Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. februar 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 36 - 22. februar 2010 Við fjølbroyttari skrá og staðfestingum av, vit øll eiga Listaskálan var stórfingið 40 ára hátíðarhald á Føroya Listasavni í gjár Mentan Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Í gjár var stórt hátíðarhald í sam­ bandi við at Listaskálin fylti 40 ár. Í røðu greiddi forkvinnan í Lista felagnum, Malan Marners­ dóttir frá, tilgongdini, til at stovna skálan til hann gjørdist veruleiki 21. februar í 1970. Men meðan tað var Listafelagið, sum bygdi og átti Listaskálan eru tað nú vit øll sum eiga hann, minti hon á. Síðani 1993 hevur Føroya land átt hann og á tann hátt eru tað vit øll, sum eiga hann nú. Hann er ogn Føroya Fólks, segði for kvinn­ an í Listafelagnum, í sera áhuga­ verdari frásøgn um, hvussu Lista­ skálin var til. Eisini Heðin Mortensen, borg­ arstjóri í Havn, vístí á týdningin hjá Listaskálanum sum ein savn­ andi megi hjá føroyingum – eisini teimum, sum ikki eru búsitandi í Føroyum. Tað er nevniliga fyrst og fremst mentanin, meir enn so nógv annað, sum dregur, tá hesir velja at venda heim aftur. – Eg havi seinastu tíðina tos að við útisetar í Danmark og Bret­ landi fyri at vita, hvat hevur týdn­ ing fyri teirra avgerð um, hvar tey velja at liva og virka, tá tey eru liðugt útbúgvin. Eins og aðrastaðni í verðini er mentanarlívið ein avgerandi faktorur, segði Heðin Mortensen. Hann vísti á, at meðan tað fyrr vóru vinnukarmar og vinnu­ møguleikar, ið avgjørdu, hvar fólk valdu at seta búgv, er tað í dag í stóran mun mentan, og í hvønn mun samfelagið er tollynt móti alternativt hugsandi fólki. Hetta tí vit eru farin frá ídnaðar­ samfelagnum til eitt samfelag, har tað í størri mun er tað skapandi í hvørjum menniskja sær, sum skapar framburð og vøkstur. – Tí er tað í dag enn meira týdningarmikið fyri eitt samfelag at hava vælvirkandi stovnar sum Listaskálan – sum lívga um og menna listina – og harvið alt sam­ felagið, staðfesti Heðin Morten­ sen. Kveikjandi ósemjur Eisini landsstýriskvinnan í menta­ málum, Helena Dam á Neystabø, vísti at mentanina og listina sum savnandi megi – eisini tá áskoð­ aninar kunnu verða sera ymiskar, har hon m.a. vísti á: Har sum fólk við framúr gávum, við so stórum visjónum, við so sterkum kenslum og við so opnum sinni fylkjast, har brótast eisini áskoðanir. Og soleiðis er eisini kring Listasavnið, har javnan stríð er um, hvat er góð og vánalig list, og um hvar á fold ein víðagitin bingja hoyrir heima. Hetta eru tekin um eitt livandi listaumhvørvi, og vit kunnu bara ásanna vísdómin í munnheldinum »den som man elsker, tugter man«. Eg datt nú ein dagin fram á eina skjótt 5 ára gamla oddagrein í MFS­blaðnum, har greitt verður frá almennum fundi í Norður­ landahúsinum við heitinum “Hvat er list”. Greinskrivarin heftir seg serliga við, at ein av okkara stóru mentamonnum, Eyðun Johanne­ sen legði fyri við at staðfesta, at fyri honum vóru tvinnir hættir at tosa út frá heitinum, »hvat er list«: 1. Fyrsti var at tosa um, hvønn leiklut og týdning, listin hevði í samfelagnum, 2. og hin seinni var at seta seg sum dómara yvir fyri hvørjum einstakum listarverki, um tað var nóg gott ella ikki fyri at fáa loyvi at rópa seg sjálvt “listarverk”. Eyðun segði seg sjálvan halda tann fyrra spurningin vera nógv meira áhugaverdan enn tann seinna. Og greinskrivarin heldur fram: ”Listarfólk, sum klandrast um, hvat ið er nóg gott til at vera kallað “list”, er ikki nakað nýtt í Føroyum, tvørturímóti er hetta heldur ein “never ending story”, sum í roynd og veru ikki er serliga áhugaverd. Nógv áhugaverdari hevði verið at hugsað meiri fram­ eftir, um hvussu vit kundu stimbra føroyska listaumhvørvið sum heild.” Tað er júst hetta, sum er av ­ bjóðingin hjá okkum, sum á politiska pallinum skipa fyri og taka avgerðir, ið tryggja framburð og trivnað fyri alt tað føroyska mentanar­ og listaumhvørvið. Og fram um alt tryggja, at listin – mynd listin í hesum føri ­ fram­ haldandi sleppur at bjóða av og at seta teir stóru spurningarnar, at miðla tær stóru upplivingarnar, at seta teir skeivu vinklarnar og at bróta mørk. Men tað er kortini neyðugt við politiskari eyðmýkt.. Tí tað má ásannast, at tað eru bert teimum sjálvbodnu kreftunum fyri at takka, at vit hava ein so stásisligan listaskála sum karm um mynd­ listina í Føroyum í dag. Vit kunnu ikki takka hesum undangongu­ fólkum nóg mikið. Enn eru stór tøk eftir at taka, listini og mentanini at frama í Føroyum. Ikki minst, tá ið tað snýr seg um karmar. Vóni, at trongu tíðirnar, sum vit nú eru á veg inn í, sannføra um tað. Í marg lætistíðum knípur tað nevni­ liga eisini. Í innganginum til bókina ”Mynd list í Føroyum” greiðir Bárður Jákupsson frá um tað at hava listarligar gávur. Hann tekur dømi úr gomlu søgnini og søguni hjá Heðini Brú, um hvalbingin í Dímun. Í líktaluni sigur prestur við bygdafólkið, at tann deyði var ikki sum onnur menniskju: ”Tit søgdu, at hann sá. Tað gjørdi hann, men ikki yvir seg, sum tit hildu. Hann var listamaður”. Eg fari at ynskja Listasavni Føroya og Listaskálanum hjarta­ liga tillukku við teimum 40 árunum. Eg vóni, at framtíðin verður bjørt, at her verða íblástur og arbeiðsnáðir hjá nógvum nýggjum listafólkum, og at tað verður sum við kvinnum og góð­ um víni – betri sum árini ganga. Eg ivist onga løtu í, at tað verða mentanin og listin, sum enn eina­ ferð skulu lyfta okkum úr einari fíggjarkreppu. So vit hava av sonnum eitt felags projekt. Í føðingardag hjá okkara Listaskála Frá 40 ára hátíðar haldinum í Listaskálanum í gjár