mánadagur 22. februar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 22. februar 2010
13
Meðan vit bíða..
at fara undir endurspæl av fantastisku avrikunum
eftir stórtalentið, Michael Jackson, er ikki bara,
sum at siga tað
Tí, er tað við serligum spenningi, eg nú siti við
sjónvarpskíggjan hetta friggjakvøldið, tí, tá eg skrivaði
greinina um hann á sinni, fekk eg eina sterka kenslu av
einum fantastiskum framleggjara og skaldi, sum
sanniliga hevur sett seg í mítt tónleikaliga perspektiv.
Vit eru, ongin ivi um tað, í sambandi við eitt av allar
fremstu innan tónleikaliga heimin, og tað setur
sannilig síni krøv.
Eg segði tað beinanvegin, tá eg hoyrdi Onnu fyrstu
ferð, at tað var ongin ivi um, at eitthvørt krav til
hennara fór hon at megna, og sum støðan er, kunnu vit
bert staðfesta, at soleiðis er.
Sjálvur eri eg ómetaliga fegin um ta støðuna vit eru
í, tí eggjanin til enn fleiri avrik liggur jú í teimum, sum
veruliga geva seg í stóru kappingini – har er ANNA
ein serlig fyrimynd, tí hon eisini vísir seg við einum
persónligum framfýsni, sum bara ger hana enn
sterkari.
Hoyrdi hana, um hennara átrúnaðarligu støðu, sum
eg sanniliga ikki leggi til grund fyri hennara avrikum,
mín støða er bara hennara evnaríku avrik – hon setti
seg bara enn størri í mínum metum – hetta, at hon
hevði sett sær eitt tónleikaligt mál – fantastiskt!
Onki er av sær sjálvum givið, tí vit noyðast at seta
okum nøkur miðvís mál, sum Anna sanniliga hevur
gjørt – tað virði eg hana fyri!
Gávi satt, at vit síggja nakað í okkara evnum og
mentanarliga fólki, tí, tá alt annað tykist at fara fyri
skeyti, er tað ofta so, at mentanin stendur eftir –
HANA KANN VÆL ONGIN TAK FRÁ OKKUM.
Alt besta ANNA!
Samanbera vit okkum við
Ísland, Danmark og
Noregi, so er Føroya Løg
ting tað mest yvir umboð
aða beinleiðis fólkavalda
Tingið og Landsstýrið er
ikki minni yvirumboðað.
Føroyar ein tinglim pr.
1500 íbúgvar
Í Føroyum búgva 48.647
fólk og Løgtingið hevur 33
limir. Hetta svarar til, at
1.500 føroyingar skulu
bera ella gjalda fyri hvønn
tinglim. Landsstýrisfólkini
eru 9 í tali, og harvið eru
5.400 føroyingar til at bera
ella gjalda fyri hvønn
lands stýrislim ella ráð
harra.
Ísland ein tinglim pr.
5.100 íbúgvar
Í Íslandi búgva 319.368
fólk og Altingið hevur 63
limir og sostatt eru 5.100
íslendingar um hvønn
tinglim. Ráðharrarnir eru
12 í tali, og harvið eru
26.600 íslendingar um
hvønn ráðharra. Íslend ing
ar eru sostatt gott tríggjar
ferðir fleiri til at gjalda fyri
hvønn tinglim og fimm
ferðir fleiri til at gjalda fyri
hvønn ráðharra enn før
oyingar.
Danmark ein tinglim pr.
30.900 íbúgvar
Í Danmark búgva
5.532.531 fólk og Folke
tinget hevur 179 limir og
sostatt eru 30.900 dansk
arar um hvønn tinglim.
Ráðharrarnir eru 19 í tali,
og harvið eru 291.200
danskarar um hvønn ráð
harra. Danir eru sostatt 20
ferðir fleiri til at gjalda fyri
hvønn tinglim og 54 ferðir
fleiri til at gjalda fyri
hvønn ráðharra enn føroy
ingar.
Noregi ein tinglim pr.
28.700 íbúgvar
Í Noregi búgva 4.856.480
fólk og Stortinget hevur
169 limir og sostatt eru
28.700 norðmenn um
hvønn tinglim. Ráðharr
arnir eru 20 í tali og harvið
eru 242.800 norðmenn um
hvønn ráðharra. Norðmenn
eru sostatt 19 ferðir fleiri
til at gjalda fyri hvønn
tinglim og 45 ferðir fleiri
til at gjalda fyri hvønn
ráðharra enn føroyingar.
Sí stabbadiagram
Niðurstøða
Omanfyri nevndu tøl tala
fyri seg og áttu at givið
okkara fólkavaldu nakað at
hugsað um. Havandi í
huga, at løgtingsarbeiðið
fyrr bert var at rokna sum
framíhjá arbeiði og eisini
lønt hareftir, so er løg
tingsarbeiðið í dag lønt
sum fulltíðararbeiði, og tí
er møguleikin fyri góðari
uppmøting til viðgerð av
málum betri enn nakrantíð.
Við 17 fulltíðar løgtings
limum skuldi okkara
demokratiska skipan kunna
klárað seg eins væl og hon
gjørdi við 32 parttíðar
løgtingslimum. Ein
sparingin upp á eina til
hálvaaðru millión krónur
pr. løgtingslim árliga er
ikki órealistisk tvs. 2030
milliónir krónur árliga frá
sparingum í lønum, nevnd
ararbeiði, hjálparfólki,
ráðgevum, borðfæ,
pensión um, spardum
høliskapaciteti og øllum
handans stuðuli annars.
Minka vit eisini Lands
stýrið úr 9 til 56 limir eru
fleiri milliónir at spara har.
Áhugavert kundi verið at
fingið eina neyvari út
grein ing av oman fyri
standandi, tí í verandi
fíggjarstøðu stendur okkara
parlamentariska yvir um
boðan als ikki mát við
landsins fíggjarligu for
máan.
Ein áhaldandi skerjing
mótvegis pensionistunum
fyri at fíggja hesa til tíðir
meir ella minni glantrileiks
líknandi parlamentarisku
yvirumboðan eigur ikki at
halda fram. Her er ein
gyltur møguleiki – í verki
– at virða tey gomlu, ið
undan hava slóðað!
Fríðálvur
Jensen
Minkið Føroya Løgting úr 33 til 17 tinglimir
– og sparið 20-30 milliónir árliga
regin
eikhólm
Fyri stuttum datt ein stein
ur undan loftinum í Hval
biartunnlinun, og tað bleiv
ikki hissini gjørt burtur úr
hesari hending í Kring
varp inum og miðlunum
annars, men hóast hetta er
mestsum hvønndagskostur
í tunnlunum Norður um
Fjall, hoyrist einki um
hetta frá okkara fjølmiðl
um.
Seinastu árini havi eg
koyrt nógv gjøgnum hesar
tunnlar, luftin er tung og
slavin, tað dryppar undan
loftinum, myrkt og kalt og
einaferð eg fór norður við
lastbili, mundi eg ikki
kom ið ígjøgnum, tí við
lastbili var tað so óhugna
liga trongt, at eg fekk
anda neyð.
Miðlarnir vóru eisini
tiganadi, tá ið eitt ferðslu
óhapp hendi har í fjør
heyst, og kann eg bert
ímynda mær, hvussu hesi
fólk hava havt tað. Tí um
framt óhugnan og neyðina,
kundu tey ikki fáa boð frá
sær.
Har er:
1) einki fartelefonsamband
2) eingin neyðtelefon
so tað er tilvildin, ið ræður,
um fólk, ið eru fyri óhappi
í hesum tunnlum, fáa hjalp
ella ikki.
3) einki ljós er í tunnlinum
4) eingir eldsløkkjarar
5) eingin tilbúgving
Har er snøgt sagt einki.
Bjargingarroyndir eru
javnan í teim stóru, væl
upp lýstu og vælventileraðu
tunnlunum. Har er far tele
fonsamband, neyðtelefonir,
eldsløkkjarar og sjálvt
dansitónarnir frá Elis eru
at hoyra.
Sjálvandi skal okkara
tilbúgving hava venjingar,
men í tunnlunum norður
um Fjall eru ongar venj
ingar. Eg skilji væl, at so
er, tí helst hevði eingin
komið livandi frá einari
slíkari venjing.
Ikki tí, peningur trýtur
ikki innan hetta øki, tað er
bert at umsita hann á
rættan hátt. Hundraðtals
milliónir verða nýttar til at
uppgradera nærum nýggjar
tunnlar, og aftur í ár er stór
upphædd sett av til enn
fleiri uppgraderingar,
meðan teir ið ditta sær at
nevna eitt nýtt berghol
Norður um Fjáll, verða
skírdir ørvitisknokkar og
tað, ið verri er. Hví hava
øll so ilt av hesum tunli, og
hví hoyrist einki í miðl un
um um, hvussu vánaligir
og vandafullir hesir tunnalr
eru.
Landsverk umsitur hesar
játtanir, og eiga okkara
politikarar at ábyrgda
leiðsluna á hesum stovni
fyri eina heldur marg hátt
liga, kanska vánaliga
um siting av skattgjaldarans
peningi.
Um hesar játtanir høvdu
verið umsitnar við ábyrgd,
er peningur tøkur til at
byrja upp á henda tunnil, ja
helst í inniverandi fíggjar
ári.
Tað er á hvønn mans
munni, at samstundis sum
fólk fara undir at prýða
vindeyguni við perum
undan jólum, ger Lands
verk tað sama á vegunum
kring landið, tí tá fer tað,
ið koyra kann hjá Lands
verki blinkandi út á vegir
nar, tí nú skal gongd á.
Vegir og tunnlar verða
stongdir, ferðslan verður
beind upp í fjøllini í stormi
og kavaroki, tí nú skal
Landsverk asfaltera.
Eitt árið, aftur beint
undan jólum, bleiv ferðslan
beind á Oyggjarvegin, tí
Landsverk skuldi gera eina
seyðasmogu undir vegnum
til Kaldbakstunnilin.
Landsverk er ráðgevi hjá
okkara politikarum, men
hvussu er henda ráðgeving.
Kemur ráðgevingin frá
landsverk, ella er landsverk
bert eitt slag av millum
handlara ella postkassa,
fyri útlendskari ráðgeving.
Eg veit ikki, men tað er
nakað ið bendir á at so er,
tí var ikki ein svenskur
serfrøðingir, ið kannaði
tunnilin í Hvalba dagin fyri
steinurin datt undan loft
inum?
Hevur Landsverk ikki
fólk, ið hava henda før
leika?
Hoyrdi fyri stuttum, eg
meini at tað var í Ting
varpinum, at Landsverk í
desembur mánaði hevði
gjørt tvær kostnaðar met
ingar. Eg veit ikki, hvat
metingarnar snúu seg um,
men hvør av hesum
metingum var upp á kr.
1.000.000.
Í januar – ein mánað
aftaná – er metingin frá
sama stovni ávikavíst kr.
57.000 og kr. 6.000.000.
Keine hexerei nur
behandigheit, ella…
Sum aðrastaðni verður
hjá Landsverk spart við at
koyra fólk til hús, men hjá
hesum stovni er hesin
spariháttur heilt burturvið.
Tað er ikki maðurin við
spakanum, ið kostar tær
stóru upphæddirnar, men
hesir eru neyðurgir til at
halda okkara veganet við
líka, og tað sama er gald
andi fyri nógvar aðrar
stovnar.
Her eiga okkara lands
politikarar eiga at taka
ábyrgd og at tynna út í
»Vatikaninum« við Ting
húsvegin. Frá høvdinum
skal man hvalin skera,
segði Sámal Mathias, og
soleiðis eigur at verða
gjørt. Messurin verður ikki
koyrdur í land, um eitt skip
ikki fiskar, tað er skiparin,
og soleiðis eigur tað eisini
at vera á almennum
stovnum.
Okkara fólkavaldu eiga
at taka ábyrgd av hesum,
ikki bara á Landsverki,
men á øllum almennum
stovnum. Um hetta verður
gjørt, verður peningur
tøkur til tunnilin Norður
um Fjall og annað við.
Eg ætli mær ikki út í
nakað blaðkjak, men eg
vóni, at hetta fær onkran
av okkara fólkavaldu at
vakna.
Vatikanið á Tinghúsvegnum
ingi
AndreAsen
viðmerkingar