Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. desember 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 248 - 22. desember 2001 Nr. 248 - 22. desember 2001 5 Ein ungur maður framdi náttina til týsdagin trý innbrot og herverk í Miðvági. Hann breyt inn í eitt skip og tveir handlar. Hann er handtikin og hevur viðgingið seg sekan í øllum lógarbrotunum INNBROT Stefan í Skorini Týsmorgunin klokkan átta fekk løgreglan tvær fráboð- anir um innbrot frá handl- um í bygdini. Talan var um Mylluna, ið er umboð hjá Shell á oynni, og ein handil, ið selur reiðskap av ymsum slag. Fólk, ið komu til arbeiðis tann morgunin, varnaðust at innbrot hevði verið. Í Mylluni hevði maðurin brotið seg inn ígjøgnum bakdyrnar. Í handlinum hevði hann leitað og rótað alt ígjøgnum. Tó fekk hann bara sigarettir við sær, tí eingin peningur var í handlinum. Í handlinum, ið selur reiðskap, hevði maðurin brotið ein rút í høvuðsdyrn- um. Hann hevði eisini her leitað væl ígjøgnum alt í handlinum, men hevði bara tikið nakrar knívar og onn- ur smáting við sær. Tømdi eldsløkkjara Sama morgun klokkan 10.45 varð maðurin hand- tikin av løgregluni. Hann viðgekk beinanvegin, at hann var gerningsmaðurin. Seinnapartin kemur enn ein fráboðan. Hesuferð frá Venus, ið lá við bryggju í Miðvági, tí innbrot hevði eisini verið har. Maðurin hevði rótað ígjøgnum alt skipið. Her hevði hann bara fingið nakrar fløskur av brennivíni við sær. Umframt at bróta inn tømdi maðurin ein eldsløkkjara inni í skipinum. Løgreglan roknar við, at maðurin var ávirkaður, tá innbrotini vórðu framd. Maðurin, sum er fyrst í 20-unum, er skuldsettur fyri innbrot og herverk. Hann er leyslatin aftur, til málið kemur fyri í rættin- um. Ein maður framdi trý innbrot í Miðvági Vágs Býráð hevur u sam- tykt at geraein gongugøtu framvið Skálá, sum rennur mitt oman ígjøgnum bygd- ina. Gøtan verður gjørd úr vegnum á Fossi, niðan til Skótahúsið. Tey, sum búgva í Skála- bø, hava leingi viljað havt eina slíka gøtu, tí skulu tey til húsar niðri úr bygdini, er tað ein rættiligur umvegur at ganga eftir tí vanliga koyrivegnum, so nú gongu- gøtan kemur, fer tað at stytta væl um teinin. 20.000 krónur eru settar til endamálið. Bøtast skal munandi um Laksá við laksatrappum og Vatnið skal dýpast TRIVNAÐUR Áki Bertholdsen Nú skulu umstøðurnar hjá teimum, sum hava til frítíð- arítriv at fiska laks í Vági, gerast munandi betri. Tað hevur Vágs Býráð samtykt. Dánjal Bjarkhamar, for- maður í teknisku nevnd hjá Vágs Býráð, sigur, at á fíggjarætlanini hjá Vágs Kommunu fyri næsta ár, hevur Býráðið samtykt at seta 30.000 krónur av til at bøta um viðurskiftini. Hann sigur, at peningurin skal brúkast til at bøta um Laksá, ið rennur av Vatnin- um, út í Ósan, innast í Vágsfirði, og til at gera umstøðurnar í sjálvum Vatninum betri. – Fyri tveimum, trimum árum síðan i varð nakað av laksasmolti sett í Vatnið. Tað hevur givið úrslit, tí í heyst hevur kókað av laksi í Laksá og í Ósanum og óvitarnir tóku stóran laks við berum hondum. Tað hevur eisini víst seg, at fólk hava fingið laks við tráðu vesturi á Vatninum. Formaðurin í teknisku nevnd sigur, at hetta hevur eggjað býráðnum til at halda fram við arbeiðnum og nú er sostatt peningur settur av. – Saman við áhugaðum fer býráðið nú at leggja eina ætlan fyri, hvussu far- ast skal fram. Men hann sigur, at eitt, sum ætlanin er at gera, eru laksatrappur, so at laksurin sleppur ótarnaður vestur á Vatnið. Men harumframt er ætl- anin at dýpa sjálvt vatnið. Á Vatninum er útgrunt og har tað er djúpast, er tað neyvan meiri enn 2-2,5 metrar. Av tí, at tað er so grunt, er ov lætt hjá fugli at taka laks, tí hann sleppur ikki til rýmingar. Hartil kemur, at vatnið verður alsamt grynri og grynri, tí móran legst alla tíðina. Ætlanin er nú at pumpa móruna úr vatninum, vestur í vesturhavið og tað letur seg væl gera. Dánjal Bjarkhamar sigur, at tá íð hetta er gjørt, verða umstøðurnar at fiska laks í Vági so góðar sum fáa aðrastaðni. Umframt at fáa stóran týdning fyri trivnað- in á staðnum, ivast hann ikki í, at hetta fer at fáa al- stóran týdning fyri ferða- vinnuna. Hann sigur, at tá skuldi fortreytirnar fyri at fingið nógvan laks í Vatnið av- gjørt verið til staðar, tí allar kloakkir eru beindar í vest- urhavið, so áin og Vatnið eru gullrein, og har ýjur í lívið sum er. Tá ið arbeiðið er liðugt, væntar hann, at viðurskift- ini verða skipað, so at tað er greitt, hvør kann fiska, hvørjar treytirnar verða, nær fiskast kann og við hvør reiðskapur er loyvdur. Vágs Býráð ætlar sær undir munandi ábøtur á vegirnar í Vági næsta ár Næsta ár fer Vágs Býráð at taka eitt ordans tak fyri at bøta um vegirnar í Vági. Dánjal Bjarkhamar, for- maður í teknisku nevnd í Vágs Býráð, sigur, at til- samans skulu tríggjar milli- ónir brúkast til vegir. Hetta fer at røkka til at gera ein stóran part av veg- unum í Vági, sum ikki eru gjørdir nýliga, so tá ið tað er er gjørt, ver vegakervið í Vági í rættiliga góðum standi. Eitt nú varð asfalterað fyri yvir fýra milliónir í fjør, tá var høvuðsvegurin og havnalagið asfalterað Av størri vegagerðum sum skulu gerast næsta ár, kunnu nevnast – Vegastrekkið úr Toftalíð og vestur í Toftar, tað er vegurin framvið Toftaryggjum, skal asfalt- erast og umvælast. – Vegurin frá Kaju Jacobsen og niðan til Bryn- jolf Christiansen skal breiðkast og asfalterast – Vegurin á Toppin- um skal breiðkast. – Vegur skal gerast av Marknoyri niðan til Eldrasambýli. – Nýggj gongubreyt skal gerast av Gørðunum og út til Bethel. Næsta takið verður at gera teir smærru síðuveg- irnar. Gera Vág til eitt paradís hjá frítíðarfiskarum Í Laksá í Vági skulu nú laksatrappur gerast. Samstundis skal Vatnið dýpast fyri at gera umstøð- urnar hjá frítíðarfiskarum betri Gera vegir fyri tríggjar milliónir Tað fer at kosta 1,90 kr. at ringja við einari GSM-telefon frá 1. februar at rokna. Hetta er mest loyvdi prísurin, so møgu- leikin er fyri enn lægri prísum FJARSKIFTI Heri á Rógvi Frá fyrsta februar at rokna, so verður tað bíligari at tosa i telefon í Føroyum, í øllum førum GSM-telefoni. Or- søkin til hetta er, at Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur, hevur ásett nýggjar hámarksprísir innanfyri føroyskt fjarskifti. Tað, at hetta eru hámarksprísir merkir, at hetta er tað mest loyvda, ið veitarin hevur loyvi at selja minuttin ella tænastuna fyri. Á fleiri økj- um er talan um, at veitarin, t.e. Føroya Tele, hevur ein lægri kundaprís, enn há- marksprísin. Í teimum nýggju áseting- unum frá Vinnumálastýr- inum, so verður heldur ikki nógv broytt. Tað flesta verður framvegis óbroytt. Á eitt nú innanlandstele- foni verður hámarksprísur- in lækkaður, men prísurin er í longu nú lægri enn hetta. Tær mest áhugaverdu broytingarnar finna vit við- víkjandi Internet og GSM. Hámarksprísurin fyri Inter- net, t.e. uppringt samband, hann veksur. Úr 30 oyrum til 40 oyru um dagin, og úr 15 oyrum til oyru um kvøldið. Tað verður tó bíligari at tosa í fartelefon, ella rættari sagt eina GSM-fartelefon. Hámarksprísurin fyri hesa verður 1,90 kr./min, har hann áður hevur verið 2,40. Føroya Tele er einasti út- bjóðarin á hesum økinum, og teir hava eisini koyrt við einum prísi, sum liggur undir 2,40 kr./min. Um kvøldið má tað í mesta lagi kosta 1,15 kr./min at ringja við einari GSM-telefon. Uppkallsavgjaldið verður framvegis 0,40 kr. fyri flest allar tænastur. Gera gongugøtu í Vági Tíverri kom ein mynd á forsíðuni í blaðnum skeivt fyri í gjár. Myndin var av Helga Wacher, men átti hon at vera av Andrias Lava Olsen, sum var greitt á baksíðuni í blaðnum. Vit biðja lesararnar um at halda okkum til góðar. Blaðleiðslan Kom skeivt fyri GSM verður bíligari 1. februar 2002 verður bíligari at tosa í GSM C M Y K 5 4