mánadagur 22. februar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 36 - 22. februar 2010
Nýggja 10. floks
tilboðið hjá Tórs
havnar Kommunu
skal ikki verða endin
á fólkaskúlanum,
men byrjanin til
virkna lívið. Tað sigur
Bjarni Djurholm,
sum er samskipari av
tilboðnum
Nám X
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
- Tey ungu í hasum aldrinum
hava so nógv annað, sum
tey eisini vilja brúka tíðina
til. Summi av teimum eru
til arbeiðis í onkrari kiosk,
fleiri av teimum hava ítrótt
og tað er forelskilsi og
annað. Soleiðis sigur Bjarni
Djurholm, varaskúlastjóri á
Eysturskúlanum og sam-
skipari av nýggja 10.floks
tilboðnum hjá Tórshavar
Kommunu.
Hósdagin var framløga
um nýggja 10.floks tilboðið
hjá Tórshavnar Kommunu,
har allur 10. flokkur verður
savnaður í Eysturskúlanum,
og millum annað av hesari
orsøk hevur dentur verið
lagdur á, at nýggja tilboðið
skal verða so kompakt sum
gjørligt, og at nýggja til-
boðið
inniber
lítið
av
heimaarbeiði og nógv verk-
ligt arbeiði í skúlatímunum.
- Tað 10. árið hevur verið
sum ein forlongdur 9.
flokkur. Men Nám X skal
ikki
verða
endin
á
Fólkaskúlanum, tí tað er 9.
flokkur. Men hetta skal
verða byrjanin upp á tað
virkna
lívið,
staðfestir
Bjarni Djurholm.
Breytir og valfak
Nýggja tilboðið verður býtt
sundur í tvær breytir á 10
tímar hvør, umframt valfak
fyri
teir
seinastu
átta
lógarkravdu tímarnar. Tað
er nevniliga lógarkrav, at
hvør næmingur hevur í
minsta lagi 28 tímar um
vikuna.
Næmingurin velur sær
fyrst tvær breytir. Millum
valmøguleikarnar til Breyt1
eru eitt nú fakið Sjóvinnu,
Landbúnaðar, Smíð- og
Stíl, Ítrótta- og likams,
kost- og heilsu og hand-
verksbreyt.
Hetta eru øll fak, har
miðað
verður
eftir,
at
næmingurin ger alt arbeiðið
í
skúlanum,
og
einki
heimaarbeiði hevur.
Til Breyt2 er valmøgu-
leikin eitt nú Tilvera, sum
er um allar lívsins stóru
spurningar, íverksetan og
vinna, miðlar og samskifti,
samfelagsbreyt og mynda-,
snið og kreativitetsbreyt.
- Men tað eru eisini
onkur, ið gjarna vilja hava
nøkur av teimum vanligaru
og tyngru lærugreinunum.
Tí eru valmøguelikar sum
Náttúrubreyt, har fakini
stødd-, alis-, evna- og lív-
frøði verða tikin upp, eims
og tvær málbreytir. Hetta
eru fak við meira skúla-
tingum og við próvtøkum,
greiðir Bjarni Djurholm
frá.
Men velur ein næmingur
ikki nakað av teimum
vanligu fakunum í breyt-
unum, so kann hann eisini
velja tað sum valfak, sum
er í minsta lagi 8 tímar um
vikuna.
Vænta 150 næmingar
Bjarni Djurholm greiðir
frá, at Eysturskúlin verður
settur í stand, og at nýggjar
stovur verða útvegaðar til
eitt nú at hýsa teimum 10.
flokkunum, sum koma inn,
bæði fakstovur og vanligar
stovur.
Men fyri at kunna geva
umsøkjarunum
tað,
teir
ynskja, er neyðugt at næm-
ingagrundarlagið verður í
lagi, og tað hevur sam-
skiparin góðar vónir um.
Væntað verður, at umleið
150 næmingar koma at taka
av nýggja Nám X tilboðnum.
Kunnað hevur verið um
tilboðið á øllum skúlunum í
kommununi uttan einum.
Nám X skal verða
byrjanin til virkna lívið
Um tú ætlar at søkja inn á Nám X, kann hetta ikki
gerast við at senda eina vanliga pappírsumsókn til
skúlan. Skúlin hevur gjørt av, at søkjast kann bert
um alnetið. Tað ger tú við at fara inn á www.
eysturskulin.fo og klikkja teg inn á Nám X síðuna.
Har kann tú eisini lesa alt um Nám X tilboðið.
Søk á alnetinum
Grønlendingar ov feitir
Næstan ein fjórðingur av teimum vaksnu í Grønlandi hava
stórar trupulleikar við vektini, og tað er tríggjar ferðir fleiri
enn fyri 15 árum síðani, sigur kringvarpið í Nuuk. Birgit
Niclasen, heilsuráðgevi hjá landsstýrinum, sigur, at
grønlendingar eta ov feitan mat, ov nógv sukur, og harafturat
røra teir seg ov lítið. Hon sigur, at vesturlendskur matur
hevur skúgvað tann heilsugóða grønlendska matin av
køksborðinum, samstundis sum støðugt fleiri fáa sær sitandi
arbeiði. Grønlendsku hagtølini vísa, at tað eru serliga
kvinnur oman fyri 35 ár, sum hava trupulleikar við vektini.
Arnold verjir Obama
Tað er ikki á hvørjuum degi, at leiðandi republikanarar í
USA styðja Barack Obama, forseta, men tað ger tann
republikanski guvernørurin í Kalifornia, Arnold Schwarze-
negger. Hann er als ikki samdur við republikanska flokk-
inum, sum heldur, at amerikanararnir hava fingið alt ov lítið
fyri tann risastóra hjálparpakkan, sum stjórnin hjá Obama
játtaði í fjør. Republikanararnir siga, at pakkin gav alt ov fá
nýggj arbeiðspláss, men Schwarzenegger sigur, at bara í
Kalifornia hevur pakkin hjá Obama givið 15.000 nýggj
arbeiðspláss.
Næmingarnir í 10. flokki í Tórshavnar Kommunu
komandi ár skulu ikki brúka árið sum eitt forleingilsi av
9. flokki, men sum eina byrjan upp á tað virkna lívið
Savnsmynd