ið hann fer út. Annars skal vera viðgeri og skal ava gjøgn­ umført viðgera­útbúgving ella líknandi útbúgving. Hetta kravið er soleiðis orð­ að, tí langt frá allir portørar í landinum hava enn fingið viðgera­útbúgving. Nú skal ferð setast á at gera portørun­ um neyðugu útbúgvingina. Málið við kunngerðini er, at allir portørar skulu fáa neyðugu førleikarnar, og at allir bilarnir eru í góðum standi og hava alla hóskandi útgerð. Størri krøv til portørar og bilar Fegnast um leitiøki Í Noregi er oljuídnaðurin ovurfegin um, at stjórnin hevur gjørt av at bjóða fleiri nýggj øki í Barentshavinum og Nor­ egshavinum út til olju­ og gassleiting. Í Barentshavinum er talan um 20 øki eystan fyri Goliat­økið, og í Noregshavinum er talan um 43 økir. Norsku umhvørvisverndarfelag­ skapirnir eru sera misnøgdir við avgerðina hjá stjórnini at víðka leitiøkið. Norges Naturvernforbund vísir á, at avgerð­ in loyvir oljuvirksemi á leiðum, sum hava stóran týdning fyri fiskivinnuna, og um umhvørvismyndugleikarnir hjá stjórnini hava fyrr mælt frá oljuvirksemi á hesum leiðunum. Ivi um veðurlagsbroytingar Ein mánað undan ST­veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn í desember vísti ein meiningakanning í Danmark, at 93 prosent av fólkinum vóru sannførd um, at metingarnar um veðurlagsbroytingar­ nar vóru rættar, og at 83 prosent vóru líka sannførd um, at menniskj­ an hevur skyldina. Nú vísir ein nýggj kanning, at nógvir danir hava skift støðu teir seinastu mánaðirnar. Í einari kanning, sum Politiken endurgevur, siga 67 prosent, at veðurlagsbroytingarnar eru veruligar, og 55 prosent geva mannaættini skyldina. Selma Ellingsgaard heldur, at hóast tey ikki fingu alt við í semjuna við Fíggjarmálaráðið um portørarnar, so er hetta kortini ein semja, tey kunnu liva við SEMja Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tá talan gerst um eina semju, so mugu báðir partar boyggja seg nakað. Og tað mátti Starvsmannafelagið eisini gera. ­ Vit vóru noydd at slaka í eftirlønini, sum framvegis stendur á 10 prosentum. Hana vildu vit annars hava upp, sigur Selma Ellings­ gaard, forkvinna í Starvs­ mannafelagnum. Hon viðgongur, at talan hevur verið um ein tungan burð at fáa nýggjan sáttmála fyri portørarnar undir land, men tað er so eydnast nú. ­ Tilgongdin hevur verið tung. Vit hava verið noydd út í eitt verkfall, og vit hava verið serstakliga ónøgd við avgerðirnar hjá Fasta Gerð­ arrættinum, sum vit meta er farin út um sínar heimildir, sigur Selma Ellingsgaard. Hon fegnast tó um, at tað hevur eydnast at fáa heili 9% hækkan á grundlønina, men vísir samstundis á, at talan er um eitt tíðarskeið, ið næstan er runnið. ­ Talan er um ein tríára sátt­ mála, sum gongur út í okto­ ber 2010, so talan er í veru­ leikanum um eitt næstan runn­ ið tíðarskeið, sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum. Liggur eftir Eisini onnur viðurskifti enn eftirlønin fingust ikki upp á pláss í hesum umfarinum. ­ Vit ynkstu at bólka van­ ligu starvsfólkini upp í tríggjar flokkar, men end­ aðu á tveimum í staðin, og tað er so nakað, vit mugu taka upp aftur til komandi samráðingar, sigur Selma Ellingsgaard. Hon sigur, at í tí førinum vunnu tey kortini prinsipp­ málið um, at øll ikki skuldu bólkast saman, men at hugt var eftir førleika og ábyrgd. ­ Tað liggja avbjóðingar fyri framman enn, men semjuna kunnu vit liva við, sigur Selma Ellingsgaard. Grundlønin hækkaði heili 9%, men tað var neyðugt, at hon hækkaði so nógv, metir forkvinnan. Men um stóri lønarvøkst­ urin fer at hava nakra ávirk­ an á tær samráðingar, sum verða aftur í heyst, dugir Selma Ellingsgaard ikki at siga. ­ Hettar er seinasti sátt­ málin við Fíggjarmálaráðið, sum liggur eftir fyri farna tíðarkeiðið, men hvussu og um hetta fer at hava ávirkan á samráðingarnar í heyst ber illa til at siga. Greitt er kortini, at nýggjar samráð­ ingar byggja á undanfarnar sáttmálar, sigu Selma Ellingsgaard sum fegnast um, at tað hevur eydnast at fingið eina semju í samráð­ ingunum um portørarnar. Kunnu liva við semjuni Selma Ellingsgaard fegnast um semjuna