mánadagur 22. februar 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 22. februar 2010 – Nr. 36
Carragher vil hava styrk
Jamie Carragher hjá Liverpool sigur, at skal Liverpool
medda hægri enn fjórða-plássinum, sum teir nú stríðast
fyri at røkka, er neyðugt at styrkja hópin við tveimum ella
kanska trimum klassaspælarum. – Tað henda heilt víst
broytingar í summar, og hóast summi halda, at tað er
langur vegur hjá okkum til toppin, so skal ikki so nógv til.
Einir tveir-tríggir spælarar kunnu gera stóran mun, og vit
spælarar vilja í øllum førum ikki aftur enda í eini støðu, har
vit stríðast fyri at halda fast um fjórða plássið, sigur
Carragher.
Moyes heldur fast um ungdómin
Dan Gosling og Jack Rodwell, sum skutu hvør sítt mál í sigrinum hjá Everton á
Manchester United, eru enn tvey dømi um framúr fótbóltsskúlan á Goodison,
sum eisini hevur uppalt Wayne Rooney. Rooney skifti tó tíðliga til Manchester
United, men David Moyes, manager hjá Everton, óttast ikki, at nýggju
stjørnuskotini fara aðrar vegir. – Everton er eitt heilt øðrvísi felag í dag, enn vit
vóru, tá Rooney kom fram. Tá stríddust vit í botninum, meðan vit í dag kunnu
bjóða okkara spælarum europiskan fótbólt. Tað vísir eisini, hvussu nógv tað
hevur at siga, at tú hevur álit frá leiðsluni. Sjálvur siti eg nú á áttanda árið, hóast
eisini eg havi upplivað mótgongd. Tú sært eisini við Wenger og Sir Alex, at tað
loysir seg, um venjarin fær neyðuga arbeiðsfriðin, sigur Moyes.
Hóast Mjølnir hevur ligið á
odda tað mesta av lands
kappingini, so sær SÍ út
til at vera á veg uppeftir.
Hetta varð undirstrikað í
steypafinaluni hjá monn
um leygardagin, har SÍ
hevði betru kortini á hond
ini og spældi tey so væl, at
tað rakk til greiðan sigur
Tað hevur í veruleikanum ikki snúð
seg um onnur lið enn Mjølnir og SÍ í
manskappingini í vetur. Mjølnir
vann á SÍ í Sørvági síðst í oktober, og
síðani hava klaksvíkingarnir verið
oddalið. Men eftir jóla- og nýggjárs-
steðgin hevur SÍ tikið seg alsamt
nærri Mjølnir og er bara eitt stig
aftanfyri.
Mjølnir hevði eisini vunnið seg í
steypafinaluna, tí liðið var oddalið,
tá kappingin var hálvrunnin, meðan
SÍ vann báðar tær smáu steypakapp-
ingarnar og tann vegin tryggjaði
sær atgongd í finaluna.
SÍ hevði í fyrstuni í kappingini ilt
við at fóta sær og var í meira lagi
svingandi, men í síðstuni hevur liðið
víst form og styrki, ið bara peikar ein
veg: Uppeftir! Hetta kom eisini til
sjóndar í steypafinaluni hjá monnum
leygardagin, har SÍ greitt hevði
munin, hóast tað tó gjørdist til eitt
tapt sett.
Ikki minst spælir inn, at SÍ hevur
nógv og javngott fólk, so tí er breiddin
avgjørt til staðar, so tað ber til at gera
broytingar og justeringar á flestu
plássum, uttan at liðið viknar nakað
fyri tað. Har eru eisini fleiri ungir
spælarar, ið veruliga boða frá, at helst
skal roknast við sørvingum í toppinum
í mansflogbólti í mong ár enn.
Hinvegin er Mjølnir ikki so væl fyri
við manning. Fyri tað fyrsta, so eru
klaksvíkingarnir ikki so nógvir, og til
finaluna høvdu teir 12 spælarar á
dómaraseðlinum, ímóti 14 hjá SÍ.
Hartil kemur so eisini, at liðið hjá
Mjølnir er væl eldri, tí verður hugt at
miðalaldrinum, so eru teir hjá
Mjølnir gott og væl fýra ár eldri enn
teir hjá SÍ.
SÍMjølnir 30 (2523, 2519, 1825, 2519):
Sørvingar sterkari
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Aftast frá vinstru: Kaj á Stongum, Ingi Ole-Jacobsen, Finn Ingi Falkvard, Martin Mikkelsen, Rajko Petrovic, Ragnar í Haraldsstovu, Filip Gram, Emil Mikkelsen, Jón Falkvard.
Fremst frá vinstru: Elias Davidsen, Jákup av Kák, Ólavur Jensen, Johan Petur á Stongum, Sonni Zachariasen, Jákup Hansen, Jón Joensen, Kári Mikkelsen
Mynd: Álvur Haraldsen