Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. februar 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 22. februar 2010 – Nr. 36 Sørvingar settu seg á steypini Á pappírinum var SÍ favorittur at vinna báðar steypafinalurnar leygardagin, og sørvingar livdu í báðum førum upp til tann leiklutin Ítróttarklumma Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Samstundis sum flogbóltsliga Føroya-kortið sær út til at standa í vøkstri, er eingin ivi um, hvar høvuðsstaðurin á tí kortinum er at finna. Sørvágur hevur í mansflogbóltinum gjørt seg galdandi í mong ár, men kvinnurnar hava eisini sett eina tjúkka striku undir, at roknast kann við teimum! Kvinnufinalan var kanska ikki tann best spælda, men hon hevði tað, sum ein finala skal hava, og hóast Dráttur átti undirtippaða leiklutin, gjørdu kvinnurnar úr Sandavági og Miðvági sítt til, at finalan eisini gjørdist tann spennandi og javna grannauppgerðin, mong høvdu væntað og vónað. Líka stórur var spenningurin ikki í mansfinaluni, har SÍ vísti størri styrki og breidd, men kortini megnaði Mjølnir at halda lív í dystinum við at taka triðja settið. Nú bíða vit so øll spent eftir, hvat fer at henda, tá somu lið aftur møtast í FM-finalunum, tí nógv kann broytast í ein mánað. Og so var tað hin dysturin, ið gekk fyri seg uttan fyri strikurnar á sjálvum vøllinum. Áskoðarar í hópatali vóru komnir úr Vágum, og í kvinnufinaluni bar illa til at taka dagar ímillum, um fjeppararnir hjá SÍ ella Drátti royndust drúgvari, tí gangurin frá báðum pørtum var deiliga nógvur. Í mansfinaluni vann SÍ heilt klárt uttan fyri vøllin, tí klaksvíkingarnir, ið vóru komnir til Havnar at stuðla Mjølnir, vóru hvørki líka fjølmentir ella mælskir. Flogbóltssambandið eigur enn eina ferð rós fyri eitt frálíkt tiltak, ið veruliga fær sett flogbóltin í fokus, og vit gleða okkum longu nú til teir fýra finaludystirnar á Eiði í næsta mánaði, tá føroyameistaraheitini hjá bæði kvinnum og monnum skulu avgerast! Høgni Egilstoft Nielsen vann bronsu í bólkinum fyri telvarar í U12-bólkinum. Men var bert ein javnleik frá tí stóra sigrinum Høgni Egilstoft Nielsen kemur heldur ikki hesaferð tómhentur heim til Sandavágs eftir lokna talv- kapping í útlondum. Ungi úrmæl- ing urin vann NM-bronsu í Svøríki, fyri telvarar 12 ár og yngri. Eina- standandi frálíkt avrik av Høgna Egilstoft Nielsen, sum enn einaferð minnir okkum á, at heilt serlig talv- evnir gera seg galdandi hjá tí unga telvaranum úr Sandavági, sum er sonur navnframa telvaran og fót- bóltsspælaran, Torkil Nielsen. At vit í Føroyum hava 3. sterkasta unglingin í talvi í Norðulondum, í bólkinum 12 ár og yngri, er er einki minni enn eitt bragd. Tí mótstøðan í norðurlendsku kappingini var sera hørð. Eins og í Føroyum eru tað bert teir allar bestu, úr hvørjum landi sær, ið verða sendir til árligu NM-kapp- ingina í talvi fyri ung. Spenningurin var sera stórur leygardag seinnapart, tí undan seinasta umfarinum var Høgni á 1. plássinum. Men Høgni snávaði og tapti talvið ímóti dananum Jonathan Brauner (1863) og gjørdist harvið nr. 3 við 4 stigum. Kristian S. Holm úr Noregi vann gull við 4½ stigi, hálvtannað mótstøðustig fremri enn Egor Norlin, úr Svøríki, sum gjørdist nr. 2, við sama stigatali. Spell er tað fyri Høgna Egilstoft Nielsen at staðfesta, at hann var so sera tætt við NM-gullið, tí javnleikur seinnapartin hevði tryggjað sigurin í kappingini. Hyggur ein efir talvinum frá seinnapartinum ígjár, so kann ein siga, at gullið smeyg sær millum fingrarnar - tí javnleikurin var har - og bronsan stóð eftir. – Um vit taka alt tiltakið undir einum, so eru vit fantastiska væl nøgdir við finaludagin, tí alt gekk so væl, segði formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen Umframt allar teir fegnu sørving- arnar, so kundu tey í ovastu leiðsluni í Flogbóltssambandinum eisini vera sera væl nøgd leygardagin, tí alt tað stóra tiltakið, sum hesin finalu dag- urin er, gekk upp á stás. Tí var einki at siga til, at formaðurin í Flog bólts- sambandinum, Magnus Tausen, hevði smílið frammi, tá alt var liðugt. – Vit fingu tveir spennandi dystir, har tað endaði við, at sørvingar tóku alt. Tað var nokk eisini tað, sum væntast kundi frammanundan, og sum dystirnir vístu seg, var tað nokk eisini í lagi, helt hann. – Men alt í alt riggaði tiltakið einastandandi væl. Tað er ein øgilig fyrireiking, ið liggur aftanfyri, men tað gevur eisini gott úrslit. Vit í Flogbóltssambandinum eru øgiliga væl nøgd. Konseptið við einum serligum steypafinaludegi hevur nú verið roynt ellivu ferðir, og tað hevur riggað so mikið væl, at nú meira skal gerast burtur úr landskappingini, er valið fallið á FM-finalur, sum vit eisini kenna tær frá hondbóltinum. – Vit fara til Eiðis at spæla final- urnar hjá bæði kvinnum og monn- um, og har rulla vit eisini gólvið út, umframt at vit fáa somu karmar, sum vit hava um steypafinalurnar. Vit vænta og vóna, at vit fáa eitt líka gott tiltak, og ikki minst við góðari uppbakking frá áskoðarunum man tað eisini fara at hepnast. Tey yngru á gólvið Um vikuskiftið verða so finalurnar hjá teimum yngru í Havn, og har er tilmeldingin so stór, at Flog bólts- sambandið helst noyðist at fáa onkrar dystir hjá teimum elstu liðunum avgreiddar fríggjakvøldið. Tilsamans eru yvir 300 ungir flogbóltsspælarar tilmeldaðir. – Tað er positivt at hava slíkar avbjóðingar, tí tann sannroynd, at vit hava so mikið nógv ungdómslið, ger tað fantastiska stuttligt at arbeiða við flogbólti í løtuni, sigur Magnus Tausen. – Hartil kemur so, at 14 ára bólkin og unglingarnir skulu til Trongisvágs at spæla sínar FM-finalur. Tað verður gjørt við hesum gólvinum og einum flottum tiltaki, sum TB stendur á odda fyri 6. mars, so her er nógv fyri framman. Formaðurin í Flogbóltssam band- inum sigur, at umráðandi er at leggja stóran dent á, at eisini ungdómurin fær teir bestu karmarnar. – Hetta, sum vit hava sæð í dag í kvinnu- og mansfinalunum, er kransa køkan ella toppurin av tí heila. Men aftan fyri alt hetta liggur eitt stórt arbeiði úti í feløgunum, og fleiri av hesum spælarunum, vit sóu her í dag, hava eisini verið umvegis unglingalandslið og aðra avbjóð- ingar, so tað kemur ikki av ongum. At tað grør um gangandi fót í føroyskum flogbólti júst nú, sæst eisini aftur í, at flogbólturin vinnur seg fram í økjum, har hann ikki hevur verið so eyðsýndur áðrenn. – Vit síggja, at fleiri øki eru á veg fram. Toftir hava akkurát fingið nýtt felag, Ternuna, sum kanska kemur upp í Eik-liguna næsta ár, og eisini eru tey farin undir at spæla flogbólt í Sandoynni. So tað ræður um hjá okkum, ið stíla fyri, at fylgja væl við og royna at skapa bestu karmar fyri tað, sum nú er farið í gongd, sigur Magnus Tausen. Mourinho javnt við níggju monnum Fyri triðju ferð á rað spældi Inter og Jose Mourinho javnt, men hesa ferð gjørdu umstøðurnar, at tað javnleikurin var eitt góðkent úrslit. Bæði Walter Samuel og Ivan Cordoba blivu útvístir í fyrra hálvleiki. Tað dámdi einki Jose Mourinho, sum hevði besta hug at flenna at dómarinum. Í seinna hálvleiki fingu Sampdoria eisini ein mann útvístan. Inter liggur nummar eitt í Seria A átta stig frammanfyri AS Roma á øðrum plássi og tíggju stig frammanfyri AC Milan, ið er á triðja plássi. Inter hevur tó spælt ein dyst fleiri enn AS Roma og tveir fleiri enn grannarnir AC Milan Kári leingir við HB Kári Nielsen og HB hava skrivað undir sáttmála, sum bindur skopuningin at felagnum næstu trý árini. Tað skrivar HB á heimasíðu felagsins. Kári hevur verið partur av hópinum hjá HB seinastu sjey árini, og hann hevur markerað seg sum ein sera týðandi partur av defensiva miðvøllinum hjá felagnum. Seks ferðir hevur hann eisini spælt á føroyska A-landsliðnum Fegin formaður einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen heris@sosialurin.fo Heri Simonsen Formaðurin í Flogbólts sam­ bandinum, Magnus Tausen, kann bæði fegnast um ein góðan steypafinaludag og ta framgongd, sum er at síggja í flogbóltinum í løtuni – ikki minst millum tey yngru Mynd: Álvur Haraldsen Høgni úr Sandavági vann NM-bronsu Leingi var gullið ein møguleiki, men at enda mátti Høgni Egilstoft Nielsen taka til takkar við norðurlendskari bronsu