Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. desember 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 248 - 22. desember 2001 Nr. 248 - 22. desember 2001 7 Vit ynskja viðskiftafólki okkara eini gleðilig jól og eitt gott komandi ár Opið um jólini: Jólaaftan, jóladag og 2. jóladag er stongt. Latið verður uppaftur hósdagin 27/12 kl. 07.00 fp Opið um nýggjárið: Nýggjársaftan er opið til kl.14. Nýggjársdag er stongt. Verkfrøðingur til plan- legging og prosjektering Starv sum verkfrøðingur á plan- og prosjektdeildini hjá Landsverkfrøðinginum er leyst at søkja. Plan- og prosjektdeildin er deild undir vegadeildini. Til rætta fólkið kunnu vit bjóða eitt spennandi og áhugavert starv, ið er fakliga og persónliga mennandi og við góðum arbeiðsumstøðum. Arbeiðsuppgávur Uppgávur, sum viðkomandi í høvuðsheitum kann rokna við at skula røkja, eru hesar: • Gera ætlanir fyri landsvegakervinum • Gera ætlanir fyri trygdartiltøkum • Programmeringar, forkanningar, prosjektering og prosjektgransking • Eftirlit við verkætlanum og • Myndugleikaumboðan Førleikakrøv Sóknast verður eftir verkfrøðingi – helst við royndum innan nøkur av omanfyri nevndu virkisøkjum. Neyðugt er at viðkomandi hevur vanligan telduførleika. Umframt tey vanligu forritini,nýta við harafturat Microstation og onnur serforrit innan vegaprosjekt- ering. Stórur dentur verður lagdur á góðar persónligar eginleikar, og rokna vit við, at viðkomandi er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni, dugir at skipa sítt arbeiðsøki og kann geva sítt íkast til menning av arbeiðsplássinum og er førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt. Setanarviðurskifti Tænastustaðið verður skrivstovan í Havn. Løn og setanartreytir annars verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Verkfrøðingafelag. Umsóknir Umsóknir við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verða at senda til Landsverkfrøðingin Postboks 78 110 Tórshavn og skulu verða skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 15. januar 2002. Brævbjálvin eigur at merkjast »Verkfrøðingur til vegadeildina«. Allar umsóknir verða við- gjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Finnleifi Durhuus, leiðari av vega- deildini, á tel. 31 13 33, lokal 212, (e-postur: finnleif@lv.fo). Verkfrøðingur Søkt verður eftir verkfrøðingi til havnadeildina hjá stovninum. Havnadeildin hevur ábyrgdina av málum viðvíkjandi havnum og lendingum, fysiskari planlegging á sjónum, geofysiskum mátingum og øðrum. Arbeiðsuppgávur Uppgávur, sum viðkomandi í høvuðsheitum kann rokna við at skula røkja, eru hesar: • Gera ætlanir fyri landshavnum • Hevur hald og rakstur av havnum og lendingum um hendi • Fysisk planlegging á sjónum • Programmeringar, forkanningar og prosjektgransking • Eftirlit við verkætlanum og • Myndugleikaumboðan Førleikakrøv Sóknast verður eftir verkfrøðingi – helst við royndum innan nøkur av omanfyri nevndu virkisøkjum. Harafturat kundu vit hugsað okkum at umsøkjarin hevur edv kunnleika viðv. scripting, dátugrunni, dynamiskari heimasíðu og hagfrøðiligari dátuviðgerð. Umsøkjarin skal hava góð samstarvsevni, skal duga at skipa sítt arbeiðsøki og kann geva sítt íkast til menning av arbeiðsplássinum og vera førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Verkfrøðingafelag. Umsóknir Umsóknir við prógvum,møguligum ummælum og lívsgongdarlýsing (cv) verða at senda til Landsverkfrøðingin, Postboks 78, 110 Tórshavn, og skulu verða skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 15.januar 2002.Brævbjálvin eigur at merkjast »Verkfrøðingur til havnadeildina«. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Ewaldi Kjølbro á tel.31 13 33,lokal 316, (e-postur: ewald@lv.fo) ella fartel. 227864. Vit ynskja viðskiftafó okkara eini gleðilig j nýggjár, við tø samstarv í skjó Hotellið letur aftur 24. desember og verður opið aftur mikudagin 2. januar 2002 Finnur Helmsdal, tjóðveldistingmaður, rýmdi av tingfundi, tá fíggjarlógin skuldi samtykkjast, tí aðrir samgongulimir atkvøddu fyri upp- skoti frá andstøðuni. Tað var fyri at fáa persónligan vinning burturúr, sigur hann. Finnbogi Ísakson, tingmaður, svarar, at tað kann ein ting- maður altíð leggjast undir FLOKSÓSEMJA Edvard Joensen Finnbogi Ísakson, tjóðveld- istingmaður, hartar í tíð- indaskrivi ein annan tjóð- veldismann á tingi, Finn Helmsdal, fyri at rýma úr tinginum í hevnisøku fyri, at millum aðrar Finnbogi Ísakson tók undir við ein- um andstøðuuppskoti. Finnur Helmsdal, ting- maður fyri Tjóðveldis- flokkin, leggur partamann- in, Finnboga Ísakson, undir at atkvøða fyri einum and- støðuuppskoti um meira pengar til tvey viðgerða- heim í Suðurstreymoy til tess at draga pening til egið valdømi og harvið vinna sær sjálvum nakrar eyka at- kvøður til eitt komandi val. – Slíkt kann ein tingmað- ur altíð leggjast undir, svar- ar Finnbogi Ísakson. Líka mikið hvat hann atkvøður, kann hann leggjast undir at hugsa um egnan fyrimun. Onnur grund Men grundin til, at Finn- bogi Ísakson hevur sent eit tíðindaskriv út, har hann harðliga finst at atburðin- um hjá partamanninum, Finni Helmsdal, undir fíggjarlógarviðgerðini, er ein heilt onnur og nógv álv- arsligari, sigur hann. Veruliga grundin til, at Finnbogi Ísakson hevur sent tíðindaskrivið er, at hann ikki er nøgdur við, at Finnur Helmsdal loypur frá eini atkvøðugreiðslu um sjálva fíggjarlógina, sum er so sera prinsippiell. – Hetta er fyrstu ferð, ein fíggjarlóg er komin fyri, har skorið verður av blokk- inum. Vit hava verið bangn- ir fyri, at onkur av sam- gonguflokkum okkara ikki fór at orka at standa undir og hoknað, tá til stykkis kom. Men nú vísti tað seg, at tað var ein tjóðveldisat- kvøða, sum manglaði, tá at- kvøðast skuldi, sigur Finn- bogi Ísakson. Tað metir hann so álvars- ligt, at hann hevur heitt á leiðslu Tjóðveldisfloksins um at taka málið til við- gerðar, eins og hann vænt- ar, at tað onkursvegna fær avleiðingar fyri Finn Helmsdal. Finnbogi Ísakson leggur dent á, at tað er tjóðveldis- tingmaðurin, Finnbogi Ísakson, sum skrivar tíðindaskrivið, og ikki løg- tingsformaðurin. Svíkar Finnur Helmsdal metir hin- vegin ávísar tjóðveldis- menn, teirra millum Finn- boga Ísakson, sum svíkar, tá hesir atkvøða fyri einum andstøðuuppskoti um at játta meira pening av fíggj- arlógini millum aðru og triðju viðgerð. – Slík uppskot verða bara sett fram fyri at seta kílar í samgonguna, og tað eydn- aðist eisini í hesum førin- um, tí millum annað Finn- bogi Ísakson skuldi hava persónligan vinning av at atkvøða so, sigur Finnur Helmsdal. At Finnbogi Ísakson í tíð- indaskrivi vísir á, at tað, sum gjørt varð, var ikki annað, enn Finnur Helms- dal sjálvur hevur gjørt, hev- ur lítið upp á seg, sigur Finnur Helmsdal. Hann váttar á, at hann hevur atkvøtt við andstøð- uni fyri at lata júst somu viðgerðarstovnum pening. – Men ta ferðina var als ikki talan um at hækka játt- anina, sigur Finnur Helms- dal. Tá var talan um at fáa støðið á játtanini aftur á tað, hon varð, áðrenn byrj- að varð at skarva av alla- staðni. Hesaferð var aftur í móti talan um beinleiðis hækking. Men har er Finnbogi Ísakson ósamdur. Í hansara verð var bara talan um at fáa játtanina at liggja á sama støði, sum alt annað í fíggjarlógini, sum er hækk- að. – Alt er hækkað, vísir hann á, uttan onkur hend- inga grein sum nú hendan við viðgerðarstovnunum. Tí var bara talan um dag- føring og ikki hækking. Hjartamálið Finnur Helmsdal dugir ikki at skilja í millum smáting og tað, sum veruliga hevur nakað upp á seg. Hann rýmdi orsakað av nøkrum fáum krónum, sum millum annað Finnbogi Ísakson atkvøddi fyri. Men samstundis atkvøddi hann ikki fyri tí stóra málinum hjá samgonguni, nevniliga fíggjarlógini. – Og tað er álvarsligt, heldur Finnbogi Ísakson. Tí í henni liggur sjálvt hjarta- málið hjá Tjóðveldisflokk- in. At vit skulu standa á egnum beinum. Og nú, tá møguleiki var fyri at lækka blokkin, var Finnur Helms- dal burtur. – Eg skal ikki siga, at hann rýmdi fyri at sleppa undan at taka støðu til at lækka blokkin og so bara brúkti hitt málið sum undanførslu. Men onkur kann leggja tað soleiðis út. At Finnbogi Ísakson vil hava leiðsluna í Tjóðveldis- flokkinum at viðgera hetta álvarsmálið, sum hann mál- ber seg, tekur Finnur Helmsdal heilt róliga. – Tað máttu verið onnur mál undan hesum, sum floksleiðslan átti at við- gjørt, sigur hann, men vil ikki siga nærri, hvat hann heilt nágreiniliga meinar við. Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksin, vil als onga viðmerking gera til málið. Finnbogi atkvøddi fyri egnan vinning Finnbogi Ísakson hartar partamann á Løgtingi fyri at støkka undan, tá atkvøðast skuldi um fíggjarlógina. Hann leggur Finn Helmsdal undir at vera bæði stuttmintan og sjálvsrættvísan, tí hesin hevur havt at Finnboga Ísaksyni fyri at atkvøða fyri andstøðuppskoti á tingi C M Y K 7 6 Álítandi og hentur at hava EINANS 175,- EINANS 175,-