leygardagur 22. desember 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 248 - 22. desember 2001
Nr. 248 - 22. desember 2001
9
Læknaskrivari til
Tuberklastøðina
Fast heiltíðarstarv sum læknaskrivari á Tuberklastøð-
ini er leyst at søkja til setan frá 1. februar 2002 ella
eftir avtalu.
Førleikakrøv:
• útbúgving sum læknaskrivari
• tænastusinni
• evni at arbeiða sjálvstøðugt
• góð samstarvsevni
• góður røkjuskapur
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Starvs-
mannafelagið og Fíggjarmálastýrið.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Jón á
Steig, leiðandi yvirlækni, telefon 313540, lokal 241
(L).
Umsóknarfreistin er: 4. januar 2002, kl. 12.00.
Skivligar umsóknir við avriti av prógvum og viðmæl-
um e.l. skulu sendast til:
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
J. C. Svaboesgøta
100 Tórshavn
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Sjúkrasystraskúli Føroya
Fo 100 Tórshavn
Starvið sum deildarleiðari fyri sjúkrasystraútbúgving-
ina er leyst til setan 1. mars 2002 ella eftir avtalu.
Høvuðsuppgávur hjá deildarleiðaranum
• Vararektari tá rektarin er burturstaddur
• Gerð av útbúgvingarætlan og leggja arbeiðið til
rættis
• Námsfrøðiliga og fakliga ábyrgd av sjúkrasystra-
útbúgvingini
• Viðgera mál viðvíkjandi lesandi
• Menningaruppgávur
• Undirvísa uml. helvtina av arbeiðstíðini
Starvið er eitt spennandi starv við stórum avbjóðing-
um.Tann, ið settur verður, verður somuleiðis við til at
skapa sjálvt starvið, eins væl og ta víðari menningina
á skúlanum.
Førleikakrøv:
• Sjúkrasystir við viðkomandi framhaldsútbúgving
t.d. cand.pæd., cand.cur. e. l.
• Vitan um útbúgvingarviðurskifti innan heilsuøkið
• Royndir innan námsfrøði og leiðslu til at røkja ta
fakligu og námsfrøðiligu leiðsluna av sjúkrasystra-
útbúgvingini
• Dentur verður lagdur á samstarvsevni serliga við
atliti til at vera viðvirkandi til at skapa eitt mennandi
lestrarumhvørvi fyri lesandi og lærarar.
Sjúkrasystraskúli Føroya var í 2000 útbygdur til eisini
at fata um almanna- og heilsuútbúgvingarnar og
hevur sostatt tvær útbúgvingarrásir: sjúkrasystra-
útbúgvingin og almanna- og heilsuútbúgvingarnar.
Hvør rásin sær hevur ein deildarleiðara við fakligari
og námsfrøðiligari ábyrgd.
Sjúkrasystraútbúgvingin fer fram í Havn og Almanna-
og heilsuútbúgvingarnar á Tvøroyri.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggj-
armálastýrið og Sjúkrasystrafelag Føroya.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til
Bergliot Ihlen, rektara, tlf. nr. 316027 lokal 436.
Umsóknin við CV, prógvum o.ø. verður at senda til:
Sjúkrasystraskúla Føroya
Att.: Mentamálastýrið
Eirargarður 14 B
100 Tórshavn
Umsóknarfreistin er: 28. januar 2002.
Deildarleiðari –
sjúkrasystraútbúgvingin
Lærarastarv
Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir lærara
til Felagsskúlan á Oyrarbakka
Starvið er tíðaravmarkað frá 7/1 til 11/10-2002.
Lærugreinir:
- Danskt
- Enskt
- Tilevning
- Heimkunnleiki
í framhaldsdeildini.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúla-
stjóran, tlf. 422084 ella 423098.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið.
Umsóknir og ljósrit av prógvi og møguligum við-
mælum skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta
lagi hósdagin 3. januar 2002.
Skúlastýrið fyri Felagsskúlan
á Oyrarbakka
v/Mariu í Skorini
FO-470 Eiði
Íbúð til leigu
í miðbýnum í Havn.
Tlf. 212118
fartlf. 219721 · e-mail: windsmit@post.olivant.fo
M
v/ John S.
üller
Søla
Ný
ha
ggj Yamah
blásaraljóðføri
tøk
eitt blásaraljóðføri við
ráðgeving frá útbúnum
og royndum fakmanni
og royndum fakm
Tæ
a
nasta
3 mðr. ókeypis fínstilling
av ljóðførum, sum latin
eru av blásaraverkstaðnum
við Marknagilsvegin 18
Studio Pegasus hjá
Steintóri Rasmussen í
Klaksvík er nú farið
undir at framleiða
sjónvarpstilfar. Tvær
sendingar úr Múla
eru seldar Sjónvarpi
Føroya, og Pegasus
hevur annars sýnt
áhuga at gera tilfar til
sjónvarpið
SJÓNVARP
Stefan í Skorini
Stjórin í Sjónvarpi Føroya,
Mikkjal Helmsdal, váttar,
at hann hevur tikið avgerð
um at keypa tvær sendingar
frá Studio Pegasus. Hesar
sendingar eru tiknar upp í
Múla, tá Steintór saman við
hinum í Pegasus gjørdi
sendingarnar »Aftur til
Múla« til Útvarp Føroya.
Mikkjal Helmsdal sigur,
at hetta er ein roynd at byrja
við, og síðani fæst at síggja,
hvat kemur burturúr. Hann
leggur tó dent á, at sam-
starvið millum SVF og
Pegasus ikki verður sum
samstarvið við ÚF, tí tað er
meira krevjandi at gera
sjónvarp enn útvarp.
Hann sigur, at sjónvarpið
ikki hevur nakað ímóti at
samstarva, so leingi fíggj-
arorkan er til tess, um Pega-
sus kanska kann gera
áhugaverdar sendingar.
Sendingarnar til útvarpið
vóru átta í tali og hava verið
í luftini. Til sjónvarpið
verða tvær sendingar gjørd-
ar. Tær verða kliptar nú og
væntandi sendar í januar.
Steintór Rasmussen sig-
ur, at tey hava keypt upp-
tøkutól og redigerings-
maskinu fyri stuttum. Við
hesum fer Studio Pegasus
spakuliga undir at gera
sjónvarp.
Nýggjur kapittul
Steintór Rasmussen sigur,
at hetta er ein nýggjur
kapittul í virkinum hjá
Studio Pegasus. Framman-
undan hevur upptøkustovan
framleitt nøkur sjónbond
við Nósa, Kulum Rótum og
Trøllapæturi.
So Pegasus hevur nakrar
royndir innan hetta økið
frammanundan. Nú tykist
sum hetta virksemið verður
meira skipað, og at tey fara
at leggja seg meira eftir at
framleiða sjónvarp fram-
yvir.
– Hetta er spennandi at
fara undir, men vit vilja
ikki spenna bogan ov høgt
at byrja við. Vit fara spaku-
liga í gongd, og so fáa vit at
síggja, hvat spyrst burturúr,
sigur Steintór Rasmussen,
ið ikki vil taka munnin ov
fullan.
Pegasus hevur gjørt íløgu
í sjónvarpsútgerð, og henda
íløga skal sjálvandi geva
nakað
aftur.
Steintór
Rasmussen nevnir fleiri
møguleikar at gera smærri
upptøkur, ið ikki endiliga
skulu latast sjónvarpinum.
– Vit eru opnir fyri øllum
kreativum hugskotum, og
tað kann t.d. vera videoløg
og aðrar upptøkur til sjón-
bond. Tað er avgjørt grund-
arlag og tørvur á slíkari
útgerð her norði, sigur
Steintór.
Steintór nevnir eisini
møguleikan at samstarva
við Atlantis
á
hesum
økinum, og tað hevur hann
tosa við leiðaran í mentan-
arhúsinum um.
Enn er tó lítið ítøkiligt at
frætta frá Pegasus. Stað-
festast kann at slóðbrótandi
upptøkustovan í Klaksvík
hevur víðka virksemi við
framleiðslu av sjónvarps-
tilfari.
Í dag eru eini fimtan fólk
knýtt at Studio Pegasus,
men eingin er í fulltíðar
starvi. Pegasus byrjaði í
1998, og at byrja var tað
bara eitt upptøkuhøli, og
higartil
hevur
Pegasus
framleitt tólv fløgur.
Síðani varð farið undir at
gera útvarpssendingar fyri
Rás 2. Hetta samstarvið var
stutt, og síðani varð sam-
starv tikið upp við Útvarp
Føroya,
og
nú
tykist
Pegasus at vera ein fastur
táttur í útvarpsskránni.
Seinasti parturin av virk-
seminum hjá Studio Pega-
sus
er
sjónvarpsfram-
leiðsla.
Steintór Rasmussen hevur
keypt sjónvarpsútgerð til
Studio Pegasus, og tvær tær
fyrstu sendingarnar eru
longu seldar sjónvarpinum.
Hann vil tó ikki leggja ov
hart út, men heldur bíða
eftir, hvat kann spyrjast
burtur úr
Men allíkavæl kost-
aðu sendingarnar
útvarpinum eina
krónu. Fíggingin hjá
Studio Pegasus úr
Klaksvík kom øll úr
Mentamálastýrinum,
sum stuðlaði verk-
ætlanini so dyggiliga.
Nú er sjónvarpút-
gávan av sendingini
seld til Sjónvarp
Føroya. Keypsprísin
hevur okkum ikki
eydnast at fáa upp-
spurt
BAKGRUND
Ingrid Bjarnastein
Sendingarnar, Aftur
til
Múla, sum Studio Pegasus í
Klaksvík gjørdi, teljast
millum dýrastu sending-
arnar Útvarp Føroya hevur
sent. Aftur til Múla senidi-
ngarnar, ið vóru 8 í tali,
vóru allar fíggjaðar við
stuðli
frá
Mentamála-
stýrinum
Raðsendingin Aftur til
Múla varð tikin upp í
summar.
Tríggjar
vóru
familjurnar, sum vórðu
sendar til Múla við einum
liði av teknikarum og fjøl-
miðlafólkum, og skuldu
hesar familjur liva av-
byrgdar frá samfelagnum í
útdeyðu bygdini Múla í
eina viku. Ongin telefon,
onki útvarp, onki sjónvarp,
ongin telda, ongin fartele-
fon. Stutt sagt: onki sam-
band við útheimin í eina
viku.
Hesar átta múlasending-
arnar vórðu so sendar í Út-
varpi Føroya í heyst. Til-
samans vóru átta sendingar
við múlatilfari. Hesar átta
sendingar teljast millum
dýrastu sendingarnar, ið
hava verið sendar í Útvarpi
Føroya. Og tó so. Útvarp
Føroya skuldi ikki gjalda
nakað fyri tær, tí tær vórðu
fíggjaðar við stuðli frá
M e n t a m á l a s t ý r i n u m .
Studio
Pegasus
fekk
178.000 krónur til verk-
ætlanina frá Mentamála-
stýrinum, og gevur hetta
eitt miðal tal á umleið
22.500 krónur fyri hvørja
sending. Hetta vísa skjøl,
sum Sosialurin hevur fing-
ið innlit í frá Menta-
málastýrinum.
Vanliga kosta útvarps-
sendingar
frá
nøkrum
hundrað krónur upp í nakr-
ar túsund krónur at fram-
leiða. Tað eru bert tær heilt
stóru
sendingarnar
við
nógvum luttakarum og øðr-
um, sum verða dýrari.
Múlasendingarnar eru tó
fyribils tann einastu send-
ingarnar, sum eru sendar í
ÚF á henda hátt. Ikki tí.
Útvarpssendingar
kunnu
eisini koma heilt upp í
30.000 krónur í fram-
leiðslukostnaði. Tá er talan
um til dømis valsendingar,
sum verða varpaðar út
beinleiðis frá nógvum støð-
um í Føroyum.
– Hetta er avgjørt ein
tann dýrasta sendingin,
sum er send í útvarpinum,
sigur Jógvan Jespersen, út-
varpsstjóri.
– Mentamálastýrið gav í
fjør eina játtan uppá 1,0
milliónir krónur til útvarps-
og sjónvarpstilfar. Útvarps-
sendingarnar,
Aftur
til
Múla, er so ein av útvarps-
sendingunum, sum hevur
fingið pening frá hesi
játtan. Eisini sjónvarpið
hevur fingið pening til
sjónvarpsendingar frá somu
játtan, sigur Jógvan Jesp-
ersen.
Aftur til Múla-sendirøðin:
Ein tann dýrasta útvarpið hevur sent
Múli var bakgrund fyri
nakrar tær dýrastu
sendingarnar útvarpið
nakrantíð hevur sent
Savnsmynd
Pegasus framleiðir sjónvarpssendingar
C
M
Y
K
9
8