mánadagur 22. februar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 36 - 22. februar 2010
Hósdagin fóru tvey
umboð fyri Findus
Group, sum í tvey
ár ikki hevur viljað
keypt føroyska hýsu,
aftur úr Føroyum,
eftir at hava kunnað
seg um føroyska
fiskiveiðu. Men
vitjanin í Føroyum
ger ikki, at stóra
fyritøkan nú vil keypa
føroyska hýsu
Hýsa
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
»Vit skulu kunna um,
hvussu okkara skipan hong
ur saman, at vit hava eina
fiskidagaskipan heldur enn
eina kvotaskipan. Tað er
stóri munurin. Vit skulu
vísa á, at tað eru stongd øki,
meskastødd, ymiskar regul
eringar og annað, sum alt
til samans ger, at vit hava
eina burðardygga skipan.
Spurningurin er at koma so
langt út um landoddarnar
sum til ber við hesum. Vit
skulu hjálpa vinnuni at
kunna lýsa, hvussu okkara
skipan hongur saman, og
tað gera vit millum annað í
dag á einum fundi í Vinnu
húsinum.«
Soleiðis segði Jacob Vest
ergaard, landsstýrismaður
við fiskivinnumálum, týs
dagin, áðrenn fundur var í
Vinnuhúsinum, har tvey
umboð fyri Findus Group,
sum áður hevur verið størsti
keyparin
av
føroyskari
hýsu, men ikki hevur viljað
keypt hýsu seinastu tvey
árini, vóru við.
Hósdagin fóru tey bæði
umboðini fyri Findus Group
aftur av landinum, men
hóast tey høvdu verið í Før
oyum í fimm dagar, har tey
hittu umboð fyri fleiri
ymiskar partar av fiskivinn
uni og tí, sum har til hoyrir,
so fer Findus Group ikki at
keypa føroyska hýsu í
bræði.
– Sjálvi vilja umboðini
fyri Findus Group ikki í fjøl
miðlarnar, men vísa til ser
frøðina á økinum, sum eru
Havstovan og ICES, sigur
Símun P. Jacobsen, sølu
stjóri hjá Faroe Seafood og
formaður í ráfiskakeypara
felagnum, sum samskipaði
ferðina umboðunum hjá
Findus.
– Teir siga, at teir taka
sína støðu innanhýsis, og
vilja ikki í miðlarnar, sigur
Símun P. Jacobsen.
ICES sigur nei
Jákup Reinert, fiskifrøðing
ur, sum er føroyska umboðið
í ICES, vil ikki siga, at før
oysk hýsa verður veidd
burðardygt, hóast tað sein
astu tvey árini er veitt so
lítið av hýsu, at sjálv veiðan
kann vera mett at vera burð
ardygg.
– Gýtingarstovnurin er
ov lítil, men við verandi
veiðutrýsti kann hýsuveiðan
verða mett at vera burðar
dygg um ein tvey ár, segði
Jákup Reinert, føroyska
umboðið í ICES við Sosi
alin 10. februar.
Og hetta er nakað, sum
hevur nógv at siga fyri Fin
dus, sambært Símun P. Jac
obsen.
– So leingi ICES og Hav
stovan siga, at onki skal
veiðast, so vilja teir ikki
keypa hýsu, tí felagið hevur
áhuga í at kunna siga, at
fiskurin, sum teir selja er
veiddur burðardygt, greiðir
Símun P. Jacobsen frá.
Hann leggur tó afturat, at
bretska felagið fegið vil
keypa hýsu, og helst fer at
gera tað, um ICES kemur
við eini meiri jaligari tilráð
ing.
Á heimasíðuni hjá Findus
verður eisini stórur dentur
lagdur á burðardygd.
Men sambært Jaocb Vest
ergaard,
landsstýrismanni
við fiskivinnumálum, so
hevur tað ikki alt at siga,
hvat Havstovan mælir til.
– Eingin situr inni við
æviga sannleikanum um,
hvussu náttúran uppførir
seg, so mann eigur eisini at
kunna taka avgerðir, sum
hella til ymiskar meiningar,
men vísundin er sjálvandi
við eisini, segði Jacob Vest
ergaard, tá hann týsdagin í
farnu viku, varð spurdur,
um Havstovan mistekur
seg, tá hon sigur, at hýsu
veiðan kring Føroyar ikki
er burðardygg.
Kanska í heyst
Men hóast Findus ikki hev
ur sagt nakað, sum bendir
á, at felagið vil keypa før
oyska hýsu í løtuni, tí veið
an ikki fylgir tilmælunum,
so hevur formaðurin í ráð
fiskakeyparafelagnum
og
sølustjórin hjá Faroe Sea
food, vónir um, at tað í
heyst fara at veraa útlend
ingar, sum vilja keypa før
oyska hýsu.
– Tá aprílmánaður er lið
ugur, verður ikki nógv
meiri hýsa veidd fyrr enn í
heyst. Í tíðarbilinum har
ímillum verður hýsa lítið
verd. Men fram til septemb
ur kann nógv henda. Hav
stovan ger nýggjar metingar,
nýggir fiskidagar skulu áset
ast og tað vísir seg eisini, at
nøkur skip fara úr flotanum,
so tað kann verða, at nógv
er broytt tá, sigur Símun P.
Jacobsen.
– Eg haldi í hvussu so er
ikki, at vit ikki skulu fara í
svart. Vit hava havt trupul
leikar, men til komandi
hýsutíð meti eg, at tingini
vera øðrvísi, sigur sølu
stjórin hjá Faroe Seafood.
Í næstu viku fer ein sendi
nevnd úr Føroyum til Bret
lands at kunna um føroysku
fiskivinnuna, men Símun P.
Jacobsen, metir ikki, at
henda ferð í sær sjálvum
fer at lata so nógvar dyr
upp, men kann vera viðvirk
andi í eini tilgongd.
Findus vil framvegis ikki
keypa føroyska hýsu
Fjarstýrd njósning
Ísraelska flogvápnið hevur nú fingið eitt nýtt slag av
njósnaraflogførum. Talan er um eitt ómannað, fjarstýrt
flogfar, og sambært ísraelskum fjølmiðlum kunnu hesi
flogførini fara inn um iranska markið at njósnast. Tað er
verksmiðjan Israel Aerospace Industries, sum hevur gjørt
tað nýggja flogfarið, ið er til støddar sum eitt vanligt
stríðsflogfar. Flogfarið er ikki heilt nýtt, tí ísraelsmenn
brúktu tað í krígnum í Gaza í 20082009. Nú skal tað leita
eftir kjarnorkuútbúnaði í Iran, skrivar AP.
Kanska 300.000 deyð
Talið av deyðum eftir tann ógvusliga jarðskjálvtan í Haiti
kana fara upp um 300.000. Tað sigur landsins froseti, Rene
Preval. Hann vísir á, at nógv fólk eru ikki funnin enn, og at
bjargingarliðini vænta at finna nógv lík undir
húsaleivdunum. Forsetin sigur, at higartil eru meiri enn
200.000 lík skrásett, men at tá eru tey, liggja undir teimum
rapaðu húsunum, ikki tald við. Hevur jarðskjálvtin í Haiti
veruliga kravt 300.000 mannalív, er hetta tann ringasta
náttúruvanlukkan í nýggjari tíð. Flóðaldan í Indiska
Havinum í 2004 kravdi umleið 220.000 mannalív.
Símun P. Jacobsen, sølustjóri hjá Faroe Seafood og formaður í ráfiskakeyparafelagnum, vónar, at tað í heyst fer at bera til at selja
føroyska hýsu fyri ein betri prís
Nú tvey umboð fyri stóru fyritøkuna Findus, hava verið í
Føroyum og kunnað seg um viðurskiftini her, er fullkomiliga
greitt, at tað framvegis ikki verður nøkur føroysk hýsa í teirra
fiskavørum