mánadagur 22. februar 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 22. februar 2010 – Nr. 36 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
5.000 kr. fyri at síggja Kessler
Talan er ikki um bílig atgongumerki, tá danski Mikkel Kessler skal boksa
tað, sum líkist einum alt-ella-einki-dysti móti Carl Froch í sonevndu Super-
Six. Dysturin verður boksaður í Herning, og fyri pláss við ringside, skulu
áskoðararnir rinda 5.000 kr. fyri hvørt atgongumerki. Sølan av
atgongumerkjum byrjaði í dag, og ert tú nøgd/ur við eitt pláss longur
burtur frá ringinum, kunnu tey bíligastu atgongumerkini fáast fyri 600 kr.
Barca og Real vunnu
Tey bæði sponsku stórfeløgini, Barcelona og Real Madrid,
vunnu bæði tryggar sigrar um vikuskiftið. Barcelona vann
leygardagin 4-0 á Racing Santander við málum frá Iniesta,
Henry, Marquez og Tiago skutu málini. Sunnudagin vann
Real Madrid heili 6-2 á Villarreal. Ronaldo skoraði fyrsta
málið, áðrenn Kaka økti undan steðginum. Og hóast
Senna minkaði um munin, so var sigurin ongan tíð í
vanda. Tvey mál frá Higuain, enn eitt frá Kaka og eitt frá
Alonso vístu gestunum, hvar skápið skuldi standa, og so
hjálpti lítið, at Nilmar fekk eitt einstakt mál fyri Villarreal.
Tordu betur
Ein av ungu spælarunum hjá SÍ,
Emil Mikkelsen, helt dirvi vera ein
hin størsta munin á SÍ og Mjøln ir í
mansfinaluni leygar dagin.
– Vit tordu betur at smasja og
at sláa ígjøgnum, og tað var
munurin. Men vit vóru bara
betur, segði Emil, sum ikki tóktist
heilt mettur, hóast hann fekk
eitt gullheiðursmerki um hálsin
– Eg rokni við, at nú taka vit
eisini føroyameistaraheitið, um
tað tá gongur líka væl sum í dag.
Vit vóru kanska eitt sindur
merkt ir av nervum ta fyrstu løt-
una í dag, men í endanum var
tað eingin trupulleiki.
-eij
SÍ var betra
liðið
Undan steypafinaluni hjá monn-
unum vakti tað ans, at ein gamal
SÍ-arin, Jón Nielsen, var at síggja
millum spælararnar hjá Mjølnir.
Men hóast hann kundi fingið
allar hinar sørvingarnar ímóti
sær, hevði hann onga ringa upp-
living í ítróttarhøllini á Hálsi
leygardagin.
– Tað er altíð stuttligt at spæla
steypafinalu, tí tað eru so øgiliga
nógvir áskoðarar. Allir áskoð ar-
arnir vóru eisini fínir, og eg
hoyrdi einki róp ella nakað eftir
mær, fyri tað um eg spældi við
Mjølnir ímóti SÍ, segði Jón eftir
finaluna.
– Men sjálvt um tað er veldugt
at spæla eina finalu, tá karmarnir
eru so góðir, so er tað altíð
keðiligt at tapa. Men SÍ var betra
liðið í dag, so har var ikki nógv
hjá okkum at gera við tað.
Jón Nielsen ofraði seg fyri
sak ini, hóast tað var sínum
bygd ar monnum, hann spældi
ímóti. Ta einu ferðina leyp hann
upp um girðingina og niðan
millum áskoðararnar eftir einum
bólti, og eina aðru ferði var hann
so íðin at fara aftur eftir einum
vilstum bólti, at hann rendi
knøini í gronina á einum Ford
Focus.
– Tað kundi farið illa við knø-
unum hjá mær, og eg veit heldur
ikki, hví teir stilla bilar inni í
einari ítróttarhøll, segði Jón,
áðrenn vit mintu hann á, at
hann altso hevur spælt fleiri
steypafinalur síðstu 12-15 árini
og átti at vitað, at har standa
altso nakrir bilar:
– Jú, jú, men so kundi hasin
bilurin staðið eitt sindur longur
afturi ella onkra aðrastaðni.
hil
SÍ dovnaði í triðja
Fyrsta settið í finaluni var púra opið,
tí frá byrjan til enda bylgjaði tað
aftur og fram, uttan at nakað av
liðunum slapp avgerandi frá hinum.
Ta fyrstu løtuna var SÍ á odda 8-3,
men skjótt hevði Mjølnir tikið tað
mesta innaftur, og eitt skifti vóru
klaksvíkingar á odda 16-15, áðrenn
SÍ ímóti endanum royndist drúgvari
og vann.
Hinvegin var eingin ivi í øðrum
setti, tá SÍ mestsum beinanvegin fór
avstað og helt munin á seks, sjey og
enntá átta stigum. Servutrýstið hjá
SÍ var gott, samstundis sum móttøk-
urnar hjá Mjølnir vóru tilsvarandi
vánaligar, so tí peikaði nógv eina
løtu á, at tað kundi gerast ein 3-0
sigur til SÍ. Hinvegin kom Mjølnir
betur við ímóti endanum, so kanska
fór tað heila ikki at verða avgjørt
beinanvegin.
So var, tí teir í Mjølnir vildu tað
nevniliga øðrvísi, tá teir í triðja setti
struku avstað beinanvegin. Thorvald
Danielsen servaði Mjølnir í gongd,
og tí gjørdist settið mestsum ein
spegilsmynd av øðrum setti, men
við øvugtum fortekni. Her fekk SÍ
einki at rigga, meðan tað koyrdi stak
væl hjá Mjølnir.
Eftir niðurtúrin í triðja setti, komu
menninir hjá SÍ væl fyri seg í fjórða
setti, har teir struku avstað. Men mitt
í settinum fekk Mjølnir fatur í teim-
um aftur og var um reppið at javna
til 16-16. Men í staðin fór SÍ frá 16-15
upp á 18-15, og sást ikki meira til
Mjølnir, ið mátti lúta fyri yvirmaktini,
sum í SÍ gjørdist ein verdigur steypa-
vinnari hjá monnum.
Minti um aðalroynd
Ein orsøk til munin á liðunum í
finaluni var, at Mjølnir tóktist vera
heldur meira einstáttað í sínum
spæli. Millum annað endaðu nógvar
av servunum á Jóni Joensen, ið tó
tók væl ímóti mestsum hvørja ferð,
eins og hann mundi vera tann, ið
mest gekk undan í álopsspælinum
hjá SÍ.
Men eisini teir ungu sørvingarnir
vístu, hvør dugur er í teimum. Fyrr í
dystinum var Kári Mikkelsen væl við,
og tá alt skuldi avgerast ímóti end-
anum á fjórða setti, vóru tað Emil
Mikkelsen og Filip Gram, ið traðkaðu
til og vístu vegin. Emil vann bóltarnar
til 23-18 og 24-19, og Filip Gram risti
ikki á hondunum, tá hann átti sein-
astu servurnar hjá SÍ, eins og hann
ofraði seg á gólvinum at fáa seinasta
bóltin uppaftur, so tað endaði við, at
Boban Ilic høgdi til, men sendi bóltin
útav – og SÍ var steypavinnari.
Samstundis sum hetta var steypa-
finalan, var hetta eisini eitt slag av
aðalroynd til FM-finalurnar, har
somu lið møtast aftur. Hvussu tað
endar, ber bara til at gita um, men SÍ
sær út til at vera sterkara liðið í
løtuni, og tað kundi hent seg, at
nokk so nógv hjá Mjølnir fer at
avhanga av, hvussu nógv betri
formurin hjá Jón Nielsen er blivin, tá
tað kemur so langt. Hann vísti í
løtum dygdir í finaluni, og verður
hann uppaftur betur fyri, verður tað
kanska meira spennandi í mars, enn
tað var leygardagin.
Gjøgnum allan dystin megnaðu sørvingar at leggja stórt trýst á Mjølnir,
sum ongan tíð veruliga fekk fótað sær, tó at vunnu eitt sett
Mynd: Álvur Haraldsen