Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. desember 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 248 - 22. desember 2001 Nr. 248 - 22. desember 2001 3 Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Hóast jólini skulu minna okkum á gleðisboðskapin um, at Jesus varð føddur, so er tað so ymiskt, hvussu hvør einstakur tulkar henda boðskap og ber eisini til at leggja nakað meira í henda gleðiboðskap enn júst jólagleðina, nakað, sum nettupp Jesus Pápi við sín- um góða virksemi royndi at fortelja okkum og sum vit sjálvt í dag hava so torført við at liva upp til. Hóast 2000 ár eru liðin, síðani hesin gleðisboðskap- ur varð til, er hann framvegis livandi og tíðarhósk- andi. Fyri mong er tað nokk at halda jól og minnast hendingina, »í dag er okkum ein frelsari føddur«. Men fyri onnur er tað av eins stórum týdningi at kunna minna á tey grundleggjandi virði, sum nett- upp Jesus stóð fyri og sum kristindómurin eisini eigur at standa fyri. Her er so nógv gott at oysa av, at hvør av okkum velur sær júst sína rók. Onkur tosar um kærleikan, sum tað størsta, ið Jesus gav okkum. Onkur, sum vil vera meira ítøkiligur tosar um Bíbliuna, onkur tosar um rættvísi og mannarætt osfr. Lat okkum, sum dagliga arbeiða við samskifti mill- um menniskju, taka fram nøkur frá okkara royndum og eftir okkara tykki týðandi virði, sum Jesus stóð og stendur fyri. Loysunarorðið er virðing millum manna. Hetta hugtakið er kanska eitt tað mest týð- andi til tess at kunna byggja brýr millum einstøk menniskju, fólkasløg, rasur og tjóðir. Til tess at kunna virða onnur sum sjálvan teg hava vit fingið í gávu frá Skaparanum evnini at lurta. Og spyrja. Sjálv fortreytin fyri at kunna hava virðing fyri øðr- um menniskjum, meiningum, religiónum osfr. er at duga og vilja lurta. Og at lurta er at taka til sín vitan og upplýsingar um t.d. støðuna, hugsanarháttin og bakgrundina hjá einum øðrum menniskja. Út frá hesum skal tú brúka enn eitt gott amboð, sum Skap- arin hevur givið okkum, men sum vit tíanverri gera ov lítið brúk av, og tað er toleransuna. Toleransan er menniskjansliga úrslitið av at hava dugað at lurta. Og fara vit víðari, so er úrslitið av toleransuni enn ein gáva, sum Skaparin hevur givið okkum og sum Jesus prædikkaði, nevniliga fyrigevingin. Taka vit so samanum so eiga allar hesar gávur ein reint fysiskan felagsnevnara, og tað er gávan vit hava fingið at vera sosial móti hvørjum øðrum. At stuðla og hjálpa og at vilja rættvísi millum menn- iskju er kanska hornasteinurin í tí Jesus vildi fortelja okkum. Sjálvandi er kærleikin tað størsta, men oftani gloyma vit, hvat tað eru fyri súlur, sum skulu halda kærleikans tempuli uppi. Nakrar av hesum súlum halda vit, sum dagliga fáast við menniskju eru hesar vit hava nevnt: at lurta, virðingin, tolerans- an, fyrigevingin og at vísa sosialt sinnalag. Øll hesi eru so aftur fortreytin fyri fólkaræði, rættvísi og mannarættindum, sum allur heimurin tosar so nógv um. Tað eru slíkar gávur vit eisini skulu geva hvørj- um øðrum á jólum. Sosialurin ynskir øllum eini góð jól. DAGSINS MEINING Sosialurin Gávur frá Jesus Pápa – Surimi-framleiðslan hevur ymiskar »graderingar«, og hendan túrin hevur skipið nógv av tí besta og næstbesta, sigur Markus Jacobsen FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Risatrolarin, Næraberg, hevur hendan túrin sett tvey met í framleiðslu av surimi. Tað eina samdøgrið í síðstu viku framleiddu tey 78 fólkini umborð, harav 27 eru konufólk, 58 tons av surimi, og eitt samdøgur í hesi vikuni var framleiðsl- an 61 tons. Hetta eru tølini í tonsum, men Markus Jacobsen, sum starvast hjá J.F.K. Trol í Klaksvík, sigur, at dygdin á surimi-framleiðsluni ongantíð hevur verið so góð sum hendan túrin. – Svartkjafturin er stórur og góður. Fiskurin hevur ligið millum 120 og 130 gr., og tað er góður svart- kjaftur. Onkuntíð hevur fiskurin ligið millum 60 og 70 gr., og tað merkist á framleiðsluni, bæði í nøgd og dygd. Hann sigur, at teir alla tíðina hava roynt at betrað um dygdina. Góður túrur – Tað er soleiðis, at surimi- framleiðslan hevur ymiskar »graderingar«, og hendan túrin hevur Næraberg nógv av tí besta og næstbesta. So, hetta er ein góður túrur í so máta, sigur Markus. Næraberg hevur roynt vestanfyri í føroyskum sjógvi. Fyrstu tíðina vóru teir darvaðir av vánaligum veðri, men í seinastuni hev- ur gingið rættiliga væl, bæði við fiskiskapi og ikki minst við framleiðsluni. Teir fóru úr Føroyum, 29. november og verða aftur á Klaksvík, 23. desember. Markus sigur, at miðskeiðis í hesi vikuni hevði Næra- berg 500 tons av surimi og 130 tons av mjøli. – Onkuntíð hava vit havt fult skip, serliga í háses- ongini, men við atliti til tíðina og framleiðsluna hendan túrin, man líða væl, at hetta verður ein tann besti, Næraberg hevur gjørt. Gott surimi Hann vísir á, at góðskan á surimi hevur verið betri hesar seinastu tveir túrarnar enn nakrantíð áður. – Vit hava roynt støðugt at betra um framleiðsluna, og hetta hevur givið úrslit, sigur Markus. Næraberg hevur útlend- ingar við, sum eru kendir við surimu-framleiðslu, og teir hava eisini havt keyp- arar við. Næraberg landar í Klaks- vík. Vøran verður goymd hjá NFCS, Northern Could Fish Storage, men reiðaríið syrgir fyri søluni. Væntandi fer Næraberg avstað aftur longu millum jól og nýggjárs. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt vístu okkum samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi Hilmar F. Jacobsen Vági doyði og varð jarðaður. Við takka prestinum Ólavur Rasmussen, kirkju- tænarum, sangarum og gravarum. Ein serlig heilsan til starvs- og búfólkið á Eldrasambýlinum.Tøkk fyri blómur og gávur til Eldrasambýlið. Hjartans tøkk øll somul og gleðilig jól. Familjunnar vegna Henny, Anny, Birgith og Malan Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæra kona mín, mamma, vermamma, omma og langomma Inga Hansen Sandavági doyði og varð jarðað. Takk til David prest fyri troystarrík orð. Hjartaliga takka vit kirkjutænarum, gravarum berarum, sangarum og øllum teimum, ið hjálptu til við jarðarferðina og ervi. Tøkk tit mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Sandavágs kirkju. Tøkk øll somul. Familjunnar vegna Hans Eli og børnini Tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið kæra mamma, ver- mamma, omma og langomma okkara Karin Petersen Tórshavn andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar og aðrar heilsanir.Tøkk til tykkum, ið hjálptu til við ervið. Ein hjartans tøkk til tykkum, ið vóru og fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Tykkum øllum verður ynskt eini gleðilig jól og eitt av harranum vælsigna nýggjár. Familjunnar vegna Kirstin, Olaf, Malan,Tórbjørn, Sólbjørg og Rúna Næraberg: Sett met í framleiðslu av surimi Næraberg kemur 23. desember og fer avstað aftur millum jól og nýggjárs. – Hetta er ein góður túrur, sigur Markus Jacobsen á J.F.K. Troli -Og hetta er heldur ikki yvir marknaðar- virðið, sigur byggi- meistari, sum hevur gjørt átjan nýggjar íbúðir í Havn. Hug- burðurin er framvegis tann sami, har fólk ynskja at byggja egið sethús, sigur Jan Christiansen, borgar- stjóri BYGGING Heri á Rógvi Inni á Gøtu í Hoyvík verður dúgliga bygt fyri tíðini. Tað er Hanus Olsen, byggi- meistari, sum smíðar átjan nýggjar íbúðir til tann svanga bústaðarmarknaðin. Eftir ætlan skal henda byggingin verða liðug í februar mánað. Íbúðirnar eru í tveimum ymsum støddum. Tær smærru íbúðirnar eru 45 m2 til støddar, og hesar kosta 695.000 kr. Hetta er ein kostnaður á 45.444 kr. fyri hvønn kvadratmetur. Tær størru íbúðirnar eru 90 m2 , men kosta »bert« 11.056 kr/m2 , tí kostnaðuri fyri hvørja av hesum er 995.000 kr. Hanus Olsen greiðir frá, at íbúðirnar eru so gott sum klárar at flyta inn í, tá ið teir eru lidnir við at smíða. Tað einasta, sum restar í, eru eitt sindur av hvítvørum og málað, men eftir er bert at rulla málingina á. Hanus Olsen sigur, at hann ikki hevur havt nakran trupulleika við at sleppa av við íbúðirnar, og hann fær onkra uppringin so at siga hvønn einasta dag, har fólk biðja um eina íbúð. Sjálvur heldur Hanus Olsen, at hansara íbúðir verða seldar fyri undir marknaðarvirðið. Hetta er Kári Lamhauge frá Sp/F Húsamekling eisini samdur við honum í. Hann sigur, at teir smærru íbúðirnar liggja um marknaðarvirðið, men tær størru liggja mestir undir. Jan Christiansen, borgar- stjóri í Havn, heldur, at fólk, tá ið tey byggja, mugu rokna við í minsta lagi at skulu lata 10.000 kr. fyri hvønn kvadrat metur, eina- mest tí tað er sera kostn- aðarmikið at fáa hendur á grundstykki og arbeiðs- kraftin er eisini rættiliga dýr. Borgarstjórin heldur ikki, at hansara borgarar hava broytt hugburð nakað stórvegis, tí bíðilistin til stóru grundstykkini veksur støðugt. Tó vil hann vera við, at fleiri og fleiri hava fingið eyguni upp fyri teimum sokallaðu lidnu húsunum, har fólk keypa eina lidna samlaða loysn. Hann leggur afturat, at hetta er ein trupul uppgáva hjá myndugleikunum, tí teir skulu skapa karmar fyri bygging í Havnini, og ikki fara út at vera byggiharrar. Hanus Olsen sigur, at marknaðurin í løtuni er soleiðis háttaður, at tað er sera torført at fáa byggilendi. Hann nevnir, at skal tað gerast talan um bíligari byggimøguleikar í Havnini, verður neyðugt við at betra um beukratiið, soleiðis at tað verður lættari at fáa byggilendi. Eisini saknar hann byggilendi sum heild, har tað eisini kundi verið pláss fyri øðrvísi byggihættum, við eitt nú nógvum íbúðum, men hetta sigur hann vera ein spurningur um, hvat fólkið vil. Jan Christiansen sigur, at teir sjálvandi hava tosað um byggjarí, sum rúmar nógvum íbúðum, men hetta er nakað, sum skal hóska til tað føroyska landslagið. Hann leggur afturat, at býráðið í løtuni er í holt við at gera útstykkingar, sum fara at geva pláss fyri einum 320 nýggjum íbúðum, og hetta heldur hann kann fara at taka tað ringasta trýsitið av. Inni á Gøtu verður dúgliga bygt fyri tíðina. Íbúðirnar neyðin í Havn ger, at prísur- in fyri hvørja íbúð er ógvu- liga høgur. Mynd: Jens Kristian Vang 15.444 kr/m2 í Havn C M Y K 3 2