Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. februar 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 22. februar 2010 – Nr. 36 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17 Nýtt danskt stjørnuskot Christian Eriksen hevur í ár fingið kjansin á besta liðnum hjá Ajax, og hann hevur fingið sera góð skoðsmál frá venjaranum Martin Jol. Eriksen er bert 18 ára gamal, men hevur spælt fleiri dystir fyri Ajax seinastu vikurnar. – Hvussu góður kann hann blíva? Líka góður sum teir spælarar, sum vit áður hava selt fyri nógvar pengar, sigur Martin Jol við SportWereld. Mourinho boykottar pressuna Venjarin hjá Inter gongur á odda í einum boykotti ímóti italskum fjølmiðlum. Jose Mourinho fær eisini stuðul frá forsetanum í felagnum og spælarunum, sum heldur ikki vilja tosa við miðlarnar komandi tíðina. Eftir dystin um vikuskiftið, har Inter fekk javnleik við 9 monnum, vildu Inter-fólkini ikki gera viðmerkingar. Ikki er greitt, hvussu leingi boykottið skal varða. – Hetta er nakað av tí størsta tú kanst vinna í flogbólti í Føroyum, og eg kláraði at spæla allan dystin, segði Karin Mikkelsen úr SÍ, sum hevði verið ivasom til tað síðsta undan steypafinaluni hjá kvinnun- um, eftir at hon keikti fótin til venjing hóskvøldið. Tá dysturin var liðugur, haltaði hon og fekk hjálp til at koma niður aftur av skamlinum, tá liðið hevði fingið steypið. – Kanska verði eg klár at spæla aftur um eina viku. Tað vóni eg bara. Og eydnast tað, so kann pínan í dag gera heilt tað sama, flenti nummar eitt hjá SÍ, ið tók ímóti bæði ferða- og ognarsteypinum, sum liðið vann leygardagin. Men hóast Karin tvær ferðir tók ímóti steypi, so var hon ikki nøgd við, hvussu spælið var í finaluni, hóast tær vunnu. – Vit lótu tær í Drátti sleppa at spæla, og fingu sjáldan okkara spæl at rigga. Men tá tað riggaði, so fóru vit frá teimum, segði hon. -eij Johan Petur á Stongum er venjari hjá kvinnunum og ein av spælarunum hjá monnunum, so hann hevði dupult so nógv at fegnast um sum hini. – Nú fáa vit gull í landskappingunum eisini, sigur venjarin og spælarin Ein, sum var øgiliga fegin leygar- dagin, var Johan Petur á Stongum, sum bæði hevði vunnið steyp sum venjari hjá kvinnunum og spælari hjá monnunum, men eftir dystirnar viðgekk hann, at møði var komin á hann. – Fyrri dysturin bleiv so øgiliga langur, og tá bleiv tað tungt at fara í gongd beinanvegin at spæla sjálvur. So var heldur ongin blusa til mín, tí hon lá eftir í Sørvági, men tíbetur slapp eg at spæla í einari aðrari, flenti dupulti steypavinnarin. Tað sá annars beinanvegin út til, at SÍ fór at strúka við sigrinum hjá monnunum, tá teir høvdu vunnið bæði fyrstu settini, men triðja settið vunnu klaksvíkingar. – Eftirsum Jón Nielsen spælir við Mjølnir, so kann eg siga sum hann segði í 2007: Tá mann hevur vunnið tvey sett ímóti einum liði, sum er nógv verri enn ein sjálvur, so má mann lata teir fáa okkurt. Soleiðis var tað við triðja setti í dag, segði libero-spælarin hjá SÍ. Bæði liðini hjá Johan Peturi á Stong um hava nú gull í steypa kapp- ingini, og nú ivast hann ikki um lands kappingina. – Nú koma bæði liðini í finaluna, so nú fáa vit gull í landskappingini eisini, segði venjarin og spælarin. Nervapirrandi Um fimmsettaran hjá kvinnunum helt hann, at talan var um ein dyst, ið var merktur av nervum: – Um vit hyggja at landskappingini hjá kvinnunum, so kundi ikki roknast við einum fimmsettara. Men nú var hetta ein finala, og tá veitst tú ongantíð, hvat kann henda. Men tá hetta nú var ein finala, so var tað ikki so galið at vinna 3-2, segði Johan Petur. – Bæði liðini spældu eitt sindur nervapirrandi og til tíðir sera nerva- pirrandi. Dráttur hevði ótrúliga gott verjuspæl og spældi væl, meðan illa gekk hjá okkum í teimum settunum, sum vit taptu. Men í hinum settunum høvdu vit gott servutrýst, eins og Dráttur hevði tað í sínum báðum settum. Vann við keiktum fóti eij@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu Johan Petur fegnaðist dupult Johan Petur á Stongum hevði dupulta orsøk til at vera fegin leygardagin, tí fyrst vann hann gull sum venjari hjá SÍ-kvinnunum og síðani sum spælari hjá SÍ-monnunum Mynd: Álvur Haraldsen