mánadagur 22. februar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 22. februar 2010 – Nr. 36
Milan venjari vil gevast
Venjarin hjá italska felagnum AC Milan er so troyttur av at
hoyra kritikk frá forsetanum í felagnum, Silvio Berlusconi,
at hann er til reiðar at gevast. - Um forsetin vil hava, at eg
gevist sum venjari, so skal hann bara siga tað, sigur
Leonardo. Berlusconi fanst at Milan-liðnum, eftir at teir
taptu fyri Manchester United í Champions League í farnu
viku.
Besta United-liðið
Manchester Evening News hevur havt eina atkvøðugreiðslu
um, hvat tað besta Manchester United liðið seinastu hundrað
árini hevur verið. Liðið er mannað soleiðis: Peter Schmeichel -
Roger Byrne, Duncan Edwards, Rio Ferdinand, Dennis Irwin -
Roy Keane, Bryan Robson, Ryan Giggs, George Best - Denis
Law, Bobby Charlton.
Steypafinalan hjá kvinn-
unum hevði alt tað, sum
ein finala skal hava – og
at talan samstundis var
um eina grannauppgerð,
gjørdi sítt til, at dysturin
livdi líka til tað síðsta.
Tá avtornaði, dró SÍ
longra stráið og gjørdist
steypavinnari annað árið
á rað
Tá umræður, eru tað teir góðu og
royndu spælararnir, ið mugu ganga
undan. Soleiðis var tað hjá SÍ, sum í
fimta og avgerandi settinum gekk
undan allan vegin, tí í avgerandi
løtuni lagaði tað seg soleiðis, at
Annika á Stongum skuldi vera tann,
ið servaði.
Hon hevði eisini servað SÍ væl í
gongd beinanvegin í settinum, og
nú hon enn eina ferð skuldi aftur
um baklinjuna at seta bóltin í spæl,
var støðan 11-9 til SÍ. Væl lá fyri hjá
henni, og sjálvt tá bólturin ta einu
ferðina kom í netkantin, vann hann
yvirum og gav stig.
Ikki minst tann allarseinasta
servan vísti sjálvsálitið, ið ofta ger
munin á vinnarum og taparum í
dystum, sum skulu avgerast. Servan
var trygg og so væl plaserað, at bólt-
urin ongantíð kom yvir um netið
aftur, og so hevði SÍ tryggjað sær
annað steypameistaraheitið á rað!
Trilvandi byrjan
Tey flestu høvdu helst eisini SÍ sum
favoritt at vinna steypafinaluna hjá
kvinnunum, men av tí at hetta eisini
var grannauppgerð, tí Dráttur stóð
hinu megin netið, vóru tað bert tey
fægstu, ið tordu at vera ov avgjørd í
gitingunum undan dystinum.
Hvussu var og ikki, so byrjaðu
bæði lið rættiliga ótrygt og trilvandi.
Nógvir feilir vóru at síggja í fyrsta
settinum, ikki minst servufeilir, og
tað lýsti av liðunum báðum, at nerv-
arnar hingu uttaná. Hetta var eitt
nervakríggj, sum tað ráddi um at
vinna, skuldi finalan vinnast.
Dráttur sá út til at koma betur úr
startholinum, tí eftir at liðini høvdu
fylgst fyrstu løtuna, fór tær úr Sanda-
vági og Miðvági avstað. Eitt skifti var
Dráttur á odda 22-16, men ímóti
endanum byrjaði SÍ at gera um seg
og nærkaðist, so Dráttur ímóti end-
anum var bara á odda 23-22, áðrenn
settið varð tikið.
Í kjalarvørrinum á viðgongdini
síðstu løtuna í fyrsta setti, tóktist SÍ
taka annað skinn um bak beinan-
vegin í øðrum setti. SÍ vildi avstað
beinanvegin og fekk eisini rist Drátt
av sær, og í løtum var talan um sera
trygt spæl frá SÍ, ið gav eina mynd
av, hví SÍ ígjøgnum allan vetur hevur
verið sterkasta liðið í landskappingini
eisini.
Karin Mikkelsen, sum var ivasom
undan dystinum, tí hon hevði keikt
sær fótin hóskvøldið, kom nú væl í
gongd og sá út til at koma høgt upp
fleiri ferðir, umframt at fleiri vóru til
reiðar at taka ábyrgd. Ein teirra var
Vivian Joensen, sum ímóti endanum
servaði settið heim, so tað nú stóð á
jøvnum 1-1.
Dráttur trýsti SÍ
Dráttur kom tó sterkt aftur í triðja
setti, har tað mestsum allan vegin
var sera javnt. Nú komu fleiri duellir
og meira lív kom í dystin. Og serliga
ta síðstu løtuna var tað stuttligt at
hyggja at, tí báðir partar stríddust
um hvønn einasta bólt. SÍ kom upp
á javnt 20-20, men megnaði ikki at
halda Drátti, ið fyrst fór upp á 23-20
og síðani tók settið.
Undan fjórða setti var ikki sørt, at
trýstið lá á SÍ, sum í triðja setti hevði
sæð fleiri »ómøguligar« bóltar kom-
ið uppaftur hinu megin netið.
Dráttur skuldi bara vinna hetta sett-
ið aftrat, so var steypasigurin har,
meðan SÍ mátti vinna hetta settið,
skuldi eitt fimta sett og ein møguleiki
aftrat fáast í dystinum. Her var SÍ
sera sannførandi, og eins og í øðrum
setti, var tað Helga Guttesen, ið fekk
tikið síðsta bóltin, tá hon lobbaði so
hegnisliga,
at
grannagenturnar
hinu megin ongantíð fingu fatur í
bóltinum.
Tískil mátti dysturin út í fimta
settið, áðrenn hann varð avgjørdur.
Tað settið tók SÍ eisini, og við greiðu
yvirvágini í øðrum og fjórða setti,
umframt at SÍ klárt hevði munin í
avgerandi fimta settinum, so var
eingin ivi um, at steypafinalan eisini
fekk rætta vinnaran. Og sum tað sær
út í landskappingini, kundi tað meiri
enn so hent seg, at SÍ vann meira
aftrat hetta kappingarárið.
Dráttur hevði hinvegin stóra æru
av finaluni og gjørdi sítt til, at
áskoðararnir fingu ein dyst, ið livdi
líka til tað síðsta. Kanska virðingin
fyri SÍ var í so stór í avgerandi løt-
unum, og tí rakk tað ikki á mál hesa
ferð. Men Dráttur fekk væl og virði-
liga rættvísgjørt, at liðið var komið í
finaluna, og ivasamt er, um nakað av
hinum »betru« liðunum høvdu
megnað at gjørt meira við SÍ, enn
Dráttur gjørdi.
SÍ-Dráttur 3-2 (22-25, 25-15, 21-25, 25-17, 15-9):
SÍ hevði betri nervar
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Steypavinnarar hjá kvinnum – SÍ: Aftast frá vinstru: Nansy Mikkelsen, Jónvá Hansen, Helga Guttesen, Annika Niclasen, Vivian Joensen,
Helen Skaalum Lisa Niclasen. Fremst frá vinstru: Betina Egholm, Heidi Christiansen, Annika á Stongum, Katrin Mikkelsen, Tórfríð Tavsen,
Ann-Britt Thomassen, Hervør Hansen
Mynd: Álvur Haraldsen